Funnu gamla hópgrøv í Danmark

Danskir fornfrøðingar og jarðfrøðingar eru komnir fram á eitt rættiliga sjáldsamt fyribrigdi við Mossø nærhendis Skanderborg í Jyllandi. Teir hava funnið eina hópgrøv, sum eftir øllum at døma er umleið 2000 ára gomul, og sum er full av hermonnum. Hildið verður, at leivdirnar av meiri enn 1.000 hermonnum eru í grøvini.

-Hetta er nakað heilt serligt. Vit hava einki í øllum Norðurevropa, sum líkist hesum, sigur Mads Kähler Holst, fornfrøðingur á lærda háskúlanum í Århus, við fjølmiðlarnar.

Hann sigur, at tað er nógv, sum bendir á, at talan er um eitt hópdráp, og nú skal kannast, hvørjir hermenninir vóru. Ætlanin er eisini at vita, um tað ber til at staðfesta, hvat tað var, sum gjørdi, at hermenninir endaðu sínar dagar har.