Val í Egyptalandi

Áhugin fyri forsetavalinum í Egyptalandi í dag og í morgin tykist vera stórur, tí tað vóru langar bíðirøðir uttan fyri valhølini, tá tey lótu upp í morgun. Valnevndin hevur sagt, at úrslitið kemur mikudagin ella hósdagin.

Hetta er seinna umfar av forsetavalinum, og veljararnir hava tvey valevni at velja ímillum. Annað er Mohammed Mursi, sum stillar upp fyri Muslimska Bróðurskapin, og hitt er fyrrverandi forsætisráðharrin Ahmed Shafiq.

Tann nýggi forsetin fær nóg mikið at hugsa um. Fyrradagin staðfesti stýrisskipanardómstólurin, at tjóðartingsvalið í vetur var í stríð við stýrisskipanina og tí ólógligt. Fleiri hava tulkað úrskurðin sum byrjanina til eitt hernaðarkvett. Tinglimirnir hjá Muslimska Bróðurskapinum hava bnoðað frá, at teir viðurkenna ikki úrskurðin hjá dómstólinum, og at teir fara at møta til tingfund sum higartil.