- Nú fari eg eftir dreyminum

Síðani eg var lítil, havi eg vant meg við, at vónirnar skulu ikki setast ov høgt. Men higartil tykjast lærararnir opnir og hjálpsamir, so tað kann næstan bara ganga væl. Tað sigur 23 ára gamla Erla av Vollanum, sum valdi 13g í Hoydølum fram um alternativið, ið var at flyta av landinum

Hon hevur somu dreymar sum tey flestu. Útbúgving, arbeiði og eitt gott stað at búgva. Tá tað kemur til spurningin um egna familju við manni og børnum, ja so veit hon ikki ordiliga enn.
Men fyri 23 ára gomlu Erlu av Vollanum er henda vikan byrjanin til útbúgving og arbeiði, ið seinni skal geva henni ráð til at keypa sær eitt gott stað at búgva. Tað er sett í system, nú hon er byrjað í 13g í Hoydølum.
Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at Erla av Vollanum byrjar í miðnámsskúla.
- Eg fór í student á Kambsdali í 2009 og gekk har næstan tvey ár. Eg royndi at tosa meg ígjøgnum skúlan og lumpa meg ígjøgnum bólkaarbeiðið, og tað gekk fyri so vítt væl. Lærararnir søgdu enn tá við meg, at tað gekk sera væl í munnligum, samstundis sum teir eftirlýstu skrivligu uppgávurnar hjá mær. Til síðst kláraði eg ikki meira, greiðir Erla av Vollanum frá.
Erla av Vollanum hevur asperger, og fyri hana merkir tað millum annað, at hon hevur sera trupult við at fáa tankarnar fluttar yvir á eitt pappír. Ein eginleiki, ið annars er neyðugur fyri at kunna ganga í skúla.
- Eg gekk í einum vanligum flokki og fekk ikki hjálp við mínum trupulleika. Eg kendi tað, sum varð eg møtt við spyrjandi eygum allastaðni, sigur Erla av Vollanum.
Eftir eitt ár, har hon millum annað var á listaskúla í Holbæk fór Erla av Vollanum í fjør summar í FHS. Fyri hana hevur tað týdning, at rytman er í lagi.
- Eg vil hava kontroll á støðuni. Eg vil vita, hvat eg skal gera, og tí havi eg roynt at hildið fast um skúlan. Eg eri bangin fyri at koma úr rytmuni, greiðir hon frá.
Erla av Vollanum stríddi seg í gjøgnum skúlaárið í FHS, men hevði ikki orku og vón um meira.
- Nei, eg kláraði ikki meira og fyrireikaði meg tí til at fara til Danmarkar. Eg hevði spart mær pengar saman og eisini funnið eina íbúð at búgva í. So eg var klár at fara avstað. Eg vildi brúka fyrsta árið til at arbeiða og fyrireika meg til at fara í ein studentaskúla, har tey hava tilboð til fólk við asperger. Eg kann ikki søkja inn á ein skúla, men má kenna skúlan og fólkini har áðrenn. Eg má fara á staðið og tosa við fólkini fyrst.
Nýggja tilboðið úr Hoydølum kom tó framum.
- Tað var mammusa hugskot, at eg skuldi søkja. Eg var ivasom, men hugsaði sum so, at eg kundi altíð gevast, greiðir Erla av Vollanum smílandi frá.
Hon slapp gjøgnum nálareygað eftir upptøkuroyndina, og er nú í holt við sína fyrstu skúlaviku í Hoydølum.

Dreymarnir
Byrjanin í Hoydølum hevur flutt Erlu av Vollanum nærri dreyminum.
- Eg skal vera bókavørður. Eg elski system og eg elski bøkur. Tað er mín størsti dreymur, og klári eg hesa útbúgvingina, so er bara ein útbúgving eftir, áðrenn eg sleppi ígongd, greiðir hon engagerað frá.
Meðan hon gekk í fólkaskúlanum, var Erla í praktikk á Býarbókasavninum í Havn.
- Eg hevði og havi enn hendan dreymin um at sita á einum stórum bókasavni, har tað er heilt friðarligt. Har fólk sita og lesa og onnur koma og spyrja eftir einari bók. Tí var eg rættuliga yvirraskað av, hvussu nógv er at gera á einum bókasavni, sigur Erla av Vollanum og greiðir frá um praktikktíðina:
- Eg sorteraði lánikortini hjá øllum lánarunum, og eg lærdi eisini systemið at kenna. So nú veit eg, hvar allar bøkurnar á bókasavninum í Havn standa.
Erla av Vollanum hevur eisini ein dreym um at gerast rithøvundur. Hon elskar at fortelja søgur. Men enn knípur tað hjá henni at flyta søgurnar úr høvdinum yvir á pappír. Og triði dreymurin er at gerast filmstjørna.
- Tað er tann dreymurin, sum allar gentur hava eitt ella annað stað. Men fyri meg er tann dreymurin ítøkiliggjørdur til ein dreym um at vera ”voice-actor”, tað vil siga at eg leggi rødd til teknifilmar og animatiónsfilmar. Tað er mín fjari gentudreymur, leggur hon flennandi afturat.
Men fyrst er tað 13g í Hoydølum.

Avbjóðingin
- Mín størsta avbjóðing er at fáa tankarnar niður á pappír. Tá eg hugsi og tosi síggi eg fyri mær fleiri síður av pappíri inni í høvdinum. Men tá eg skal skriva tað niður á pappír, blívur alt blankt. Tað blokerar. Eg havi roynt nógvar ymiskar teknikkir, og nú royni eg at hugsa, at eg tekni. Men tað er ringt, tí ferðin á tonkunum er skjótari enn hondin. Eg má gera alt umaftur og umaftur, greiðir Erla av Vollanum frá.
Hennara stóra ítriv er at lesa.
- Eg elski at lesa. Júst nú eri eg í gongd við triðja bind av triologiini Daylight War. Bara henda bókin er 800 síður. Sum heild dámar mær best ævintýrkendar bøkur. Tað hugtakandi við teimum er, at eg gevist við at analysera, tá eg lesi tær. Hetta eru ævintýr, har alt ber til. Og tá kann eg slappa av, gevast við at analysera og bara njóta bókina, greiðir Erla av Vollanum frá.
Hon er tó greið yvir, at skal hon hava húgvu á høvdið og prógv í hondina, so má hon eisini skriva. Ikki minst má hon skriva uppgávurnar, ið eru partur av pensum hjá 13g.
- Ja, tað veit eg. Og eg eri komin hartil, at eg gleði meg til at skriva uppgávurnar. Men samstundis eri eg bangin. Tí eg veit ikki, um eg fái nóg nógva tíð til at skriva uppgávurnar.
Erla av Vollanum steðgar á. Hugsar seg um.
- Kanska skuldi eg sett míni egnu krøv longur niður, leggur hon hugsunarsom afturat.
Tað er tó trupult fyri hana at sleppa tankanum um, at alt skal vera perfekt.
- Tað skal jú vera rætt, argumenterar hon.
Erla av Vollanum gevur greitt til kennar, at sjálv brúkar hon nógva tíð til at kanna og analysera egnar styrkir og veikleikar. Hon vil læra og vita, hvat hon dugir og ikki dugir.
Og nýggja flokkin í Hoydølum sær hon sum eitt tilboð, ið avgjørt kann lofta og styrkja hennara veiku síður.
- Síðani eg var lítil, havi eg vant meg við, at vónirnar skulu ikki setast ov høgt. Men higartil tykjast lærararnir opnir og hjálpsamir, so tað kann næstan bara ganga væl.
Tey eru níggju næmingar í 13g. Meðan Erla av Vollanum er typan, sum tosar nógv, so eru nøkur av hinum ikki so prátingarsom.
- Jú, restin av flokkinum má eisini byrja at tosa, flennir Erla og greiðir frá, at hini eru rættuliga smæðin. Men tað gongur rætta vegin, leggur hon afturat.
Erla av Vollanum er opin um sína støðu. Hon granskar egnar eginleikar og hevur ikki trupult við at seta orð á, hvat asperger syndromið ger við fólk.
- Nú eru vit í flokkinum ikki hardcore asperger. Men fyri okkum eru sosial bond ring at knýta. Vit hava trupult við kommunikatión. Vit hava trupult við sosialum relatiónum. Og vit hava ikki góð ímyndingarevni, greiðir hon frá.
Spurd, hvat tað merkir, svarar hon við einum dømi.
- Um onkur brúkar myndatalu og sigur, at handan kvinnan er sum ein rósa. So hugsa við aspergarar, um hon nú hevur tornir, um hon er grøn, ella hvussu hon nú man vera. Fyri okkum er trupult at skilja, at ein kvinna kann síggja út sum ein rósa.
Humor og ironi riggar heldur ikki altíð at brúka.
- Nei, um onkur fortelur eina joke ella roynir av vera ironiskur, so kann eg hava trupult við at fáa tað at hanga saman, ið viðkomandi sigur.
Men í 13g gongur rætta vegin, eisini við tí sosiala, heldur Erla av Vollanum.
- Ja, eg havi lagt til merkis, at tá eg tosi, so skeitir síðugentan yvir á meg. Hon hyggur, hvat eg geri, og nikkar. Men ja, enn er tað mest eg, sum tosi, flennir Erla.
Fríkorterini hava tó ikki somu reaktión sum øðrum skúlastovum í Hoydølum.
- Nei, tá tey siga, at nú er fríkorter, so vera vit sitandi. Inntil víðari gera vit sum oftast tað. Men eg kenni nøkur fólk her á skúlanum, og eg havi tann eginleika, at eg kann ikki lata vera við at uppsøkja tey og tosa við tey. So tað geri eg eisini viðhvørt, greiðir Erla av Vollanum frá.
13g heldur til í skúlastovu 15 og 16, ovast uppi í høga bygninginum í Hoydølum. Onnur stovan er vanlig skúlastova, meðan hin er til fríkorter og hvíld.
- Eg ivist eitt sindur í, um vit hava loyvi til at taka nakran annan inn her. Eg haldi ikki, at tað er loyvi, tí her skal vera friður, sigur Erla við tilsipan til frístovuna.
Hon greiðir frá, at fólk við asperger órógvast lætt, og kunnu tí hava trupult við at føra eina samtalu, um onkur larmar við síðuna av.
Erla av Vollanum er úr Fuglafirði, og hesa fyrstu vikuna hevur hon koyrt millum Fuglafjørð og Havnina.
- Fyrstu dagarnar lænti eg bilin hjá mammu, men so skuldi hann á verkstað, og eg mátti tí taka bussin. Tað órógvaði nógv, at nú skuldi alt broytast aftur, greiðir hon frá.
Erla leitar eftir einari íbúð í Havn, men eisini tað er trupult.
- Eg var og leitaði í gjár, men einki kom burturúr. Tað órógvar meg nógv, tá eg havi fleiri ymisk mál í senn. Tað órógvar, tá eg ikki fái endað ting, gjørt tey liðug.
Erla av Vollanum er tó við gott mót.
- Enn hava vit ikki fingið so nógv skúlating. Og tað er gott, tí eg eri rættuliga ferdig, tá eg komi heim aftan á ein langan dag.