subjektiva tulking av tí sum veruliga er skjalafast í hesi somu semju. Hon er prenta í fullum líki í Dimmu leygardagin, og soleiðis kann ein og hvør staðfesta, at umberingar-fyribrigdi ikki er nevnt í [...] standa sína roynd. Stemningurin gjørdist elektriskur. Formaðurin bað fólk um at fara út at roykja og at konspirera, sum hann tók til. Hvør skal siga? Støðan var onki broytt táið fundurin varð uppafturtikin [...] er ein sorgarsøga. Men sum Sigurð Joensen segði á sinni: "Journalistar eru eitt fólkaslag ein skal vara seg fyri." Vónandi eru allar misskiljingar við hesum beindar av vegnum, í einum málið, sum má hava
hetta, tí tað kann vera so skjótt, at fólk ikki hugsa so nógv um tað, heldur Brit, sum veit, at hon varð smittað av hinskyndum sambandi. Hon veit tó ikki við vissu, hvør hevur smittað hana. Kannað av tilvild [...] Vit vita tó ikki hvør av okkum hevur smittað hvønn. Tað er eisini fullkomuliga líkamikið, tí ta vitanina hevði ikki kunnað brúkt til nakað, sigur Brit púra avgjørd. Seinni fóru tey so hvør til sítt. Men í [...] hjálpt henni væl. Læknin hjá henni hevur fleiri ferðir sagt henni, at hon helst fer at blíva gomul við hesi sjúkuni. ? Nú ljóðar hetta sum eg bara havi tað so gott, og alt er so ljósareytt, men tað hevur tað
sigla við 48 ferðandi hvør - á hvørjum túri. Men, við tað, at bátarnir hava pláss til nógv fleiri ferðandi, er altíð gott pláss umborð, og hetta kemur væl við hjá ferðafólki, sum eru serliga ansin í hesum [...] bóka seg til túrar hjá Sjóferðum, og her eru nakrar bíleggingar. Men, árið líkist slett ikki undanfarnu árum. Gunnar Skúvadal vísir á, at vónirnar fyri summarið eru so sum so, og hann væntar ikki, at summarið [...] Gunnar Skúvadal vísir á, at tað eru fleiri føroyingar, sum hava summargestir, ið velja henda túrin og afturmeldingarnar, sum Sjóferðir gjøgnum árini hava fingið, eru góðar. - Eg haldi, at vit higartil
Skipanin er hon, at fýra fólk eru knýtt at bátinum í senn, samstundis sum fýra onnur eru til at taka, um onkrum berst frá, tá útkall eru. Jens Hansen sigur, at soleiðis eru fýra fólk í senn á forvakt – og [...] tveir scania motorar á 530 hk hvør. Báturin er um 12 metrar langur og vigar heili 13,5 tons. - Vit eru sera væl nøgdir við bátin, og nú heystið og veturin stunda til, eru vit spentir eftir at síggja, hvussu [...] nýtt slag av fendarum, sum vísa seg at rigga væl, leggur hann aftrat. Jens Hansen sigur, at vegna LFB eru teir sera takksamir fyri vælvild og stuðul, nú Lív hevur fingið sína føstu atløgu í Vágsbotni. Fleiri
vanliga fólkið eru tey, ið síðst merkja ágóðan av góðu tíðunum, meðan tey eru tey fyrstu at merkja ringu tíðirnar. Radikal og idealistisk? Ofta verður sagt um yngra ættarliðið, at tey eru ov radikal og [...] gera skipanir, ið eru ætlaðar okkara samfelag og okkara borgarum. Latum okkum ongantíð taka tey stríð, ið vunnin eru, fyri givið, men enn viktigari: lat okkum ongantíð køva tey stríð, ið eru í gongd beint [...] at kvinnur skuldu hava valrætt. Í dag eru hetta alt rættindi, ið vit vilja gera alt fyri at verja. Nei, tað er radikalt og idealistiskt at halda á fram við hesi somu gongdini. At halda, at vit kunnu troyta
Tað eru nógv tiltøk, t.d. Undirbeat, Óljóð, Grundin á G! og Sirkus, sum hava fingið fólk at leggja merki til hetta slagið av tónleiki. Og tað er ordiliga stuttligt at síggja, hvussu nógv ymisk fólk nú koma [...] koma til hesi tiltøkini. Man kann ikki longur tosa um ein ávísan málbólk, heldur Alisa. Hon sigur, at tað eisini eru fólk allastaðni í landinum, sum sita heima við hús og fáast við at miksa og diska. Hon [...] snýr seg um at hava føling við fólkinum og stemninginum. Um fólk hava hug at dansa, so nyttar tað einki, at eg spæli chill-out-tónleik. Og um fólk hava hug at práta og taka tað róligt, so nyttar einki at
verandi nótaflota eru bert tvey skip, sum hava loyvir, ið landið hevur lutað út. Tað eru loyvini hjá Tróndi í Gøtu og Christian í Grótinum. Øll hini loyvini eru uppkeypt frá øðrum, sum eru farnir úr vinnuni [...] tað bara er ein møguleiki, og hann er, at øll rættindi skulu seljast á uppboðssølu frá 2018. Hesi tíðindi eru ikki sørt ørkymlandi, tí hví skal man seta eina nevnd at arbeiða við eini fiskivinnunýskipan [...] "av heimsins fiskivinnuskipanum stórum og smáum eru 91 prosent av TAC útlutað eftir søguligum tølum, antin sum veiða ella til førini, sum hava veitt. Tó eru nógvar skipanir so smáar í nøgd, at um útlutanin
og arbeiða víðari við projektering av Pallinum. Hesi smáu, men týðandi stigini skapa tað dagliga rúmið, har børn røra seg og mennast – hesi stigini eru ein týdningarmikil liður í menningini av okkara [...] fríøki og felagsskapsøki fara at fáa eitt lyft. Hesi átøk gera gongugøtur, almenn øki og miðstaðarøki ljósari, grønnari og tryggari – og tey skapa løtur, har fólk kunnu møtast og kenna seg sum part av einum [...] 2026. Vága kommuna er longu millum tær kommunur sum eru komnar longst á spillvatnsøkinum – gott 85% av arbeiðnum er gjørt – men tað, sum stendur eftir, eru júst tey mest krevjandi økini. - Tí seta vit 5 mió
prestur, og hvørji eru hesi børn. Hetta er ein sera grov skuldseting, og tygum, sum tosað um kristna siðalæru, hava skyldu, at koma út við hvør presturin er, og hvørji børnini eru. Tí annars synda tygum [...] foreldrum, ið ikki eru gift«. Hetta petti fellur í tveir partar. Tann seinri parturin er: »prestur hevur noktað at doypa børn«. Prestur her stendur í eintali, meðan børnini standa í fleirtali. Hvør er hesin prestur [...] vísundamaður og lækni Albert Schweitzer: »?uden at Sandheden tager skade«. Eg haldi, at tygum ikki bert eru komin at markinum, men er farin yvir um, so at Sandheden tager skade. Yvirskriftin er henda løgna:
hóast hesi tøl ber illa til at seta talvirði á sorg og sakn hjá teimum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis verða rakt av ferðsluvanlukku. Ein veruleiki er, at uttan mun til, hvat ið gjørt verður, og hvør fe [...] álitinum eru eisini uppskot um raðfesting av teimum tiltøkum, sum mælt verða til at seta í verk, og hvat er mest neyðugt og skilabest at gera. - Álitið er í samsvari við nullhugsjónina, hvørs endamál er [...] fyri at vit halda okkum á einari skilagóðari kós, og at kjakið fyriheldur seg til niðurstøður, sum eru grundaðar á hagtøl og óheftar fakligar metingar. Ein orðaður ferðslutrygdarpolitikkur skal hinvegin