Assange tosaði við fjølmiðlarnar

Fyri fyrstu ferð í tveir mánaðir hevur Wikileaks-stovnarin, Julian Assange, víst seg alment. Tað hendi seinnapartin, tá hann kom út á svalan á ekvadorsku sendistovuni í London og tosaði við fjølmiðlafólk, sum vóru komin at vita, hvat hann hevði at siga.

Tíðindafólkini høvdu kanska væntað at hoyra, hvat næsti leikurin hjá Assange verður, men tað vildi hann ikki avdúka. Hinvegin hevði hann eina beinleiðis áheitan á Hvítu Húsini í Washington:

-Eg havi biðið Obama forseta steðga jagstranini eftir Wikilieaks, segði Julian Assange og legði afturat, at hann mælti Obama til gera sítt til at steðga Wikileaks-kanningini hjá samveldisløgregluni FBI.

Assange takkaði forsetanum í Ekvador, Rafael Correa, fyri at hava víst dirvi við avgerðini at játta Wikileaks-stovnaranum politiskt friðskjól.