Tað hevur verið afturgongd á mest øllum økjum, tey nógvu seinastu árini, har hann hevur verið ímyndin av politikki á Sandi, og tað sær ikki út til at verða nøkur broyting á veg, hóast tað er alvorligur [...] ringum tannabiti eg yvirhøvur skrivi um eitt sovorði mál, ið eg meti vera á so lágum støði, at tað næstan ikki er vert at taka upp á tungu. Men sum flest øll vita eri eg ikki tann fyrsti at skriva um hetta [...] kunnu hyggja frameftir og royna at skapa nakað jaligt á Sandi. Men tað vísir seg ikki, at viljin til hetta er til staðar, tá okkara kæra bygdaráð gongur á odda at skapa misstrivna og missnøgd millum bygdafólkið
Tey fyrstu árini búðu tey á Nesi, men fluttu seinni inn til Vágs. Jens Christian fekk systrarnar: Karin, gift Eyðuni Joensen, Lis, gift Jógvani Hammer og Eyðvør, gift Jóanesi á Váli . Jens Chr. var glaður [...] sera glaðlyntur og virkin , bæði í arbeiðshøpi, í fríløtum og familjuhøpi. Hann var til arbeiðis á sjógvi sum á landi eins væl í fríløtum góður at vera saman við. Gamaní nakað bráður, har alt bar til og hartil [...] Leiki og Stellunum báðum. Jens Chr. giftist Ásu Hvanná úr Vági, og búðu tey fyrstu árini í smáu húsunum á trøðni uppi í Svanga. Seinni seldu tey og fluttu í størri hús í Kardamummubýnum Oman Stóragarð. Jens
hat-trick á útivølli móti West Ham prógvaði Michel Owen enn einaferð, at hann er maðurin, sum Newcastle áskoðararnir skulu seta sítt álit á, tá Alan Shearer takkar fyri seg. Eins og hann hevur verið tað á landsliðnum [...] dystarloki var alt sett upp á pláss aftur. Enn einaferð við Owen sum skarprættara, og kroysti Souness kundi eftir dystin ásanna, at hann var ein heppin maður, nú Owen er á liði hansara. - Eg skal ikki [...] og felagið enn liva í Europeiskuk vónini. Teir báðir seinastu sigrarnir hava lyft liðið upp á 10. plássið á stigatalvuni, og við bara fimm stigum upp til europeisku sessirnar, kann framvegis alt henda
ymsar greinar um føroyska náttúru og mentan, sum hann fer at leggja út á alnótina. - Tað er sera torført at finna tilfar um Føroyar á alnótini. Eg eri stoltur av, at eg helst eri fyrsti ozeti, sum eri í [...] Ozetar og føroyingar líkjast Danil undrast á, at føroyingar hava so nógv til felags við Ozetar. - Eg skilji, at fólk koma ikki hvørjum øðrum við í tykkara grannalondum á sama hátt sum her. Tað eru ikki so nógv [...] at hann hevur vitjað í Føroyum í nakrar dagar. Hann var í Frankaríki og vitjaði familju hjá sær, og á vegnum heim til Ruslands, kom hann ein túr til Føroya. Danil er kommunulækni í Ozetia. Hann hevur altíð
veiddur á Mykinesgrunninum, vestan fyri Suðuroynna, sunnan fyri Suðuroynna, eystan fyri Suðuroynna, Sandoyarbanka, Nólsoyarbanka og á Fugloyarbanka. Eftir hesum verður nógv tann mesti fiskurin á Føroyagrunnunum [...] Hvussu nógv av hesum fiski verður arbeitt á Tvøroyri, veit eg ikki, men har er so bara eitt flakavirki. Og lat tað so verða, at 7000 tons verða arbeidd á flakavirkinum á Tvøroyri, tað er 10% av 70.000 og svarar [...] verður veiddur uttanfyri føroyagrunnarnar á sama hátt sum ídnaðarskipini, nótaskipini og rækjuskipini avreiða sín stóra part uttanlands. So her er einki at koma eftir. Á føroyagrunnunum eru í fjørð veidd o.u
Dam á Neystabø, sum førdi orðið vegna ummælisnevndina á tíðindafundinum í Miðlahúsinum mánadagin. Hendrik Old, løgtingsmaður, sum í løtuni er formaður í Útnorðurráðnum, var eisini við á tíð [...] mannað við Helenu Dam á Neystabø, Oddfríði Rasmussen og Oddvør Johansen, heldur, at barnabókin hjá Bárði bæði í teksti og myndum er nýskapandi í føroyskum bókmentum. Vent á høvdið - Tað er klassiskt [...] høvundanum, Hermann og Anna Maria, eisini. Um giraffar Niels Jákup Thomsen á Bókadeild Føroya Lærarafelags var eisini við á tíðindafundinum, og hann visti at siga, at bókin hjá Bárði um hundin, kettuna
r, komu øll tey á pall, ið vóru boðin at taka lut í AME. Eitt blómutyssi av tí besta, ið føroyskur tónleikur hevur at bjóða, samstundis, sum AME heiðurslønir skuldu latast. Eivør kom á pall við grønlendskari [...] annar spurningur. Guðrun kom á pall saman við ? tí fyri fleiri kanska ókenda ? Neil Joensen. Tey bæði hava í fleiri ár spælt saman. Saman við sær høvdu tey Agnar Lamhauge á kontrabassi. Imagine riggaði [...] við til at undirstrika hetta. Dejavu komu aftur í aftur á AME. Teir høvdu eisini bás, har teir løgdu fram nýggju, góðu og sera snotiligu fløguna. Á pallinum tóku teir seg væl út og vit fingu eina heildarmynd
stórspælið fram, og spakuliga byrjaðu gestirnir at toga seg inn á teir bláu. Ein av veikleikunum hjá Neistanum í ár hevur uttan iva verið, at breiddin á liðnum er ov lítil til at halda ein heilan dyst, og hetta [...] Morgan Knezevic eru fram um hinar bulurin á liðnum, men einsamallir megna teir ikki at stýra dystinum í 60 minuttir. Sum minuttirnir gingu kom StÍF alt nærri á máltalvuni, og tó at Zeljko Jotic gjørdi sítt [...] leikandi venjaranum aftur á liðnum verður talan um eitt væl sterkari StÍF lið. Hesa ferð skutu teir færri mál, enn teir hava gjørt í nøkrum øðrum dysti í ár, og tó at ein einsamallur maður neyvan kann liggja
síðstu ferð, at hann gekk á føroyskari jørð, tí Peter kom ongantíð aftur til Føroya. Hetta var júst um tað mundið, tá tað harða Koreakríggið, har yvir milliónin lótu lív, leikaði á. Peter Ejling avgjørdi [...] túr í gomlu Havnini. “Randi vildi gjarna vísa okkum runt í Havnini, og vóru vit á veg út í Tinganes. Beint tá kemur ein maður ímóti okkum, og Randi fortelur, at hatta er løgmaðurin í Føroyum. Vit heilsaðu [...] Pápi hansara var Thorstein Victor Thorsteinsson (á Brúgv), og mamma hansara var Anna Elisabeth Lindberg. Thorstein hevði 8 børn, einans eitt av teimum er enn á lívi: Hann býr í Íslandi, Andreas Edmund Tho
teir verið. Á hemaraveiði við Ný Funnalands strendur og framvið Nova Skotia strondini, ja, so vestarliga helt onkur skemtandi fyri, at teir einaferð sóðu glæmuna fra gøtuljósunum á Manhattan. Á tunfiskaveiði [...] strendurnar har suðuri við Kanarisku oyggjarnar, á laksaveiði undir Grønlandi, í mong ár á rækjuveiði undir Grønlandi, bæði vestanfyri og í fleiri ár á teimum mangan ótespiligu miðunum undir Eysturgrønlandi [...] partur av tí merkiliga hugaliga og positiva huglagi, sum kann vera á einum havnarlagi, har driftað verður stútt og støðugt. Á nátt sum á degi. Aftanvert hóvligu medferðina hjá hesum monnum lógu heilt serliga