Sunnudagurin var ein góður dagur hjá føroysku spælarunum í superliguni. Jákup Mikkelsen og Todi Jónsson vunnu, og Óli Johannesen kom aftur á besta liðið hjá AGF.
Vit kunnu siga, at Óli Johannesen kundi bæði smílast og gráta, tí AGF tapti 3?1 í Herfølge.
Tolin trívst plagar at verða tikið til. Óli Johannesen hevur, síðani Ove Christiansen kom til AGF, ikki kent seg í nánd av besta liðnum, men undan næstsíðsta vikuskiftinum fekk hann eina ábending um, at kanska fór tað ikki at vera so leingi, inntil møguleikin fór at koma:
? Umframt ein málverji er loyvt at hava tríggjar eykamenn á beinkinum. Venjarin hjá okkum hevur altíð ein eykamann við, um okkurt skuldi borist á undir upphitingini. Tá vit spældu heima móti AB, var eg 16. maðurin, sum teir kalla tað. Tí kom tað ikki so óvart á, at eg fekk boð um at koma við til Herfølge.
Endaði í álopinum
Óli Johannesen sat á beinkium fyrra umfarið. Tað gekk illa hjá AGF. Jesper Jacobsen legði Herfølge framum í 9. minutti, og í steðginum var AGF venjarin so misnøgdur, at hann skifti tveir spælarar út. Lennars Bak, sum hevði verið ytstur í vinstru í fl-tu verjuni, varð fluttur fram á miðvøllin, og Óli Johannesen kom inn á bakkplássið.
? Har havi eg ongantíð spælt í AGF. Men nú tú sigur tað, so haldi eg meg minnast, at tá vit vunnu FM í B36, tá brúkti Tomislav Sivic meg onkuntíð í síðuni. Teir komu framum 2?0 í 70. minutti, og tá Nocko Jokovic tveir minuttir seinni hevði minkað um munin, fekk eg boð um at fara fram í álopið.
Hevði tú nakran møguleika at fáa mál hjá Jákupi Mikkelsen?
? Nei, men eg átti at fingið ein góðan møguleika. Eg rak móti brotsteiginum og kundi havt roynt við skoti. Í staðin valdi eg at spæla eitt tvey við Nocko Jokovic. Men hann var ikki við upp á tað og royndi sjálvur móti málinum. Aftaná segði hann, at hann hevði ikki fangað mína ætlan. Eg hevði verið púra leysur, og so er spurningurin, hvussu tað hevði gingist ein móti einum móti Jákupi, sigur aftasti maður á landsliðnum.
Óli heldur ikki, at hann spældi seg á liðið í Herfølge:
? Avrikið var vánaligt hjá øllum liðnum. Eg vóni, at eg fái møguleikan næstu ferð.
AGF venjarin Ove Christiansen ynskti eftir landsdystin móti Danmark Óla Johannesen tillukku við einum góðum landsdysti. Óli heldur ikki, at tað var landsdysturin, sum bar pláss á AGF liðnum við sær:
? Tað hevur gingið væl undir venjing, og tað hevur gingið væl í dystunum á næstbesta liðnum, men sjálvandi er tað nógv hugaligari at spæla í superliguni, sigur Óli Johannesen.
Jákup arbeiðsleysur
Fyri Herfølge, sum hevði John Faxe Jensen á miðvøllinum, var tað sera týdningarmikið at vinna.
? Jákup var tryggur. Hann hevði lítið at gera, tí tað var sjáldan, at vit komu í nánd av málinum hjá hon um. Tá Nocko Jokovic skoraði okkara mál, stóðst støðan av misskiljing í verjuni hjá teimum. Jákup hálvbjargaði í fyrstu atløgu, men bólturin fór út aftur til Nocko, sum skoraði, sigur Óli Johannesen.
Todi í hopla
34.333 áskoðarar møttu í Parkini í Keypmannahavn. Tað ber boð um, at fótbóltshugaðir høvuðsstaðarbúgvar halda grannauppgerðina millum FCK og Brøndby vera nakað serligt. Men tað ber eisini boð um, at áhugin fyri er øktur, nú teir innanfyri eina viku hava keypt ikki færri enn fýra spælarar.
Jacob Laursen er nýggjur liðformaður hjá FCK. Hann hevði stóran myndugleika í miðverjuni. Ståle Solbakken var síðsta hálva tíman á miðvøllinum, og tað var beinanvegin eyðsýnt, at hann hevur evini, sum skulu til fyri at fáa javnvág millum verju og álop og millum síðurnar.
Todi Jónsson var alla tíðina ytstur í vinstru, og hann var væl upplagdur. Søren Colding hevði stórar trupulleikar av føroyinginum, sum ferð eftir ferð sneiddi fyrrverandi landsliðsmannin av og fór til baklinjuna.
Todi hevði onkra roynd móti málinum, men serliga í 2. hálvleiki var hann noyddur at taka nógv lut í verjupartinum. Tá var FCK undirmannað, tí Thomas Rytter var rikin av vøllinum eftir at hann hevði brúkt neyðbremsuna.
Thomas Thorninger, sum hesa ferð var í álopinum saman við norðmanninum Harald Brattbakk, stútaði til 1?0 í 1. hálvleiki. Zuma skoraði eitt framúr mál, tá hann stutt eftir at FCK hevði fingið reyða kortið, fóru sjálvur, dróg 40 metrar og skoraði. Spenningur kom í, tá dómarin eftir hornasparksstøðu helt, at FCK hevði gjørt brotsspark. Søren Colding skoraði, men FCK megnaði at halda tætt.