Frálandavinna
Felagið Team Beredskab Sp/f eigur sambært føroyska Skipalistanum standby-skipini, Strilhauk og Supporter. Útgerðarmaður er Torleivur M. Mikkelsen, ið vit kenna frá felagnum Thor Shipping.
Hesi skipini hava heimstað í Havn og sigla undir føroyskum flaggi. Tað eru føroyingar, sum manna Strilhauk og Supporter.
Hetta er eftir øllum at døma ein sera áhugaverd tíð hjá føroyingum í frálandavinnuni, og líkt er til, at FAS-skipaskrásetingin í Føroyum stendur seg væl – ja, so væl, at eitt nú norðmenn eru farnir at hyggja at føroysku skipanini.
Fleiri skip
Føroyska reiðaríið mennist í hvørjum og fjølgar um frálandaflotan.
Í gjár klokkan 15 kom enn eitt skip undir føroyskt flagg, og í komandi viku kemur tað fjórða í røðini. Hesi bæði seinnu eru munandi størri enn tey bæði fyrru.
Skipið, sum kom undir føroyskt flagg í gjár, eitur Prosper. Gamla navnið er Normand Prosper, og nú skipið er undir føroyskum flaggi er so bara Prosper-navnið eftir.
Í morgun hevði Sosialurin maskinmeistaran, Vilhelm Nielsen, í telefonini, og tá eydnaðist okkum eisini at fáa fatur á skiparanum, Monrad Dalbúð, ið er vágbingur, sum býr í Runavík.
- Eg og skiparin hava verið her yviri í eina viku, og nú veittrar føroyska Merkið í mastrini á Prosper, sigur Vilhelm Nielsen.
Mánadagin í komandi viku kemur so eisini Ranger undir føroyskt flagg, og ætlandi fer yvirtøkan fram í Haugesund.
Hesi bæði skipini fara í vinnu sum standby-skip, men hava eisini møguleikar at gera supply-uppgávur. Vit kunnu siga, at skipini soleiðis eru kombinerað standby og supply-skip.
Spennandi tíð
- Hetta er triðja skipið í røðini, ið eg sum skipari fyri Team Beredskab Sp/f havi verið við til at flagga undir føroyskt flagg í tvey ár. So, hetta er ein heilt ótrúliga spennandi tíð hjá reiðarinum, okkum sum sigla við hesum skipum og hjá føroyskari frálandavinnu sum heild, sigur skiparin, Monrad Dalbúð.
Skiparin vísir á, at Prosper er slakar 80 metrar langur og slakar 15 metrar breiður, og tískil er hetta størsta skipið hjá føroyska reiðarínum, Team Beredskab Sp/f.
- Ranger, sum kemur undir føroyskt flagg mánadagin, er slakar 70 metrar langur og einar 14 metrar breiður, leggur Monrad Dalbúð aftrat.
Hann sigur, at Prosper, sum hevur tveir 4.000 hk. motorar, er væl útgjørdur við eitt nú sonevndu FIFI1-skipanini, ið kann sløkkja velduga stórar eldar. Skipið kann eisini nýtast sum sleipibátur og hevur eitt seðlatrekk upp á 160 tons.
- Skipið er eisini útgjørt og hevur sertifikat til at taka sær nógvum skipsbrotnum, um vit skuldu komið í eina slíka støðu.
Monrad sigur, at Prosper soleiðis kann taka 200 skipsbrotin fólk umborð á eitt slag av sjúkrahúsi.
- Eg verið við í allari hesi tilgongdini at flagga hesi skipini til føroyskt flagg, og eg fari at sigla sum fastur skipari við hesum higartil størsta skipinum, sigur hann.
Prosper, sum í fyrsta lagi fer at sigla sum standby-skip, kann eisini loysa allar supply-uppgávur.
- Vit hava eitt afturdekk, sum er stívliga 600 fermetrar stórt. Hetta svarar til eitt rímiliga stórt grundøki til eini sethús, sigur skiparin.
Sosialurin hevur iki fingið at vitað neyva prísin fyri Prosper, men sum skilst liggur hann um 50 miljónir krónur.
Skiparin er sera væl nøgdur við felagið Team Beredskab Sp/f, og hann heldur nógv um Torleif Mikkelsen sum “primus motor” í teirri tilgongd, sum verið hevur.
- Eg havi havt nógv við Torleif at gera seinastu árini, og eg haldi, at hann hevur verið rættiliga óførur og framsýggin, sigur Monrad.
Áhugaverd tilgongd
Skiparin dylur ikki, at tað er FAS-skipanin í Føroyum, sum ger tað møguligt hjá føroyskum feløgum at gera seg galdandi í frálandavinnuni.
- Nú eru norskir skipaeigarar byrjaði at hyggja higar til lands fyri síggja, hvussu føroyska skipanin er.
Monrad heldur, at kunnu føroyskir myndugleikar gera FAS-skipanina uppaftur betri og enn meira attraktiva, er hugsandi, at føroyski skipaflotin í frálandavinnuni fer at veksa uppaftur meira.
- Tað eru bara føroyingar, sum sigla við skipunum hjá Team Beredskab Sp/f og hesi bæði skipini, sum verða undir føroyskum flaggi aftrat, geva arbeiði til 42 føroyingar.
Hann sigur, at við føroysku altjóða skipaskrásetingini er skipanin hon, at sjálvt um kinverjar eru umborð á føroyskum skipum, skulu hesir rinda skatt í Føroyum.
- Samstarvið við norðmenn er sera gott, og vit hava fingið at vita, at føroysk sjófólk ikki á nakran hátt standa aftanfyri norsk sjófólk.
Góðar umstøður
Monrad ivast onga løtu í, at frálandavirksemið, sum føroyingar nú sita á – og sum væntandi fer at mennast komandi árini, kann koma at fáa stóran týdning í eini møguligari føroyskari oljuvinnu.
- Vit hava góðar umstøður og góða hýru, eru 28 dagar úti og 28 dagar heima, og fáa hýru alla tíðina.
Skiparin sigur, at Team Beredskab Sp/f hevur havt nógvar uppgávur fyri Statoil, men okkurt av teimum báðum fyrru skipunum hevur eisini havt aðrar uppgávur.
- Supporter hevur arbeitt fast fyri Statoil, og tað fer Prosper eisini at gera – í hvussu er fyribils, sigur Monrad Dalbúð, skipari.









