Visjónir fyri íverksetan

Vinnulóggávan skal fylgja altjóða reglum fyri at styrkja føroyskar fyritøkur á útflutningsmarknaðinum, ein samskipað marknaðarføring av føroyskum vørum og tænastum uttanlands skal styrkjast, og ein íverksetaraportalur skal setast á stovn

Íverksetan

Strategibólkurin, sum arbeiðir við visjónum um íverksetan, hevur sett sær nøkur mál, ið skulu hjálpa teimum, sum ætla sær í gongd við vinnuligt virksemi, fram á leið. Bólkurin ætlar, at visjónirnar skulu bera so langt, at Føroyar í 2015 eru ein íverksetaradepil, ið dregur fólk úr øllum heiminum til sín.
- Í 2015 sleppur íverksetarin at fokusera upp á hugskotið og at vinna pening, tí allar forðingar skulu beinast av vegnum.
Bólkurin fer eitt nú at arbeiða við 1) íverksetarahugburði, 2) íverksetaraskipanum, 3) fíggjarmøguleikum, 4) skattligum viðurskiftum, 5) lógarkørmum og reglum og 6) Eini smidligari almennari fyrisiting.

Hugburður og skipanir
- Málið er, at Føroyar skulu mennast til at verða eitt áhugavert stað hjá virkisfýsnum fólki at byrja nýggjar vinnur.
Hesi mál skulu náast við einum fjøltáttaðum útbúgvingarverki, sum skal verða ein virkin partur í at ala fram ein íverksetarahugburð í føroyska samfelagnum.
- Tað skal loysa seg at skapa sín egna vinnuveg, tí samstundis sum íverksetarin tekur váða á seg, skulu útlitini til at vinna pening verða góð.
Um málini við íverksetaraskipanum, sigur bólkurin, at virksemið við ráðgeving og íverksetaranetverkum skal styrkjast.
- Íverksetararáðgeving skal savnast á einum staði, íverksetaranetverk skulu viðurkennast og mennast, og hesi skulu knýtast saman við onnur altjóða netverk.

Fígging og skattur
Bólkurin heldur, at gjøgnumskygd atgongd til menningarfígging, sum setir krøv til íverksetaran, eigur at styrkjast.
- Stuðulsskipanir til serstøk menningar-og marknaðarførsluátøk skulu styrkjast, og ventur-og sáðkapitalmarknaðurin skulu føra føroysku íverksetarahugskotini út í lívið. Karmar skulu skapast fyri einum ventur-kapitalmarknaði og granskingar-og sáðkapitalgrunnum.
Strategibólkurin hevur eisini sett sær fyri, at skattaskipanin í Føroyum verður lokkandi fyri íverksetarar. Skattligu karmarnir skulu gerast lagaligari, eins og skattligu karmarnir kring virðisbrævaoptiónir til starvsfólk skulu gerast lagaligari.

Lógarkarmar,
reglur og fyrisiting
- Umsitingarligu reglurnar skulu gerast lættari og greiðari at virka undir, og minkast skal um føroyskar serreglur.
Bólkurin heldur, at vinnulóggávan og reglur annars skulu gerast lagaligari fyri smærri virkir, soleiðis at hesi ikki drukna í fyrisitingarligum uppgávum.
- Vinnulóggávan skal fylgja altjóða reglum fyri at styrkja føroyskar fyritøkur á útflutningsmarknaðinum.
Um fyrisitingina, sigur bólkurin, at lættast skal um fyrisitingarligu byrðarnar hjá íverksetarum.
- Tænastur, sum hava týdning fyri íverksetaran, skulu samskipast á einum staði.
Tað merkir tó ikki, at privatar ráðgevingarfyritøkur ikki eisini kunnu virka úti í økjunum.
Bólkurin hevur eisini sett sær sum mál, at ein íverksetara-portalur skal setast á stovn, eins og samskipað marknaðarføring av føroyskum vørum og tænastum uttanlands skal styrkjast.