undir venjing og kanska í 2. deild, hvør dugur er í honum. Hetta sigur Hans Petur Ellingsgaard úr leiðslubólkinum hjá NSÍ. Fleiri feløg hava brent seg av royndum við útlendingum, og tað ætlar NSÍ at byrgja [...] verið í Týskalandi og hugt at UEFA Cup finaluni, og eftir Liverpool sigurin er lagið sjálvandi gott. Joensen brøðurnir eru báðir lyklaspælarar hjá KÍ, og teir verða báðir á liðnum imóti NSÍ. Fyrra semifinalan [...] KÍ-NSÍ Upptakt Higartil í ár hevur NSÍ verið eitt av heilt fáu feløgunum, sum ikki hevur havt útlendingar á liðnum. Men nú eru ætlanir um, at ein skoti skal hjálpa teimum í Runavík at skjóta mál. Í fyrradagin
meistarunum úr VB. Úrslitini í fyrstu deild hetta vikuskiftið vóru annars hesi: GÍ-B36 3-1 HB-VB 2-1 KÍ-NSÍ 2-1 B68-B71 4-2 FS Vágar-EB/Streymur 1-3 [...] oddadystin ímóti B36 sunnudagin, og við sigrinum styrktu gøtumenn um oddastøðuna, har teir nú eru trý stig undan næsta liðnum, sum er HB. Sigurin hjá gøtumonnum var sum heild væl uppiborin, og ivaleyst verður
hann kundi senda bóltin í netið. NSÍ tók yvir Eftir trý væl eydnað korter, roknaðu sumbingar tí helst við, at sigurin var í pottinum, men her roknaðu teir so ikki við NSÍ. Runavíkingar settu seg nú fullkomuliga [...] onkrar rokeringar, og úrslitið av yvirvágni hjá heimaliðnum lág heldur ikki eftir. Fyrst var tað Bergur Djurhuus, sum var hægstur eftir frísparksinnlegg, so hann kundi stúta í kassan, og lítla løtu seinni [...] vandamikið í mótálopum, og tað hevði einki forgjørt verið í, um teir øktu um leiðsluna, men tað nærmasta teir komu, var eitt skot frá Fróða Jóanesarson, sum small í tvørtræðið og niður á mállinjuna. Við
við nærra stólpan innlegg frá Øssuri Hansen dygst inn við stólpanum, og harvið hevði B68 vunnið fyrsta sigurin í hesum árinum. B68-B71 4-2 (2-1) 1-0: Øssur Hansen 3 1-1: Magnus Poulsen (sjálvmál) 32 2-1: [...] ongantíð upp á tal at spæla verjukent og dyrgja eftir javnleikinum. B68 legði fyri sum eitt ódnarveður. Jóannes Jakobsen vildi hava teir at spæla skjótt og ágangandi, og tað var týðuligt, at ætlanin var, at [...] flatt í handara síðunetið. B71 málverjin Allin Simonsen bjargaði fleiri ferðir fyrstu løtuna, og bæði stólpi og tvørtræ hjálptu til. B71 málverjin royndist væl, men tað skerst ikki burtur, at tað var ein
r, og Jan Andreasen, aftasti verjuskansin og mest sannførandi spælarin hjá KÍ, var høvuðsmaður fyri sigursmálinum. Hann fór framvið í vinstru og legði í brotsteigin. Alexander Djordjevic tamdi, og Erling [...] heimaliðnum. NSÍ trýsti nógv síðstu løtuna. Sonni L. Petersen, Brynjolvur Nielsen og Áki L. Hansen komu inn, og hesin síðsti var tvær ferðir tætt við. Seinnu ferðina bjargaði Jan Andreasen á strikuni, og harvið [...] lívgaðu nógv. Og í hvussu so er fram til hósdagin, Kristi himmalferðardag, verður lagið í Klaksvík óført. Sunnudagin høvdu teir annan sunnudagin á rað vitjan av NSÍ, og aftur hesa ferð eydnaðist tað KÍ, sum
nøkur borgarlig orð við dómaran, og eg góðtaki, at eg fekk gula kortið fyri tey. Tað sigur Jens Martin Kundsen, NSÍ málverjin. Eftir dystin fekk hann beinleiðis reytt kort, og tað hevur við sær, at hann ikki [...] hálvfinaluni, sum NSÍ og KÍ skulu spæla í Runavík Kristi himmalferðardag. Men hví fekk tú beinleiðis reytt kort? ? Eg haldi, at tað var burturvið. Eg segði nøkur orð við hann um brotssparksdómin og um, at hann [...] gomlum og royndum spælara sum tær at spæla tær av við kjansin í hálvfinaluni? ? Eg iðri meg, tí eg var rættuliga uppsettur til júst tann dystin, men nú gerst tað ikki við. At tosa og siga nógv ? og onkuntíð
stendur til hjá B68 er framvegis ilt at siga. Teir gjørdu sína skyldu og vunnu ímóti B71, men avrikið var ikki støðugt og harvið sannførandi. Sunnudagin verða teir favorittar á Mølini, og annan sunnudag [...] deildini. Teir vunu 3?1 í Miðvági. Saman við B68 vóru teir í Sundalagnum undan hesum umfarinum teir einastu, sum ikki høvdu vunnið í ár. B68 vann á B71, og tað vil siga, at nú hava øll tíggju liðini roynt [...] aftur og aftur tosað um góða flogið hjá skurðunum og so víðari. B36 hevði ikki roynt at tapa, tá teir komu í Sarpigerði. Nú eru tað bara gøtumenn, sum ikki hava tapt. Teir hava spælt ímóti KÍ og HB á útivølli
umboðað av núverandi og fyrrverandi landsliðsleikarum. Tey bæði liðini í høvuðstaðnum og so B68 hava seks mans hvør í hópunum hjá sær, sum antin eru ella høvdu verið á landsliðnum. B68 má sigast at vera tað [...] vágbinginum, Bjarna Johansen (1997). Talvan sýnir tal av landsliðsleikarum síðani 1988 eins og dystir og mál hjá hesum B68 (6 leikarar, 113 landsdystir, 4 mál) Øssur Hansen 1992/2001 44/2 Jan C. Dam 1990/2000 [...] royndir í Føroyum. Teir seks toftamenninir hava tilsamans spælt 113 ferðir á landsliðnum, meðan HB og B36 eru púra jøvn í so máta við 108 landsdystum hvør. Kortini eigur HB tann royndasta føroyska land
Jens Martin Knudsen, NSÍ, Óli Johannesen, Hvidovre IF, Hans Fróði Hansen, B68, Pól Thorsteinsson, B36, Johan B. Hansen, OB, Allan Mørkøre, HB, Øssur Hansen, B68, Fróði Benjaminsen, B68, Sámal Joensen, GÍ [...] GÍ, John Petersen, B36, Julian Johnsson, Sogndal IL, Rógvi Jacobsen, HB, Jákup á Borg, B36, Kurt Mørkøre, Sogndal IL, Christian Høgni Jacobsen, NSÍ, Helgi Lamhauge Petersen, GÍ og Uni Arge, HB.
hevur verið í málinum í 2. deild, og Annfinn Thomsen, sum í fleiri dystum í fjør vardi málið hjá Sumba í 1. deild, og sum hevur verið málverji hjá NSÍ í unglingadeildini og onkuntíð í 2. deild. Triði málverjin [...] ímóti at veita eina hjálpandi hond, og heilt nógv bendir á, at tað verður Trygvi, sum verður síðsti NSÍ skansin ímóti KÍ. NSÍ hevur verið nógv í eldinum seinastu vikurnar, og tað sæst aftur í skaddum spælarum [...] Gundadali. Mótstøðuliðið var LÍF, og NSÍ vann 2?1. Jens Martin Knudsen vardi NSÍ málið ta ferðina. Nú er hann leikbannaður. Trygvi Mortensen var ta ferðina útispælari hjá NSÍ. Hesa ferð skal hann verja málið