vit hildið lív í dreyminum í nógv ár, men aftur hesaferð brast hann, sigur Heri Ziska, sum vísir á, at tað ikki ber til at menna frælsa ítróttin í Føroyum, so leingi einki er at venja á í Havn. ? Eg skal [...] at verða settur aftast í røðina. Vit hava fýra fótbóltsvøllir í høvuðsstaðnum, og eg ivist ikki í, at um vit høvdu somu umstøður sum fótbólturin, høvdu vit vunnið heiðursmerki í altjóða kappingum, sigur [...] hugsar um, hvussu Tórsvallarnevndin er skipað. Formaðurin í FSF situr har, og formaðurin í nevndini hevur eisini verið fótbóltsspælari og er formaður í partafelagnum hjá HB, sigur Heri Ziska, sum eisini undrast
av teimum fimm limunum í sosialu nevnd á fundi. Tað vóru tær báðar konurnar í nevndini, Elin Lindenskov, formaður og Katrin Dahl. Hinvegin møttu ongin av teimum trimum monnunum í sosialu nevnd á fundinum [...] bíðað til fánýtis til klokkan fimm minuttir í fýra, mátti hon ásanna, at fleiri limir komu ikki, og tá sleit hon fundin . Tær bíðaðu kortini í fundarhølinum í einar tjúgu minuttir aftaná tað. Men klokkan [...] heilt einfalt sum at summir býráðslimir hava ov lítlan áhuga fyri barnaansingini. Elin Lindenskov, formaður í sosialu nevnd hjá býráðnum fór sum av torvheiðum heimaftur úr býráðnum seinnapartin týsdagin. Hon
Fuglafjørðar Kommuna verið løgd undir at trumfa í so nógv í mun til Gøtu og Leirvík í málum tær tríggjar kommunurnar hava samstarvað um. Millum stórar jokarar í hesum samanhangi teljast vaksandi Runavík og [...] aðrar ella fáa í lag formelt samstarv um socialar tænastur. Processin við samanleggingum varð sett í gongd í 1990unum tá Landsstýrið vildi leggja upp til at kóka tær kommunalu eindirnar niður í níggju, aftan [...] Kommunusamanleggin Í nógvum føroyskum bygdum er stórur spenningur um hvussu gongdin í kommunalum samanleggingum fer at taka seg út aftan á tey komandi kommunuvalini í november. Hóast verandi lóggáva um
Hergeir Nielsen, kommunalt samstarv í Suðuroynni eigur at spretta millum kommunurnar í Suðuroynni, og ikki millum einstakar kommunur í Suðuroynni og ráðharrastovur í Havn. Tað er sjálvtsagt ikki avgerandi [...] um miðnámsskúla í Suðuroynni, tá tað var fyri á landsstýrisfundi, áðrenn tað var borið í Løgtingið. Tá Mentamálaráðið fyrireikaði bókasavnslógina, gjørdi eg vart við, sum formaður í Føroya Kommunufelag [...] veruliga ranguna út í síni seinastu viðmerkingum. Tað er sjálvtsagt sárt, tá eins persónligu politisku áhugamál verða avdúkað og detta niðurfyri, men tað er altíð rættast at taka í egnan barm, í staðin fyri at
Japanar vilja sleppa upp í føroysku alivinnuna. Teir vilja keypa føroysk alibrúk heilt og fult ella eisini sleppa at seta pening í sum partaeigarar, váttar stjórin í felagnum SNG í Føroyum, Carl á Lag. Sum [...] og tað er grundin til, at eitt nú japanar eru áhugaðir í at seta pening í føroyska alivinnu. Teir vilja vinna sær øki, vísir hann á. Stjórin í SNG í Føroyum vil ikki vátta, at felagið hevur sett eina tv [...] ein vanda, sigur Bjarni Djurholm. Hann sigur, at arbeitt verður í løtuni við málinum, og at tað í fyrsta umfari er møguleikin við panti í aliloyvunum, sum er uppi til viðgerðar. Alt regulverkið innan alivinnuna
hesi nøvn skulu eisini vera í tráð við føroyskar málreglur. Men í greinini um fólkanøvn, sum sæst aðrastaðni á síðuni, verða undantøk loyvd, har talan er uppkalling ?eftir fólki í ættini?. Har skal landss [...] at kunngerðin um undantøk ikki er í tráð við lógina. Òmøguligt Og hvat hendir so víðari. Kunngerðin er í skrivandi stund ikki broytt, og líkt er heldur ikki til, at hon í nærmastu framtíð verður broytt. [...] navnalógini, er Jógvan á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin. Hann er formaður fyri rættarnevndina í løgtinginum. Eisini er hann í familju við fólkini, sum kærdu viðviðvíkjandi navninum Victoria. Men hann
ÍSRAEL Stefan í Skorini Ísrael hevur nógvar vinir í Føroyum. Felagið ?Vinir Ísraels í Føroyum? er eitt virkið felag, sum stuðlar unga landinum í Miðeystri. ? Hóast vit stuðla Ísrael, leggja vit dent á [...] smálutirnar í ósemjuni við palestinar, og at tað helst sá, at arabar og ísraelsmenn liva saman í friði í Ísrael. Formaðurin heldur, at tað hevur hóast alt verið hampuliga friðarligt innanlands í Ísrael síðan [...] verið dagligur kostur í nærum hálvtannað ár. Felagið ?Vinir Ísraels í Føroyum? stuðlar tí stjórn, sum situr við valdið í Ísrael, tí hetta er einasta demokratiskt valda stjórnin í øllum Miðeystri, vísir
vísir eisini aftur, at nakað skeivt er farið fram í sambandi við partapeningin í Atlants Kolvetni. ? Tað, sum er farið fram í tí sambandinum, er samtykt í nevndini og tað er ikki eitt mál, sum skal leggjast [...] herfyri varð koyrdur frá sum formaður í Havnar Handverkarafelag, góðtekur ikki tær atfinningarnar, sum herfyri førdi til, at hann mátti frá. Hann sigur nevniliga, at tað er onki hald í skuldsetingunum. Eftir [...] eisini er grannskoðari hjá Føroya Banka, so kastar torvmold í eyguni á fólki á aðalfundinum í Havnar Handverkarafelag, og samanber partabrøvini í Atylants Kolvetni við ein happadráttarseðil, er ein heilt
Petur í Grund. Má vera lokkandi Sámal Petur í Grund sigur, at fyri sjálvstýrisflokkin er tað avgerandi at finna eina skipan, sum førir við sær, at peningurin, sum er í fiskivinnuni verður verandi í fiskivinnuni [...] Tað er nú greitt, at Fólkaflokkurin er í minniluta í samgonguni í málinum um almennan íløgustuðul til at endurnýggja fiskiflotan. Tað hevur leingi verið alment at størsti samgonguflokkurin, tjóðveldisflokkurin [...] skipan sum førir við sær, at avkastið í fiskivinnuni verður verandi í fiskivinnuni. ? Vit skulu við øðrum orðum finna eina skipan, sum ger tað lokkandi at gera íløgur í skip og sum ger tað lokkandi hjá teimum
virksemi í føroyskum havnum. Í hesum sambandi hava landsins myndugleikar í fjørheyst latið embætisfólk gjørt eina búskaparliga útgreining av avleiðingunum, sum almenningurin tó ikki hevur fingið innlit í. Nú [...] tað gott. Í tí sambandi er eisini neyðugt at umhugsa støðuna við framhaldandi samstarvinum við Russland um fiskiveiðu okkara í russiska partinum av Barentshavinum og fiskiskapin hjá russum í føroyskum [...] Føroya starvast umleið 1.200 løntakarar í fiskiveiðu í dag, meðan tað fyri 20 árum síðani vóru tvífalt so nógvir. Sostatt liggur fimta hvørt arbeiðspláss á sjónum í Barentshavinum. Fiskimannafelagið vil