AG Keypmannahavn á húsagang

Stórsatsandi hondbóltsfelagið, sum Jesper Kasi Nielsen fíggjaði, er nú farið av knóranum.

 

Fyrr í summar boðaði Kasi-Jesper frá, at hann ætlaði at selja partabrøv síni í felagnum, og fyri tveimum vikum síðani boðaði hann so frá, at hann tók seg úr felagnum.

 

Síðani hevur veirð arbeitt við at funni aðra loysn, men tað gekk ikki, so í morgun boðaði felagið frá í tíðindaskrivi, at AGK er farið á húsagang.

 

Í gjár varð boðað frá, at stjórin í felagnum, Søren Colding, fór frá, og fleiri nevndarlimir fylgdu eftir.

 

Hetta merkir, at fleiri av heimsins bestu hondbóltsleikarum nú standa uttan felag, leikarar sum Mikkel Hansen, Joachim Boldsen og Kasper Hvidt.

 

Leikarar og starvsfólk annars eru frá í dag fríttstillað, skriva danskar heimasíður.