ávísari óvissu, men henda hevur kortini verið ógrundað: - Í dag kunnu vit bara staðfesta, at tað hevur gingið munandi betri enn vit høvdu væntað, sigur hann. Fyri hann og konuna, sum eisini starvast í handlinum [...] tey flestu. Flestu av hinum handlunum í oynni hava ikki eins góð parkeringsviðurskifti, tí har noyðast fólk aloftast at seta bilin frá sær á alfaravegi. - Vit vóru greið yvir, at tað var neyðugt við góðum [...] Frið at keypa Hóast Sparni í stødd ikki kann samanberast við teir stóru handlarnar í teimum størru býunum kring landið, so hevur hann kortini eina hóskandi og rúmliga stødd. - Onkur hevur sagt við meg,
va skal tryggja javstøðu Tá mannarættindasáttmálin áleggur okkum at gera lógirnar so, at minnilutabólkar fáa tryggjað rættindi teirra á jøvnum føti við meirilutan, so tosa vit ikki um at gera serlógir [...] rættindi framum onnur. Vit tosa um at gera reglur, sum skulu styrkja støðuna hjá minnilutunum so, at hesi fáa møguleikar at virka undir somu treytum sum onnur í samfelagnum. Tað veri seg í privatlívi, á [...] heteroseksuellu ikki hava fyri neyðini. Tey samkyndu vera happað fyri sín seksualitet, júst tí tey eru ein veikari minniluti í samfelagnum. Meirilutin, also tey heteroseksuellu, hava ikki verju mót seksuellari
Innistovubønum, ið fedrar okkara veltu og dyrkaðu. Og líta vit upp í tróðrið í hesi víkingahøll, síggja vit eitt áttamannafar hanga í fullari stødd, ið eisini hevur samband við ætt og søgu okkara. Hesin bátur [...] í kirkjuni. Vit kunnu siga í fluttari merking, at nú fara vit umborð á Vágsbátin og setast við árarnar undir liðini á fedrum okkara, og meðan tað ríkjur í tollum og árarskeytum, rógva vit um tíðar-innar [...] ættarbandi, kenna vit máliskuna: »Æra faðir tín og móðir tína«. Í hesum man liggja nakað meira og djúpari enn at æra faðir og móðir eina. I hesum man eisini liggja, at vit skulu æra ta rót, sum vit eru sprottin
torvheiðar. Onkur hissini krógvin er at síggja varðveitt sum fornminni, men kaga vit í verkið hjá Petur Jacobi, fáa vit eina sera greiða frásøgn frá hesum so týðandi partinum av tilveruni hjá farnum ættarliðum [...] hugsandi keldutilfar. Tað sæst í kelduávísingini, at hann hevur hugt væl eftir, hvat onnur hava skrivað um evnið, tað veri seg bøkur, ritgerðir og frágreiðingar um jarðfrøði, landafrøði, fornfrøði, fólkalívsfrøði [...] eisini hjá okkara forfedrum tey næstu 1000 árini. Tí, sum Petur Jacob skrivar einastaðni í innganginum: "Tá sannaði tú, at torvið átti lívið í Føroyinginum". Fjórðingsøld Í dag munnu tað vera mong, sum nóg illa
týdning Landsstýrismaðurin helt fyri, at tað, vit rópa mentan, kanska ikki altíð er so lætt at definera. - Men vit vita øll, hvussu stóran týdning tað hevur, at vit í okkara dagliga strevi eisini dyrka og røkja [...] listarligu evni, ið Skaparin hevur givið okkum, og at vit virða og varðveita tann ríka mentanararv, ið forfedrar okkara hava givið okkum at bera víðari. Vit mugu ikki seta tæguna frá okkum við vegin, men flýggja [...] samanumtikið kunnu vit siga, at Runavíkar kommuna við sínari mentanarviku er ein spegilsmynd av okkara mentan. Hon er ein góð samanrenning av gomlum, sum vit vilja varðveita og nýggjum, sum vit vilja menna og
kunnu sleppa út um landoddarnar at royna seg. Við stødd okkara í huga, vil talið av hesum altíð sveiggjað nakað, men eg vildi mett, at vit í miðal eiga at hava einar 12-14 spælarar uttanlands, tey næstu árini [...] í yrkinum í 1998, tá hann saman við útlendskum umboðsmanni var við til at fáa Julian S. Johnsson til norska Kongsvinger, síðani havur hann fingið flestu av føroysku leikarunum sum hava verið uttanlands [...] føroysku feløgini er gott og at tá leikarar fara uttanlanda at venja verður hettar gjørt í tøttum samstarvi við tey. - Havast skal eisini í huga at flestu leikarnir í dag hava sáttmálað við felag sítt her
uttanfyri, og so bankar onkur uppá hurðina. Tá eg byrji eina søgu, veit eg sera lítið um hana. Tá tað bankaði uppá hurðina, var eg ikki vís í hvør tað var. Men tá skammarin letur upp, sigur søgan seg sjálv [...] er at vera næstan 11 ár og hava eygu, sum eingin kann hyggja inn í. Tað var tá eg hugsaði um fylgjurnar av tí, um hvussu avbyrgdur man blívur, og at man ongar vinir hevur, tá bleiv Dina livandi, og søgan [...] ein av mínum yndishøvundum, tá eg var barn, og mær dámar enn sera væl hennara bøkur. Eg haldi ongantíð, eg veri liðug við hana. Eg fái nógvan íblástur frá henni, sjálvt um vit skriva sera ymiskt. Hon dugir
vilja vinna við slíkari framferð. Vit eru øll syndarar og hava brúk fyri evangeliinum, og tað eru tey sum hava tikið við trúnni, sum eiga at verða doypt og lærd. Vit kunnu spyrja, hví Gud hevur skapt samkynd [...] spurningum, sum vit menniskju ikki kunnu svara. Men her hava nøkur funnið eitt genialt »svar«, og tað er, at tey samkyndu hava valt at verða samkynd og liva so. At uppfinna slíkt svar uttan at hava prógv fyri [...] men tað skal ikki viðgerast her. Tá eg havi fylgt við í kjakinum um tey samkyndu, dugi eg ikki at síggja annað, enn flestu teirra, sum hava skrivað um evnið í bløðunum, hava vent hesi raðfylgju við. Orð Jesusar
Viðareiðis. - Vit mugu gera vart við okkum nú, so at vit koma við í raðfestingina. Annars verða vit bara gloymd, og koma so kanska at liggja sum ein blindtarmur við ongari framtíð. - Og so mugu vit heldur ikki [...] sann um ikki tey gjørdu tað sama, tá tunnilin til Hvannasunds varð gjørdur! - Tí haldi eg tað vera ov langt úti um landspolitikkararnir í dag gloyma okkum, tá vit altso hava verið við til at gjalda fyri báðar [...] Blindtarmur Tá ein hevur valt at fremja hesar loysnirnar og tá koyrandi verður Norður um Fjall, eigur ein tí at gera skjótt av: Steingja Árnafjarðartunnilin, breiðka og hækka hann til eina hóskandi stødd og so
hvørja áskoðan vit hava, eiga vit at halda fast um ta prinsipiellu høvuðsreglu, at minnilutar, sum vit vita og síggja eru hóttir, eiga at verða vardir, eisini slíkir, sum nøkur okkara hava eina kritiska [...] eru ella hava verið í søgunnar andgletti, veri tað jødar ella samkynd, eru partar av tí súrdeiggi, sum eitt samfelag hevur brúk fyri, skal tað blóma. Súrdeiggið Hvar var okkara tónlist, áttu vit ikki T [...] snýr seg um borgaralig rættindir, um hvørt vit her í Føroyum skulu hava demokrati ella teokrati. Tað snýr seg tí um okkum øll. Undirritaði hevur rætt til at hava ta hugsan um samkynd, sum her er løgd fram