og lýddi á tónleik. Fyrireikararnir meta, at umleið 3500 fólk vóru á konsert. - Vit høvdu vónað, at vit fingu nógvar áhoyrarar, men vit høvdu ikki roknað við, at tað kom so nógv fólk, sigur Rúni Djurhuus [...] av fyriskiparunum av Voxbotni. At fyrsta tiltakið lukkaðist væl, gevur fyrireikarunum mót upp á meira. - Í ár vildu royna økið í Vágsbotni fyri at vita, um tað ber til at gera ein slíkan konsertdag har [...] har, og tað riggaði sera væl. Hetta skapar grundarlag fyri at halda fram við tiltakinum, sigur Petur Slyne, hin fyriskiparin.
hernaðarkvett. Tinglimirnir hjá Muslimska Bróðurskapinum hava bnoðað frá, at teir viðurkenna ikki úrskurðin hjá dómstólinum, og at teir fara at møta til tingfund sum higartil. [...] lótu upp í morgun. Valnevndin hevur sagt, at úrslitið kemur mikudagin ella hósdagin. Hetta er seinna umfar av forsetavalinum, og veljararnir hava tvey valevni at velja ímillum. Annað er Mohammed Mursi, sum [...] i forsætisráðharrin Ahmed Shafiq. Tann nýggi forsetin fær nóg mikið at hugsa um. Fyrradagin staðfesti stýrisskipanardómstólurin, at tjóðartingsvalið í vetur var í stríð við stýrisskipanina og tí ólógligt
afturat, at hann mælti Obama til gera sítt til at steðga Wikileaks-kanningini hjá samveldisløgregluni FBI. Assange takkaði forsetanum í Ekvador, Rafael Correa, fyri at hava víst dirvi við avgerðini at játta [...] sendistovuni í London og tosaði við fjølmiðlafólk, sum vóru komin at vita, hvat hann hevði at siga. Tíðindafólkini høvdu kanska væntað at hoyra, hvat næsti leikurin hjá Assange verður, men tað vildi hann
kanningarnevndini, segði, at nevndin hevur miðsavnað kanningararbeiðið um seks høvuðsevni, og at hon hevur 31 tilmæli um ábøtur á tilbúgvingarskipanina. Hon legði afturat, at øll tilmælini eru frá einari [...] einari samdari nevnd, og at tað hevur skund at fremja tilmælini í verki. Norska stjórnin setti 22. juli-kanningarnevndina beint aftan á álopini í Oslo og á Utøya. Málið var at fáa staðfest, hvussu nakað so [...] Tað, sum hendi tann 22. juli í fjør í Noregi, avdúkaði, at tað vóru stór brek við landsins tilbúgvingarskipan. Tað er ein av niðurstøðunum í frágreiðingini, sum 22. juli-kanningarnevndin handaði Jens
sera fegin um at hava fingið avtalu við Filip og ynskja honum vælkomnan til Vestmanna, sigur hondbóltsfelagið í Vestmanna. Umframt at spæla við fremsta liðnum, skal Filip eisini hjálpa til at venja ungdómsliðini [...] ungdómsliðini hjá VÍF Úr Vestmanna siga tey, at VÍF hevur sum málsetning, at koma í steypa- og FM finalurnar, og er avtalan við Filip Jojic eitt stig á leiðini at røkka hesum málsetningi. [...] VÍF hevur gjørt avtalu við Filip Jojic um at spæla við Atlantic Airways liðnum hjá VÍF kappingarárið 2012/2013. Filip Jojic spældi seinasta kappingarár við Team Klaksvík, har hann spældi sera væl. Hann
longu farin av landinum, og gongdin vísir, at reglurnar eru ikki nóg góðar til at fáa skipini heimaftur. -Vit mugu gera reglurnar betri. Ríkiskassin hevur alt at vinna. Sum er kemur eingin skattur inn, skrivar [...] -Tað kann ikki góðtakast, at ein siglandi tjóð sum tann íslendska ikki hevur eina skipaskráseting, sum er kappingarfør. Vit mugu leggja allar árar í sjógv fyri at fáa skipini skrásett her. Soleiðis skrivar [...] grein í Morgunblaðnum um, at skipini hjá Eimskip og Samskip eru skrásett í FAS, tí tann íslendska skrásetingin kann ikki kappast við ta føroysku. Bjarni Benediktsson skrivar, at tá tann íslendska skipas
sjóverjuni eru nú farnir inn í tað russiska flogfarið at vita, um nøkur bumba er at finna í flogfarinum, sum neyðlendi á flogvøllinum í Keflavík í morgun, eftir at flogskiparin hevði fingið eina bumbuhóttan. Ein [...] ringt til løgregluna í New York og sagt, at fimm kuffert við spreingievni vóru í flogfarinum. Russiska flogfelagið Aeroflot, sum eigur flogfarið, bað um loyvi til at seta flogfarið í Keflavík. Hetta var klokkanj [...] flogfarinum, og tey vórðu øll fingin út í øllum góðum. Tað er ikki greitt, hvussu langa tíð tað fer at taka at kanna flogfarið, sum er rættiliga stórt.
sigur, at tað er nógv, sum bendir á, at talan er um eitt hópdráp, og nú skal kannast, hvørjir hermenninir vóru. Ætlanin er eisini at vita, um tað ber til at staðfesta, hvat tað var, sum gjørdi, at hermenninir [...] í Jyllandi. Teir hava funnið eina hópgrøv, sum eftir øllum at døma er umleið 2000 ára gomul, og sum er full av hermonnum. Hildið verður, at leivdirnar av meiri enn 1.000 hermonnum eru í grøvini. -Hetta
boðaði Kasi-Jesper frá, at hann ætlaði at selja partabrøv síni í felagnum, og fyri tveimum vikum síðani boðaði hann so frá, at hann tók seg úr felagnum. Síðani hevur veirð arbeitt við at funni aðra loysn, men [...] felagið frá í tíðindaskrivi, at AGK er farið á húsagang. Í gjár varð boðað frá, at stjórin í felagnum, Søren Colding, fór frá, og fleiri nevndarlimir fylgdu eftir. Hetta merkir, at fleiri av heimsins bestu
demokratiskir senatorar, Joe Lieberman og Jim Webb, sagt frá, at teir ætlaðu sær at atkvøða ímóti. Broytingin hjá Senatinum ber í sær, at húski, sum forvinna minni enn 250.000 dollarar um árið, fáa ein [...] forseta um at leingja skattalættan hjá øllum skattaborgarunum uttan teimum, sum forvinna mest. Skattalættin kom, tá George W. Bush var forseti, og í Senatinum mæltu republikanararnir frá at pilka við skipanina [...] Senatinum. 51 senatorar atkvøddu fyri at broyta verandi skipan, og 48 atkvøddu ímóti. Atkvøðugreiðslan var rættiliga óvanlig, tí sjálvur Joe Biden, varaforseti, kom í Senatið at vera til reiðar, um tað skuldi