Leita nú inni í flogfarinum

Spreingiserfrøðingar hjá íslendsku løgregluni og sjóverjuni eru nú farnir inn í tað russiska flogfarið at vita, um nøkur bumba er at finna í flogfarinum, sum neyðlendi á flogvøllinum í Keflavík í morgun, eftir at flogskiparin hevði fingið eina bumbuhóttan.

Ein ókendur maður hevði ringt til løgregluna í New York og sagt, at fimm kuffert við spreingievni vóru í flogfarinum. Russiska flogfelagið Aeroflot, sum eigur flogfarið, bað um loyvi til at seta flogfarið í Keflavík. Hetta var klokkanj hálvgum seks í morgun okkara tíð, og tveir tímar seinni lendi flogfarið.

253 fólk vóru í flogfarinum, og tey vórðu øll fingin út í øllum góðum.

Tað er ikki greitt, hvussu langa tíð tað fer at taka at kanna flogfarið, sum er rættiliga stórt.