STJØRNUEYGA - Barnasjónleikarastevnan

MáF 2007

Tekstur: næmingar 5.a í Sankta Frans Skúla

Myndir: Sólbjørn Fríði Olsen 5.a, MáF og foreldur

Tekning: Matteus Hentze 5.a

 

 

 

 

 

 

 

Tað lítla barnið lá í fonnini, sveipt í reinsdjóraskinn og hugdi at stjørnunum,.....og stjørnurnar hugdu at barninum, .....og tær litu so leingi at barninum og barnið so leingi at teimum, at stjørnuglæman var verandi í eygum barnsins.

Stjørnueyga (Zacharias Topelius 1818-1898)

(Sigurð Joensen 1911 – 1993)

 

 

Leygardagin 5. mei skipaði MáF - meginfelag fyri áhugasjónleikarafeløg í Føroyum - fyri barnasjónleikarastevnu í Havn.

 

Sjey leikir vóru á skránni, tann fyrsti byrjaði kl. 12.00 og tann seinasti kl. 17.00. Ein stuttur steðgur var millum leikirnar. Framførslurnar vórðu leiktar í Tinghúsgarðinum, í Sjónleikarhúsinum og á Meiarínum. Í foyéruni í Sjónleikarhúsinum var eisini andlitsmáling, sum tey ungu frá Dramaverkstaðnum í Havn skipaðu fyri.

----------

 

Gykl- og gleðisgonga

 

Stevnan byrjaði við einari gykl- og gleðisgongu frá Sjónleikarhúsinum oman í Tinghúsgarðin.

 

Í Tinghúsgarðinum vóru nógvir luttakarar, og nógv fólk var komið at hyggja. Ein maður og ein kona við svørtum andliti sjongleraðu við trimum eldbóltum. So kom ein onnur svørt kona við tveimum stavum, sum logaðu í endunum. Maðurin vildi eisini hava ein stav, og so gjørdu tey ymisk kynstur, og tað var sum eldlist.

 

Har var ymiskt annað, Gunnvá Zachariassen, stevnu samskipari, tók orðið og Hildur Eyðunsdóttir frá Tórshavnar Býráð helt eina røðu um sjónleik og setti stevnuna. Har vóru eisini tónleikararnir Dánjal, Búi, Óli og Andrias, sum vit kenna frá barnasjónleikinum Ævintýrferðin, og vit prátaðu við teir. Teir spældu á neytaklokku, rútmutrummu, stórutrummu og friend-drum og sungu eisini saman við áskoðarunum.

 

Kórið hjá Tórshavnar Musikkskúla við Joannu Johansen og Kára Bæk sungu eisini. Sangirnir ljóðaðu ótrúliga væl, men tað var keðiligt, at tey ikki sungu harðari og týðiligari.

 

Linda Jórun Poulsen, Guðrið Hentze, Rani Dam, Hákun D. Olsen og Sissal Abrahamsen

--------

 

Páskarósur

 

Bólkur II. Skúlin í Sjónleikarhúsinum í Havn

 

Leikurin er eftir Selma Lagerlöf, sum er ein kendur svenskur rithøvdur. Leikurin er um eina røvarafamillju, sum býr í Jøringsskógi. Leikararnir vóru 8 – 11 ár.

 

Ein dagin fara mamman og børnini oman í bygdina at bidda. Tey koma til eitt kleystur og fara inn í vakra urtagarðin hjá munkunum við rósum, liljum og anemonum uttan at spyrja nakran eftir. Røvaramamman fortelur munkunum, at hvørja jólanátt umskapast Jøringsskógur til vakrasta urtagarð av øllum urtagørðum. Hans Abbati vil sleppa at síggja henda vakurleika og fer jólaaftan niðan til røvarafamiljuna. Jólanátt bræddi summarlýkkan kavan, og sjáldsamar rósur og hvítar liljur vuksu allastaðni.

 

Jólaaftan árið eftir gav Absalon erkabispur røvarapápanum frælsisbrævið, og røvarafamiljan flutti omanaftur í bygdina.

 

Vit halda, at hetta var ein góður leikur, og blómubørnini í Jøringsskógi vóru vøkur. Friðarligi tónleikurin var svenskt fólkalag frá Dalarna í Svøríki.

Vivianna Hansen og Súsanna Mouritsen

----------

 

 

Løgnar bøkur

 

Sprotin. Bólkur frá Dramaverkstaðnum í Havn

 

Løgna bókin var ein sera stuttligur leikur við góðum sjónleiki. Vit halda, at sjónleikararnir dugdu sera væl at spæla, og tey snakkaðu eisini hart og tíðiliga.Tey vóru 10 – 13 ár.

 

Leikurin var um, at bøkur eru vandamiklar. Dømi um hetta var, tá ið ein genta, sum lesur ævintýrið Øskufía heldur, at hon er Øskufía. Og ein drongur er um at doyggja av at lesa eina bók, tí tað ber ikki til hjá honum at lesa og ganga samstundis. Drongurin dettur nevniliga um ein stein og doyr næstan av hesum.

 

Áskoðararnir flentu og vóru væl við. Og vit halda, at sjónleikurin skal fáa 4 av 5 stjørnum.

 

Pætur H. Vestergaard og Tummas D. Mohr

-----

 

Sparigrísurin

 

Fræið. Bólkur frá Dramaverkstaðnum í Havn

 

Samrøða við Eyð Matras, sjónleikara, MáF

 

Hvat er Sparigrísurin fyri ein leikur?

Leikararnir vóru 9 – 11 ár. Søgan er um gentu sum finnur pengar frá bankaráni heima hjá sær sjálvari. Og eftir hetta hendir nógv spennandi.

Hvussu var pallurin?

Hann var einfaldur eins og flestu av hinum pallinum á stevnuni. Hetta er jú snilt á einari slíkari stevnu, tá skiftini millum leikirnar skulu ganga skjótt. Tað serliga við pallinum var, at har var ein stórur ljósareyður sparigrísur, sum jú var sera hóskandi til navnið á leikinum.

Hvussu dámdi tær leikin?

Mær dámdi væl leikin, tí hetta var bæði ein øgiliga fitt søga og ein væl spældur leikur. Harumframt var stemningurin í salinum sera góður.

----------

 

Livandi sjónleikarasøgur

Makkitararnir, bólkur I. Skúlin í Sjónleikarhúsinum í Havn

 

Leikararnir vóru 13-16 ár.

Hesin bólkur framførdi tvær ferðir á stevnuni. Fyrru ferðina spældu tær Antigone uttandura, sum er ein elligamal grikskur leikur.

 

Seinni spældu tær Mumming úr miðøld á Meiarínum. Her spældu tær tveir leikir, eitt brot úr kenda sjónleikinum Hamlet eftir Shakespeare og hin leikurin var um eina prinsessu. Nógv rím vóru í leikinum. Vit fóru at flenna, tá tey søgdu: “fara tey at fríggja, so vil eg spýggja”.

 

Prinsessuleikurin var syrgiligur, men samstundis ógvuliga stuttligur. Hann var um eina prinsessu, mammu hennara og fýra riddarar, sum allir vildu fríggja til prisessuna. Men hon vildi bara hava riddaran Georg, tí hann var tann djarvasti. Ein riddari, sum prinsessan ikki skoytti um, burturførdi hana. Tá kom Georg og drap allar riddararnar. Men áðrenn burturflytarin doyði, drap burturflytarin prinsessuna, tí eingin skuldi fáa hana.

 

Vit hava valt at geva framførðsluni fimm stjørnur.

 

Elisabeth Andreasen, Sára Kvilt Lindberg og Krista Heiðriksdóttir

-----------

 

 

Loyniklubburin

Dáin. Bólkur frá Dramaverkstaðnum í Havn

Loyniklubburin er ein sera spennandi og stuttligur sjónleikur. Leikararnir vóru 10-13 ár.

 

Tá leikurin byrjar, er eldur í einum húsum. Til tað brennandi húsið brúktu tey eina roykmaskinu. Fólk síggja royk og begynna at blíva eitt sindur bangin, tí trý hús eru brend upp á tríggjar vikur. Tá tey hava lisið eina grein í Dimmu, gera tey ein loyniklubba, tí tey ætla at finna útav, hvør tað er, sum brennur hús, og tey fóru til blaðið og spurdu, um tey kundu sleppa at tosa við tann, sum tekur bíløtini. Skrivstovudaman svaraði, at hann ikki var har, men tað eyðnaðist loyniklubbanum at finna brennivargin, og tey ringdu beinanvegin 112. Politiið fangaði hann og setti hann í fongsul.

Guðrið Hentze, Linda Jórun Poulsen og Sissal Abrahamsen

----------

 

Lítli Prinsurin

Bólkur III. Skúlin í Sjónleikarhúsinum í Havn

 

Lítli Prinsurin var ein sjónleikur, sum er um nógvar gongustjørnur og ein prins, ið hevði eina blómu, sum vardi gongustjørnu sína.

 

Vit hava tosað við Hedvig Westerlund Kapnas, leikstjóra. Hon segði okkum, at hetta var ein leikur, sum er bygdur á eina heimskenda bók eftir Antoine de Exupery. Jacques Ardoin var vinmaður hja rithøvundanum og skrivaði leikin í 1944. Leikurin hevur verið framførdur í nógvum londum líka síðani.

 

Tað vóru 16 leikarar 10 – 13 ár, sum royndu sítt besta. Leikararnir vóru 10-13 ár, og tað gekk nokk so væl. Leikurin vardi ein knappan tíma. Vit geva teimum 2 av 5 stjørnum, tí leikurin fangaði okkum ikki. Annars var tað gott!!

 

Bergur Mikkelsen og Ernst D. Remmel

 

-----------------

 

 

Dansiteatur

 

Spurningar settir 5.a

 

Hvørjir vóru persónarnir?

Í dansileikinum Eitt einasta orð dansaðu og tosaðu og sótu, klemmaðust og skeldaðust ein ung genta og ein ungur drongur.

Hvussu var pallurin gjørdur?

Tey dansaðu ikki uppi á scenuni, men niðri á gólvinum. Á gólvið høvdu tey lagt svartar dansimáttur. Har stóðu tveir stólar. Har vóru eisini tveir flatskermar, men bara annar var tendraður og vísti myndir. Á vegginum hekk ein violin. Annars var pallurin nokk so tómur, har vóru ikki so nógv ting, men tað var ok.

Hvussu var ljósið?

Eitt sindur myrkt. Tað skifti ímillum at vera myrkt og ljóst, gult og svart.Tað vóru tvær lampur á vegginum, ið lýstu vakurt, og tá ið gentan kom inn ímóti teimum, varð tað ein flottur skuggi. Og tá alt rúmið var myrkt, og ljósið lýsti á violinuna á vegginum, var tað ótrúliga flott.

Hvussu var tónleikurin?

Tað var violin- og klavertónleikur. Ein genta spældi violintónleik uppi á balkongini, og tað ljóðaði ógvuliga væl. Tað var ein friðarligur sangur, sum kom hvørjaferð, bíløtini á skerminum vórðu víst. Tónleikurin var syrgiligur og eitt sindur óhugnaligur, tá tað var myrkt. Onkur helt eisini at tónleikurin var í so seinur og gammeldags.

Hvat var dansileikurin um?

Um menniskju og at allar søgur koma úr tí eina orðinum, sum kann broyta okkum. Ella um meg og teg og lív og bangilsi.

Hvat dámdi tykkum dansileikin?

Eitt sindur væl, tí tey dugdu væl at dansa og at minnast orðini, og har var nógv flott, men hann var meira til vaksin enn til børn og ikki altíð so lættur at skilja, og so kundi hann verið stuttligari. Har var ov lítið av litum, og tað gekk ov seint, sjálvt um hann var dramatiskur.

----------

 

Stjørnueyga – besti skúladagur

 

Eftir hvønn leik fingu leikararnir hvør sína reyða rósu. Blaðið Stjørnueyga fekk 19 reyðar rósur. Tá tann seinasta framførslan, sum var dansiteatrið, var liðug, helt Eyð Matras eina røðu og handaði øllum teimum, sum høvdu luttikið á barnasjónleikarastevnuni 2007 hvør sítt diplom.

 

Blaðbólkurin á sjónleikarastevnuni var 5.a í Sankta Frans skúla í Havn. Blaðstovan var í skúlanum. Skúladagurin byrjaði kl. 10.00 og endaði ikki fyrr enn kl. 21.00, tí Sára skuldi rættlesa tekstirnar og myndirnar skuldu vera lidnar.

 

Stjørnueyga er ein hin besti skúladagurin, vit hava havt.

 

 

Næmingar í 5. a Sankta Frans skúli

Louisa Lamhauge og Sigga Vang, lærarar