Jacob Vestergaard
????????????????
Hergeir Nielsen tók ikki ráð míni til eftirtektar. Í staðin fyri at leggja frá sær persónligt briksl, og taka tøk saman við hinum løgtingsumboðunum og øðrum góðum kreftum í Suðuroynni, heldur hann áfram við persónligum briksli, og vendur veruliga ranguna út í síni seinastu viðmerkingum.
Tað er sjálvtsagt sárt, tá eins persónligu politisku áhugamál verða avdúkað og detta niðurfyri, men tað er altíð rættast at taka í egnan barm, í staðin fyri at geva øðrum skyldina fyri egnan kleyvaskap.
Nei Hergeir Nielsen, kommunalt samstarv í Suðuroynni eigur at spretta millum kommunurnar í Suðuroynni, og ikki millum einstakar kommunur í Suðuroynni og ráðharrastovur í Havn.
Tað er sjálvtsagt ikki avgerandi, hvør kemur við hugskotinum ella ætlanini, men tað er altíð skilagott at spyrja teir, sum skulu verða við í ætlanini, hvat teir halda, áðrenn skjøtul verður settur á, í staðin fyri at koma við tí lidnu loysnini og so finna útav, at tað ein hevði arbeitt við, ikki hevði undirtøku millum teir, sum skuldu bera ætlanini uppi fíggjarliga.
Í staðin fyri at komi við teirri lidnu loysnini, átti fyrsta stigið at verið, at reist málið um meginbókasavn millum kommunurnar í Suðuroynni.
Í einum kommunalum samstarvi rinda kommunurnar vanliga íløgur og rakstur í felag eftir fólkatali og/ella inntøku. Í býtinum av útreiðslunum til ætlaða meginbókasavnið, sæst at málið hevði slagsíðu. Sjálvsagt skuldi Vágs kommuna ikki goldið meir enn hinar kommunurnar, um talan veruliga var um eitt kommunalt samstarv.
Um ætlanin veruliga var at gera framtøk fyri Suðuroynna, hevði landið átikið sær uppgávuna at gera meginbókasavn í Suðuroynni, og ikki lagt ætlanina á kommunurnar, ímóti teirra vilja.
Hergeir Nielsen blandar tingini saman. Jacob Vestergaard hevur ikki, hvørki sum formaður í Føroya Kommunufelag ella borgarstjóri í Sumbiar kommunu, arbeitt ímóti nakrari løgtingssamtykt um miðnámsskúla í Vági.
Tá lógaruppskotið um miðnámsskúla í Suðuroynni var fyrireikað, var Jacob Vestergaard landsstýrismaður. Hergeir Nielsen veit, ella átti at vita, at Jacob Vestergaard, sum landsstýrismaður, tók undir við uppskotinum um løgtingslóg um miðnámsskúla í Suðuroynni, tá tað var fyri á landsstýrisfundi, áðrenn tað var borið í Løgtingið.
Tá Mentamálaráðið fyrireikaði bókasavnslógina, gjørdi eg vart við, sum formaður í Føroya Kommunufelag, at lógin var í ansøgn til politikkin hjá landsstýrinum, og mælti til at broyta uppskotið, so landið átók sær uppgávuna at gera meginbókasøvn.
Sum borgarstjóri í Sumbiar kommunu møtti er á teimum fundum, eg var boðin til, har eg, mótsatt tí, sum Hergeir Nielsen førur fram, greitt segði frá mínari støðu til málið um ætlaða meginbókasavnið, og til nýtta framferðarháttin. Mín støða hevur alla tíðina verið væl kend.
Somuleiðis blandar Hergeir Nielsen støðu mína til ætlaða meginbókasavnið saman við byggingini av miðnámsskúlanum. Burtursæð frá viðgerðini í landsstýrinum, havi eg ikki luttikið í kjakinum um byggina av miðnámsskúlanum í Suðuroynni.
Hergeir Nielsen skuldi tikið av, tá hann hevði møguleikan. Teir høvdu stórar ætlanir, sigur Hergeir Nielsen, hví framdu teir so ikki hesar ætlanir, tá teir høvdu møguleikan.
Tað er altíð lætt at hava stórar ætlanir, serliga tá aðrir skulu gjalda, men tað skal hegni til at fremja ætlaninar í verki. Vit kunnu í dag bert staðfesta, at teir høvdu ikki neyðuga hegnið til at fremja ætlanina við miðnámsskúlanum í Suðuroynni.
Aðrir hava nú tikið yvir, og fara at fremja ætlanina við miðnámsskúlanum, umframt aðrar ætlanir fyri Suðuroynna. Miðnámsskúlin verður avgjørt eitt aktiv fyri Suðuroynna og ungdómin í Suðuroynni.
Hergeir Nielsen tilleggur meginbókasavninum størri týdning enn tað hevur. Tað kemur sjálvtsagt ikki at ávirka nýtsluna av skúlanum, at ætlanin við meginbókasavninum er slept, tí miðnámsskúlin eigur at fáa sítt egna nýmótans bókasavn.
Nei, Hergeir Nielsen, Jacob Vestergaard sigur ikki ósatt. Á fyrsta fundinum eg var á, vóru tríggir av lærarunum, sum tóku orið, ímóti ætlanini at blandað ætlaða meginbókasavnið uppí byggingina av miðnámsskúlanum.
Tann eini lærarin, sum Hergeir Nielsen vísur á, hevur ikki broytt støðu, men hevur eins greiða støðu til málið í dag, sum tá málið kom fram.
Fundarfrágreiðingarnar frá lærararáðnum, sum Hergeir Nielsen kann biðja um at fáa innlit í, um tað hevur hansara áhuga, vísa greitt, at undirritaði ikki sigur ósatt.
Støðan hjá ávísum lærarum ella lærararáðnum hava tó ikki ávirka mína støðutakan, men vísur greitt, hvussu handfaringin av málinum hevur verið.
Eitt breitt kjak um miðnámsskúlan og megin-bókasavnið millum suðuroyingar, brúkararnar av miðnámsskúlanum og ungdómin í Suðuroynni, áðrenn støða var tikin, hevði gagnað málinum betur, enn egin politisk áhugamál.
Jacob Vestergaard hevur ongantíð verið ímóti Vágs kommunu, ella nakrari aðrari kommunu í Suðuroynni. Tvørtur ímóti havi eg altíð tala fyri øktum kommunalum samstarvi í Suðuroynni.
Vit hava júst tikið stig til, saman við Hovs, Porkeris og Vágs kommunu, at betra munandi um tilbúgvingina í kommununum, við at keypa nýmótans brandbil, sum kemur til landið í næsta mánað.
Fyri meg hevur tað ongantíð havt nakran sum helst týdning hvar í Suðuroynni átøkini verða framd, sum tað vísur seg at hava fyri Hergeri Nielsen.
Tað er ikki spurningurin um at "kunna verða nakran fyriuttan", sum Hergeri Nielsen tekur til. Vit hava øll brúk fyri hvørjum øðrum, og kunnu ikki verða nakran borgara í Suðuroynni fyriuttan.
Tað er tí sera umráðandi, Hergeir Nielsen, at vit í Suðuroynni standa saman, sum ein maður, og í felag virka fyri at menna alla oynna, frá Sumba til Sandvík, og ikki stara okkum blind uppá ávís pláss í Suðuroynni.
Bert á tann hátt verða vit før fyri at menna okkum ájavnt við restina av landinum.