ÍSRAEL
Stefan í Skorini
Ísrael hevur nógvar vinir í Føroyum. Felagið ?Vinir Ísraels í Føroyum? er eitt virkið felag, sum stuðlar unga landinum í Miðeystri.
? Hóast vit stuðla Ísrael, leggja vit dent á, at vit ikki á nakran hátt eru fíggindasinnað mótvegis øðrum londum og fólkasløgum, sigur Dánjal Poulsen, sum er nývaldur formaður fyri Eliesar Arge, ið var formaður frammanundan.
Formaðurin ásannar, at tað er torført at halda hesa meginreglu, tí stríðið millum palestinar og ísraelsmenn er somikið hart, men hann skoytir uppí, at Gud hevur eina størri ætlan við Ísrael, og henni mugu øll boyggja seg fyri.
Felagið hevur seks ár á baki og varð sett á stovn í 1996. Felagið gevur blaðið ?Vinur Ísraels? út fýra ferðir um árið.
Villleiðandi upplýsingar
Eitt av endamálum felagsins er at virka fyri røttum tíðindaflutningi um Ísrael og jødarnar. Orsøkin til tað er, at fjølmiðlarnir mangan lýsa Ísrael sum eitt hersetingarvald, hóast jødarnir hava rætt til landið.
? Tíverri er tað so, at fjølmiðlarnir mangan bera villleiðandi upplýsingar um stríðið millum Ísrael og palestinar. Heimspressan lýsir mangan Ísrael sum eitt hersetingarvald, men vit meta ikki, at hetta er rætt, sigur Dánjal Poulsen.
Hann vísir í hesum sambandi á, at Ísrael tríggjar ferðir er álopið av grannalondunum í 1948, 1967 og 1973. Tað var tá ikki Ísrael, ið gjørdi hernaðarligt álop á grannar sínar. Tí er tað skeivt at kalla Ísrael hersetingarvald, heldur formaðurin í felagnum.
? Eg havi mangan sæð BBC borið villleiðandi tíðindi í sjónvarpinum, tí undir kríggi og stríði verður ofta farið lætt um sannleikan, sigur Dánjal.
Hann leggur afturat, at felagið ikki leggur seg útí smálutirnar í ósemjuni við palestinar, og at tað helst sá, at arabar og ísraelsmenn liva saman í friði í Ísrael. Formaðurin heldur, at tað hevur hóast alt verið hampuliga friðarligt innanlands í Ísrael síðan 1948, og arabar hava tað sera gott í Ísrael.
Tað er torført at gera vart við skeivan tíðindaflutning, tá vit fáa tíðindini úr útlondum, men Dánjal Poulsen sigur, at limir felagsins hvør í sínum lagi skriva lesarabrøv og annað, og soleiðis virkar felagið fyri røttum tíðindaflutningi um Ísrael og jødarnar.
Sharon er kroystur
Varandi ófriður hevur verið millum palestinar og ísraelska herin, og ógvusligir samanbrestir hava verið dagligur kostur í nærum hálvtannað ár.
Felagið ?Vinir Ísraels í Føroyum? stuðlar tí stjórn, sum situr við valdið í Ísrael, tí hetta er einasta demokratiskt valda stjórnin í øllum Miðeystri, vísir formaðurin á.
Hann heldur, at forsætisráðharrin Ariel Sharon er hart kroystur av sjálvmorðsbumbunum frá palestinum.
? Ísraelar gera eisini mistøk í stríðnum, og tað er ógvuliga harmiligt, at sakleys fólk mugu líða, men hetta vísir seg ofta, tá ófriður brestur á.
? Men Sharon er noyddur at svara aftur, tí annars góðtekur hann sjálvmorðsatsóknirnar hjá palestinum, og hann er tí hart kroystur í hesum døgum, sigur Dánjal Poulsen.
Ógvusligu samanbrestirnir byrjaðu, eftir at Ariel Sharon hevði verið á vitjan á tempulplássinum í Jerusalem. Formaðurin vísir í hesum sambandi á, at hann hevði rætt at vitja tempulplássið, tí Ísrael altíð hevur kravt, at hetta plássið skal vera opið fyri almenninginum. Tíverri varð hetta uppfatað sum ein provokatión.
Ítøkiligur stuðul
Felagið stuðlar á ymiskan hátt tiltøkum og felagsskapum í Ísrael. Felagið hevur í fleiri ár latið pening til eina verkætlan, sum hevur til endamáls at planta trø í Ísrael, tí ein stórur partur av landinum er oyðimørk. Felagið roynir á ymsan hátt at savna pening til hetta endamálið.
Henda verkætlan hevur fleiri ár á baki, tí longu í sekstiárunum fóru tey at planta trø í oyðimørkini. Eisini verður peningur latin til arbeiðið við at byggja vatnveitingar úti í oyðimørkini.
Ein hjálparfelagsskapur í Ísrael fær eisini ágóðan av arbeiðinum hjá felagnum. Hetta er felagsskapurin hjá Idu Nudel, sum hjálpir russiskum jødum, sum eru fluttir til Ísrael í stórum tali seinastu árini. Soleiðis fáa ísraelar ítøkiligan stuðul úr Føroyum.
Felagið arbeiðir eisini fyri samstarvi og sambandi við Ísrael. Í fjør var ísraelski sendiharrin í Danmark, sum eitur Yitzhak Eldan, á vitjan í Føroyum. Á vitjanini hitti hann Anfinn Kallsberg, løgmann, og landsstýrismannin Bjarna Djurholm, og hesir báðir samdust um at arbeiða víðari við eini ætlan innan samskifti.
Í september í fjør tók Carmi Gillon við sum sendimaður fyri Eldan. Gillon varð av politikarnum Søren Søndergaard úr SF meldaður til løgregluna, tí hann hevði sagt seg taka undir við at leggja lættari kropsligt trýst á fangar undir avhoyringum. Løgreglan gjørdi tó einki við hetta málið. Framsøgumaðurin hjá danska Javnaðarflokkinum í uttanríkismálum skeyt eisini upp at boykotta Carmi Gillon.
Hann er nú sendiharri Ísraels í Danmark, og felagið ?Vinir Ísraels í Føroyum? hevur havt samband við nýggja sendiharran. Hann hevur sýnt áhuga fyri at koma til Føroya á vitjan, men enn er eingin almenn innbjóðing send honum.
Støði og endamál felagsins
Støði felagsins:
1.Felagið byggir á kristiligt grundarlag við áherðslu á bókstaviliga tulking av skriftini.
2.Felagið skal vera politiskt óheft og óheft av øllum trúarbólkum
Endamál felagsins:
1.At upplýsa um bíbilska grundarlagið undir tilveru Ísraels sum land og tjóð.
2. At virka fyri røttum tíðindaflutningi um Ísrael og jødarnar.
3.At eggja til bøn fyri Jerusalem, Ísrael og jødunum.
4.At virka fyri góðum samstarvi millum Føroyar og Ísrael á øllum økjum og at virka fyri góðum grannalagi millum londini í Miðeystri.
5.At mótvirka antisemitismu.
Dánjal Poulsen heldur ikki, at so stórt rok fer at taka seg upp í Føroyum, sum tað gjørdi í Danmark. Hann vónar, at Carmi Gillon fer at koma á vitjan í Føroyum.