Útvísing
Eiler Rasmussen, sum er ættaður av Skála, men sum býr í Havnini, helt 24 ára føðingardag sunnudagin. Einki er at ivast í, at hann altíð fer at minnast aftur á henda føðingardagin.
Í nøkur ár hevur Eiler roynt seg sum fótbóltsdómari. Í fjør dømdi hann í 2. deild, fyrr í vár dømdi hann fleiri dystir í kappingini um løgmanssteypið, og sunnudagin var hann fyri fyrstu ferð 23. maðurin á vøllinum í landskappingardysti í bestu deildini.
Hevði tað ikki verið fyri brotssparkið, sum dómarin í 2. hálvleiki dømdi til KÍ, so hevði dómarin neyvan verið tikin upp á tunguna eftir dystarlok. At eingin leggur dómaran til merkis, plagar at vera gott tekin, og umboð fyri báðar partar í Klaksvík sunnudagin halda, at 24 ára føðingardagsbarnið stóð seg væl.
Men í NSÍ vóru teir alt annað enn fegnir um brotssparkið, sum dómarin dømdi til KÍ.
? Hatta hevði einki við brotsspark at gera. Menn togaðust eitt sindur í brotsteiginum. Tá dómarin bríkslaði, ivaðist eg ikki í, at hann dømdi til okkum. Tá eg sá, at tað var fyri brotssparki, at hann hevði bríkslað, segði eg nøkur borgarlig orð við dómaran, og eg góðtaki, at eg fekk gula kortið fyri tey.
Tað sigur Jens Martin Kundsen, NSÍ málverjin. Eftir dystin fekk hann beinleiðis reytt kort, og tað hevur við sær, at hann ikki fer at verja málið í seinnu hálvfinaluni, sum NSÍ og KÍ skulu spæla í Runavík Kristi himmalferðardag.
Men hví fekk tú beinleiðis reytt kort?
? Eg haldi, at tað var burturvið. Eg segði nøkur orð við hann um brotssparksdómin og um, at hann ikki átti at sloppið at dømt aftur. At hann gav mær reyða kortið fyri tað, var ov erkvisið av honum, heldur Jens Martin Knudsen, sum eftir trý ár í útlegd ikki sigur seg kenna nýggja dómaraættarliðið so væl:
? Tað ber kanska eina serliga støðu við sær, at teir, sum fyrr hava fingið autograf frá okkum, nú skulu døma. Eg segði dómaranum aftaná, at hann skuldi ikki ivast í, at eg havi professionella virðing fyri honum, men man má tola eitt sindur. Onkuntíð siga áskoðarar við meg, at okkurt mistak hjá mær hevur verið so ógvusligt, at eg átti ikki at fingið ein nýggjan møguleika.
Men var tað ikki óprofessionelt av so gomlum og royndum spælara sum tær at spæla tær av við kjansin í hálvfinaluni?
? Eg iðri meg, tí eg var rættuliga uppsettur til júst tann dystin, men nú gerst tað ikki við. At tosa og siga nógv ? og onkuntíð kanska ov nógv ? er ein partur av motivatiónini hjá mær. Soleiðis hevur tað altíð verið, og tað plagar eingin at taka sær tykni av.
Nógv viðgjørd støða
Eiler Rasmussen hevur í viðmerkingini til útvísingina skrivað, at Jens Martin Knudsen varð útvístur, tí hann tosaði sera niðursetandi um dómaran. Hann vil ikki gera fleiri viðmerkingar til tað, men hann vil fegin greiða frá, hví hann bríkslaði fyri brotssparki:
? Á dómarafundum og skeiðum hava vit tosað nógv um at halda, og hvussu tað skal sektast. Eg stóð væl plaseraður, tá Allan Joensen lyfti bóltin upp um verjugarðin. Hjalgrím Elttør ætlaði sær eftir bóltinum, men hann slapp ikki avstað, tí ein NSÍ verjuspælari helt í honum. Tá eg sá tað, var einki annað at gera enn at bríksla fyri brotssparki, og eftir dystin var eg glaður um, at eygleiðarin var samdur við mær í hesum, sigur Eiler Rasmussen.
Onkrir ikki so lítið heitir NSÍ áskoðarar ætlaðu sær at heilsa upp á dómaran eftir dystin. Í tí førinum sást, at skipanin við verju av dómara og hjálpardómarum, sum FSF setti á stovn eftir rokdyst í Klaksvík í fjør, riggaði heilt væl. Fleiri vaktarmenn vóru beinanvegin um svartkløddu menninar, og so komu teir óskalaðir til føðingardagshald. Umframt 24 ára dagin hjá dómaranum, so var ein annar føðingardagur í dómarabólkinum. Ólavur Weihe hevði ikki føðingardag, men tað hevði hin linjudómarin. Páll Augustinussen fylti 30 ár sunnudagin.