viðvíkjandi rakstrinum av ST. Sannleikin er, at ST er í stórum fíggjarligum trupulleikum og kemst hetta av, at mong limalond ikki hava goldið sín part av rakstrinum. Skuldin er heilar 15 milliard kr. Og størsti [...] við norðaru inngongd, rennur tú teg í standmyndina frá 1958, ið gjørd er at listamanninum, russaranum Evgeny Vutjetij. Standmyndin er av manni, sum við hamara í hond roynir at evna eitt plógjarn úr svørði [...] Merkið veittrar á hesum stað? Hóast ST-bygnaðurin hevur heimstað í New York, so er ikki talan um amerikanskt øki sum so. Her er talan um altjóða øki. Tað var sum óivað teim flestu kunnugt ríkmaðurin John D
Páskarósur Bólkur II. Skúlin í Sjónleikarhúsinum í Havn Leikurin er eftir Selma Lagerlöf, sum er ein kendur svenskur rithøvdur. Leikurin er um eina røvarafamillju, sum býr í Jøringsskógi. Leikararnir vóru [...] vandamiklar. Dømi um hetta var, tá ið ein genta, sum lesur ævintýrið Øskufía heldur, at hon er Øskufía. Og ein drongur er um at doyggja av at lesa eina bók, tí tað ber ikki til hjá honum at lesa og ganga samstundis [...] Dramaverkstaðnum í Havn Samrøða við Eyð Matras, sjónleikara, MáF Hvat er Sparigrísurin fyri ein leikur? Leikararnir vóru 9 – 11 ár. Søgan er um gentu sum finnur pengar frá bankaráni heima hjá sær sjálvari.
stardu niður í ósan… Tað er so vælgerandi fyri tankarnar at stara niður í rennandi áarstreym, og óivað hevur mangur skipbrotin maður ella forrætningsmaður viðhvørt funnið eina lítla hvíld fyri teirra ófriðarligu [...] men okkurt slag av bakkilsi mundi tað vera. Tað vísti seg, at tað vóru bananir. Hanus Kamban, sum er kelda til hendan partin av hesi frásøgn, heldur, at hetta umhvørvið hevur merkt samleikan hjá teimum [...] blaktrandi seglum og tevinum av tjørubræddum borðum. Petur Alberg greiðir frá Framhaldið av hesi grein er frásøgn dagfest 18.10.1923, sum finst í skjalasavninum hjá Petur Alberg. Petur var granni til Vertshúsið
matrosjkur seljast, áðrenn dreymur hennara er runnin út, og helst verða nógvir fótonglar lagdir fyri hana á vegnum. Men vónina kann eingin taka frá henni. Tað vónina, sum er sjálv fortreytin fyri broytingum. [...] Moskva, stóð okkum greitt, at hóast tað nú eru liðin meira enn tíggju ár síðani, at jarntjaldið fall, so er munurin millum eystur og vestur framvegis stórur. Risastórur. At sleppa ígjøgnum passeftirlitið var [...] gongd og taka trappurnar niður aftur á aðru! Eftirlitsmentan Sum dømi um herviliga rotinskapin, sum er í russiska samfelagnum, varð omanfyri nevnt, at viðførið varð gíðslatikið á flogvøllinum, men hetta
verið eg noyddur at eta alt í meg aftur. Hon er fryntlig, fyrikomandi, jarðbundin og stuttlig Fordómarnir eru gjørdir til skammar. Frælsi er málið Katja K. er fødd á Frederiksberg í 1968. Í sjeyti- og fyrst [...] Besta vinkonan føroysk Hetta er triðju ferð, at Katja K. vitjar Føroyar. Hon greiðir frá, at hennara besta vinkona er ættað úr Føroyum. Katja K og føroyska Simona, sum er úr Funningi, vuksu upp saman í [...] skal hava børn. Nú eri eg ikki nakar ársungi longur, so tíðin er við at renna út, men tað er heilt avgjørt eitt mál hjá mær, tí familja er rættiliga týdningarmikil, fortelur hon Katja K. dugir ikki at
hvør teirra er journalistur og hvør er politikari. - Karmarnir, arkitektururin er eisini spennandi. Her eru nógv spennandi høli, t.d. hevur drotningin móttøkuhøli á Christiansborg. Og so er forsætismálaráðið [...] danskar politikarar. Tað er týsdagur 5. oktober 1999. Í dag verður fólkatingið sett fyri seinastu ferð hesa øldina. Fólkatingssetanin er eisini orsøkin til, at kongshúsið er so væl umboðað inni á Chr [...] annað hevur avdúkað fíggjargølur sum fáur, og á tí økinum er hon suveren. Hon er eisini ein politikari, sum tosar nógv við ²mannin á gøtuni². - Hon er í veruleikanum eitt slag av Robin Hood, heldur Per Højgaard
glaðan gevara. Sui hevur ikki liðið nakra neyð og er glað fyri at vera við í arbeiðinum bæði á ein og annan hátt. Víst er Sui ein merkisverd kvinna. Shamebo er deyður fyri nøkrum árum síðani. Hjálp til verandi [...] níggju í tali, og eisini konuna av meslingum ella av eftirsjúku. Her er sama støða við meslingum, sum tað var í Føroyum fyrr. Vandin er, tá ið fólk ikki hava havt meslingar sum børn, og tey verða smittað [...] eisini missiónsstøðina, sum hvítusunnumenn úr Svøríki hava bygt í Awasa, sum nú er landspartahøvuðsstaður. Har er stór og vøkur kirkja, verkstaður og skúli fyri jarn- og træsmíð og nógv hús afturat
?. Tað er her niðri, ið nakar mikroorganismur liva, ið eru førar fyri at umbroyta kviksilvurið og tess forbindilsi til metyl-kviksilvur. Hetta er eitt organiskt kviksilvurforbindilsi, sum nú er gjørt 100-tals [...] ókent tal av artiklum, rapportum og tíðarritum. Hetta er tó lítið av miklum, tí hesin vísindaligi litteratururin er skrivaður í túsundatali. Óivað er kviksilvurið sum eiturevni tað, sum hevur givið vísindamonnum [...] i, sum eru nógv í tali, og er tí í stand til her, at taka royndir og avgerða um ein hevur krabbamein ella um krabbasjúka er á veg (kyknubroytingar) ella, at tað als ikki er talan um krabbasjúku. Tá ein
ein sorgarleikur fyri familjuna, hóast vit onga løtu hava ivast í, at John er ósekur. Hann er eingin harðskapsmaður, hann er altíð farin væl við mær og børnunum, og eg havi altíð vigað tað góða upp ímóti [...] børn nú og hugsa um tað, sum farið er fram. Tey vilja gera vart við viðurskifti, tey meta vera merkt av órættvísi og vantandi virðing fyri teimum, ið vara av, tá talan er um slíkt álvarsamt revsimál. Ikki [...] spyrja, um løgreglan er til fyri nøkur útvald fólk og ikki fyri onnur, tá ið hon soleiðis leypur á leistum fyri ávísum, sigur hon. Nú ivast Guggan og Steinolvur ikki í, at hvørki gentan ella foreldur hennara
einum kaðali, og hægsta punkt er 90 m. yvir havinum. Sum verða man er útsýnið yvir stórbýin avbera gott, og eisini leggur tú serliga merki til ta stóru havnina, ið annars er fjald aftan høgar veggir ella [...] tað sera hugaligt at koma til lítla Singapore. Her var ikki nóg stórt til, at vit kundu stressa. Vit koyrdu suður í bussi úr Malaysia, og komin til brúnna, ið samstundis er markið til landið, byrjaðu hesir [...] Hetta er størsta ferðafólkamál í Singapore, og millum vanlig fólk verður nógv gjørt burturúr at fara vikuskiftistúrar út hagar. Tað eru ymiskir háttir at koma út á oynna, men tann mest áhugaverdi er við