fram á leið. Bólkurin ætlar, at visjónirnar skulu bera so langt, at Føroyar í 2015 eru ein íverksetaradepil, ið dregur fólk úr øllum heiminum til sín. - Í 2015 sleppur íverksetarin at fokusera upp á hugskotið [...] Føroyar skulu mennast til at verða eitt áhugavert stað hjá virkisfýsnum fólki at byrja nýggjar vinnur. Hesi mál skulu náast við einum fjøltáttaðum útbúgvingarverki, sum skal verða ein virkin partur í at ala [...] Íverksetararáðgeving skal savnast á einum staði, íverksetaranetverk skulu viðurkennast og mennast, og hesi skulu knýtast saman við onnur altjóða netverk. Fígging og skattur Bólkurin heldur, at gjøgnumskygd
fíggjarmálastýrisins. Vit kunnu staðfesta, at 13 fullkomiliga ósek fólk skulu bøta fyri hetta, og tað er sera álvarsamt. Hetta eru ófrættakend boð at fáa frá landsins myndugleikum, sum áttu at havt rættvísi [...] Einki løgið er í tí, at samráðingar slitna ? tað hevur veirð reglan ehldur enn undantakið hesi seinastu árini. Kortini er tað eitt mál, sum er sera løgið. Málið gongur aftur til 1988, tá ið blokkstuðulin [...] tíðarskeiðnum 1988 ? 1992. Teir fingu síni setanarskriv og hava trúliga og ábyrgdarfult røkt sínar skyldur hesi árini í teirri føstu trúgv, at arbeiðsgevarin eisini helt sínar skyldur. Hví tekur so fíggjarmálaráðharrin
stóðu fyri undirvísingini. Hesi dugnaligu ungu hava framført nógv dansispøl, ikki bert í Føroyum, men eisini uttanlands, og vóru tey til uppgávuna fús – ein sonn fragd at síggja hesi dugnaligu ungu bera læruna [...] okkum hesa frásøgn: Føroyski dansurin er partur av okkara dýrabara mentanararvi, ið flestu okkara eru errin av. Tí var skipað fyri kvæðastevnu fyri næmingar í miðdeild fólkaskúlans í Norðurlandahúsinum [...] føroyskan dans, men dentur var eisini lagdur á spennandi søgurnar handan kvæðini, har vit høvdu serkøn fólk inni at siga frá Ólavi Riddararós og Sinklars vísu. Hetta var undirbygt við borðspælinum Kvæða-quiz
leiðarin kann fara so harðrendur til verka sum at skera øll tilboð til fólk við menningartarni ella øðrum breki burtur. Hetta eru tey ið hava torførast við at svara fyri seg. Hvar er sláimaskinan nú? Eg [...] g v.m. Sambært lógini verður frítíðarundirvísing skipað í 3 økir, sum eru: 1.almenn frítíðarundirvísing: Vanlig tilboð sum vit eru von at síggja í kvøldskúlaskráunum 2.serstøk frítíðarundirvís-ing: Tilboð [...] Hvussu verða kvøldskúlatilboðini bólkað í hesi 3 økir Í kvøldskúlaskránni sæst, at tilboðini til menningartarnað og rørslutarnað verða rópt "Eykatilboð". Hesi eykatilboð fevna um ymiskan ítrótt og onkur
mánaði í fjør, hava vit sæð meira til hvør annan, og tað hevur so havt við sær, at vit gjørdu álvara av at gera eina fløgu saman, sigur Terji Rasmussen. Teir eru so at siga grannar á stóra Oyrasundskolleginum [...] seta seg upp ímóti forvæntningunum hjá teimum. Eg skilji væl, at summi ungfólk í dag eru ráðaleys, tí krøvini til tey eru størri enn nakrantíð. Men tey verða sjálvi noydd at gera av, hvat tey skulu brúka [...] nakrantíð. 80?ini hjá Frændum og fløgan hjá Føstufressum teljast millum hesi verk, men hóast hæddirnar í føroyskum tónleiki langt síðani eru náddar, halda hesir tónleikararnir fram við at spæla, skriva og geva
Prestarnir skriva lestrarnar, og fólk ymsastaðni runt um í landinum lesa. Fleiri røddir hoyrast á hendan hátt, og júst hetta hevur sítt virði og vísir á, at so mong eru virkin í hesi felags søk. Sjálvur formurin [...] kirkjuni. At útvarpið sendir beinleiðis styrkir eindarkensluna, at eisini tey, sum ikki eru í sjálvari kirkjuni, eru ein sjálvsagdur partur av kirkjuliðnum. Tí sjálvt um tað er gott at ganga í kirkju, so [...] hesin óttin gjørdist veruleiki. Annars eru korini so nógv broytt innan loftmiðlar, at kirkjan hevur mikið meira enn eina guðstænastu í ÚF at kappast við, nú vit eru farin at síggja óteljandi sjónvarpsrásir
sigur, at Prosper soleiðis kann taka 200 skipsbrotin fólk umborð á eitt slag av sjúkrahúsi. - Eg verið við í allari hesi tilgongdini at flagga hesi skipini til føroyskt flagg, og eg fari at sigla sum fastur [...] Torleivur M. Mikkelsen, ið vit kenna frá felagnum Thor Shipping. Hesi skipini hava heimstað í Havn og sigla undir føroyskum flaggi. Tað eru føroyingar, sum manna Strilhauk og Supporter. Hetta er eftir øllum [...] klokkan 15 kom enn eitt skip undir føroyskt flagg, og í komandi viku kemur tað fjórða í røðini. Hesi bæði seinnu eru munandi størri enn tey bæði fyrru. Skipið, sum kom undir føroyskt flagg í gjár, eitur Prosper
sjónvarpinum at sjálvt amerikanarir eru byrjaðu at vakna og venda sær ímóti WTO, Heimsbankanum og IMF. Hesir stovnar eru amboð hjá globalu marknaðarkreftunum. At amerikanarar eru farnir á barrukadurnar at stuðla [...] vit hava er ein sjálvfylga. Onki er meiri skeivt. Hetta eru rættindi í arbeiðsfólk og arbeiðaraflokkar hava stríðst seg til í felag. Tí mugu hesi rættindi eisini verjast og mennast í felag. Arbeiðara- og [...] størri hvønn dag. Fjóri hvør borgari í heiminum fær ikki nokk av mati, meðan vit ongantíð hava framleitt so nógvan mat sum í dag. Trupuleikin er ikki at matur manglar, men at fólk ikki hava ráð at keypa
- Eingir upprunaligir tvøramenn eru til, tí eingin búði her. Men fólk kom allastaðir frá at arbeiða, og so ognartók man jørðina hjá læknanum til bústaðir, tí hesi fólk máttu búleikast onkustaðni og soleiðis [...] kapping, har fólk kunnu gita, hvat ymsir gamlir lutir hava verið nýttir til. Húsini eru opin jóansøku dagarnar og fólkini, sum stákast við at fyrireika framsýningina vóna at síggja nógv fólk á jóansøku. [...] at halda teimum inni. Eitt tremmuvindeygað er goymt í kjallaranum. Savn John Mortensen sigur, at fólk eru ófør at siga frá, um tey eiga ymiskar gamlar lutir heima. Ætlanin er at fáa eitt savn á beinini
sum hevði verið við at gera Hvítubók, og hvørs sjónarmið gingu ímóti ?politiskt korrekta? sannleikanum á almennum fundi av Høgna Hoydal á ein hátt sum skakaði fólk varð hongdur út sum ?kraddari?. Men tá [...] ásetingar í stýrisskipanarlógini um fólkaatkvøðu, men vit skjóta upp at halda eina fólkaatkvøðu, so Føroya fólk hava seinasta orðið at siga, sigur Høgni Hoydal. Høgni Hoydal stendur fast við, at hóast veljarin [...] hava reist um løgfrøðisliga gildi av teirri ætlaðu fólkaatkvøðuni. Svarið, sum er endurgivið fremst í hesi greinini kundi verið stytt til, at ?nú má løgfrøðin víkja fyri politiskum áhugamálum?. Tískil verða