Lív
Næstsíðsta leygardag varð nýggja atløgan hjá bjargingarbátinum Lív løgd út í Vágsbotni.
- Vit hava fingið atløguplássið ókeypis frá Tórshavnar kommunu, og haraftrat hava vit fingið loyvi at brúka 12.000 kWh í streymi ókeypis um árið.
Tað sigur Jens Hansen, sum vegna LFB hevur umsjónina við bjargingarbátinum.
Hann vísir á, at teir sjálvir hava teknað atløguna, men at bjargingarfeløgini hava møtt stórari vælvild og hjálpsemi í hesum arbeiði.
- Vit hava fingið lutirnar til brúnna frá Vestlaks, og síðan hevur Tórshavnar Skipasmiðja sveisað brúnna saman fyri okkum. Alt timburarbeiði hava vit gjørt sjálvir – og sjálvboðið, sigur Jens.
Umsjónarmaðurin sigur, at teir settu fendararnar upp í gjár, og í dag hava teir fylt luft í hesar.
- Hetta er eitt nýtt slag av fendarum, sum vísa seg at rigga væl, leggur hann aftrat.
Jens Hansen sigur, at vegna LFB eru teir sera takksamir fyri vælvild og stuðul, nú Lív hevur fingið sína føstu atløgu í Vágsbotni.
Fleiri uppgávur
Lív varð dóptur í Kollafirði 17. mai í ár, og longu á royndartúrinum ávegis úr Kollafirði til Havnar fekk báturin sína fyrstu uppgávu, sum var ein sjúkraflutningur úr Nólsoy til Havnar.
- Lív hevur havt fleiri uppgávur, síðan báturin kom til landið. Skipanin er hon, at fýra fólk eru knýtt at bátinum í senn, samstundis sum fýra onnur eru til at taka, um onkrum berst frá, tá útkall eru.
Jens Hansen sigur, at soleiðis eru fýra fólk í senn á forvakt – og fýra onnur á bakvakt, sum hann rópar tað.
- Tað er bara 112, sum er Alarmsentralurin og MRCC Tórshavn, sum kunnu kalla bátin út til uppgávur og teir, ið hava tilknýti til bátin, hava allir kallitól frá Tórshavnar Sløkkiliði.
Vit kunnu nevna, at tá hol kom á ísfiskatrolaran Falk á Sandoyarbankanum fyrr í summar, var Lív fyrstur av landi og út á skipið við pumpum. Tað var mjørkaveður, og tí kundi tyrlan ikki flúgva.
- Vit hava skilt, at fiskimenninir vóru sera fegnir um at síggja Lív so skjótan á leiðini. Tá báturin kom á leiðina, var støðan umborð á Falki undir eftirliti.
Eisini á ovastevnu, tá Lív var tøkur í samráð við samarittarnar hjá Reyða Krossi, hevði báturin ikki færri enn seks flutningsuppgávur, harav onkur var “kritisk”, sum umsjónarmaðurin tekur til.
Væl nøgdir
Tað er Landsfelagið fyri Bjargingarfeløg, sum eigur Lív, ið hevur tveir scania motorar á 530 hk hvør. Báturin er um 12 metrar langur og vigar heili 13,5 tons.
- Vit eru sera væl nøgdir við bátin, og nú heystið og veturin stunda til, eru vit spentir eftir at síggja, hvussu báturin fer at roynast í verri líkindum, sigur Jens Hansen.
Málið hjá LFB er, at bjargingarfeløgini kring landið skulu hava meira enn henda eina bátin, og skipanin við hesum fyrsta bátinum er, at bjargingarfeløgini í Havn, Kollafirði og Nólsoy standa fyri rakstrinum.