GÍ vann oddadystin ímóti B36 sunnudagin, og við sigrinum styrktu gøtumenn um oddastøðuna, har teir nú eru trý stig undan næsta liðnum, sum er HB.
Sigurin hjá gøtumonnum var sum heild væl uppiborin, og ivaleyst verður tað við góðum vónum, at teir komandi vikuskiftið fara til Vágs, har teir skulu royna seg móti verandi meistarunum úr VB.
Úrslitini í fyrstu deild hetta vikuskiftið vóru annars hesi:
GÍ-B36 3-1
HB-VB 2-1
KÍ-NSÍ 2-1
B68-B71 4-2
FS Vágar-EB/Streymur 1-3










