- Okkara menn hava alt gott at bera Atlantsflogi

- Vit mugu ikki síggja burtur frá, at ein partur av atfinningunum úr Noregi botna í, at norðmenn vilja ikki hava útlendingar at arbeiða í landinum - uttan í slíkum føri, at hetta er átroðkandi neyðugt. So mikið kenni eg norðmenninar, sigur stjórin á El-Service á Skála, John Eli Olsen, sum hevur havt upp í 12 mans í Noregi

Flogvanlukkan
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo

El-Service á Skála hevur havt upp í 12 elektrikarar í Noregi, og í løtuni hevur felagið 8 mans, sum arbeiða fyri felagið í Noregi. Nú syrgiliga flogvanlukkan í Stord hendi, vóru teir allir heima, men fara yviraftur, um alt gongur sum ætlað.
    - Okkara menn hava arbeitt við projektinum, Orminum Langa, og hava soleiðis flogið við Atlantsflogi millum Stavanger og Molde við millumlending í Stord. Soleiðis hava teir eisini flogið á rutuni millum Føroyar og Stavanger ella Keypmannahavn.
    John Eli Olsen, stjóri í El-Service, sigur, at hansara menn hava ongantíð reist iva um trygdina hjá Atlantsflogi, men hava hinvegin verið sera væl nøgdir við tænastuna og viðurskiftini í flogførunum.
    - Eg havi ikki hoyrt eitt orð um nakað, og menninir hava verið stak væl nøgdir, sigur hann.
    Stjórin vísir á, at onkuntíð hava seinkingar verið á onkrari rutu, tí bíðað hevur verið eftir fólki, men hetta er nakað, sum sjálvandi kann koma fyri, tá ið tú flýgur fyri eitt annað felag, ið hevur sínar uppgávur at røkja.
    - Sum eg havi skilt, hevur onkuntíð verið bíðað eftir fólki, sum eru komin av boripalli, sigur hann.
    John Eli harmast sum øll onnur um syrgiligu vanlukkuna, men heldur, at norðmenn bevíst hava blást aðrar hendingar, sum teir siga seg hava verið úti fyri, upp í norsku fjølmiðlunum.
    - Eg kenni norðmenninar so mikið væl, at teimum hóvar ikki, at eitt útlendskt felag fær slíkar avtalur í Noregi. Norðmenn vilja ikki vita av útlendskari arbeiðsmegi - uttan í slíkum føri, har teir eru noyddir at taka annað fólk enn sítt egna inn. Hetta veit eg av royndum, sigur hann.
    Stjórin fer so vítt at kalla ein part av tí ágangi, sum verið hevur á Atlantsflog, fyri "typiskt norskt", sum hann tekur til.
    John Eli hevur verið burturstaddur og kom ikki heimaftur fyrr enn í fyrrakvøldið.
    - Eingin av okkara monnum hevur sagt, at teir ikki fara yvir aftur til Noregs, men onkur hevur ringt og fregnast um støðuna, nú vanlukkan hendi, sigur hann.    
    Stjórin í El-Service leggur dent á, at øll flogfeløg kunnu koma út fyri, at trupulleikar stinga seg upp við flogførunum.
    - Eg havi sjálvur upplivað, at motorur hevur verið skiftur á flogfari, sum eg skuldi flúgva við til St. Johns. Hetta tók 10 tímar, og flogfelagið var einki minni enn Brittish Airospace.
    John Eli Olsen sigur, at tær seinkingar, sum hansara fólk hava verið úti fyri, tí Atlantsflog hevur havt tekniskar trupulleikar, hava verið lítlar og ongar.
    - Eg kann bara vegna mínar menn bera Atlantsflog alt gott. Saman við teimum, ið reka flogfelagið og føroyingum øllum, harmast vit um ta syrgiliga, sum er hent, sigur stjórin í El-Service.