Trygvi skal verja NSÍ málið

Bæði í Runavík og í Klaksvík eru fleiri spælarar ivasamir undan seinnu hálvfinaluni

 

Hálvfinala


Jens Martin Knudsen er leikbannaður, tá NSÍ Kristi himmalferðardag skal royna at spæla seg í steypafinaluna. At landsliðsmaðurin ikki verður við er sjálvandi sera óheppið fyri teir í Runavík.

Tá vit vóru í sambandi við NSÍ, var tað ikki heilt greitt, hvør skal verja málið hjá teimum ímóti KÍ. Tríggir málverjar hava verið til venjingar í vikuni. Tveir av teimum hava verið unglingamálverjin Jákup Helgi Hansen, sum tær seinastu ferðirnar hevur verið í málinum í 2. deild, og Annfinn Thomsen, sum í fleiri dystum í fjør vardi málið hjá Sumba í 1. deild, og sum hevur verið málverji hjá NSÍ í unglingadeildini og onkuntíð í 2. deild.

Triði málverjin, sum hevur verið á vøllinum við Løkin í hesi vikuni, er Trygvi Mortensen. Í síni tíð var hann ein tryggur aftasti skansi á besta liðnum hjá NSÍ, men nú eru fleiri ár síðani, at hann var fastur málverji.

Í fjør og í fyrraárið var Trygvi Mortensen venjari hjá NSÍ. Higartil í ár hevur hann vegna stóra arbeiðsbyrðu hildið seg burtur frá fótbóltinum (hann hevur kortini hugnað sær í 5. deild). Men nú felagið hjá honum so at siga var í neyð, hevur veteranurin einki havt ímóti at veita eina hjálpandi hond, og heilt nógv bendir á, at tað verður Trygvi, sum verður síðsti NSÍ skansin ímóti KÍ.

NSÍ hevur verið nógv í eldinum seinastu vikurnar, og tað sæst aftur í skaddum spælarum. Christian Høgni Jacobsen var ikki við í Klaksvík síðsta sunnudag. Í hesi vikuni hevur hann ikki vant saman við liðfeløgunum, men teir í Runavík vóna, at hann verður tøkur ímóti KÍ.

Gert Langgaard fekk ein løst í Klaksvík. Hann hevur ikki vant saman við hinum í hesi vikuni, og vit skilja á lagnum, at hann er sera ivasamur. Jónstein Petersen noyddist at taka seg burturúr venjingini týskvøldið. Brynjolvur Nielsen var so mikið illa fyri sunnudagin, at hann var ikki førur fyri at byrja inni ímóti KÍ. Týskvøldið var hann í Vágum við NSÍ unglingunum, og teir rokna við, at hann verður førur fyri at spæla í hálvfinaluni.


Ivasom vinstra síða

Hjá klaksvíkingum hava fyri tað mesta Fríðin Ziskason ella Símun Joensen røkt ytsta plássið í vinstru. Teir eru báðir sera ivasamir undan hálvfinaluni. Fríðin var ikki við sunnudagin. Hann hevur verið plágaður av fótskaða, sum hann fekk undir venjing í síðstu viku. Mánakvøldið royndi hann at venja, men tað bar einki til, og týskvøldið vandi hann uttan bólt. Símun Joensen hevur fyrr í vár drigist við ein vøddaskaða, sum nú aftur argar.

Ove Nysted hevur ikki verið á vøllinum, síðani hann varð skaddur í fyrru hálvfinaluni, og hann verður ikki við í Runavík. Á pluss síðuni hjá KÍ telur tað, at Atli Danielsen, sum hevur verið burturi frá orsaka av bruna í beininum, í hesi vikuni hevur vant saman við hinum.


Bíða leingi

NSÍ hevur ongantíð verið í finaluni, síðani tað í 1989 var farið undir at kappast um løgmanssteypið. 6. juli Í 1986 var ein fagnaðurdagur hjá NSÍ. Tá spældu teir finaluna um ísafjarðarsúluna í Gundadali. Mótstøðuliðið var LÍF, og NSÍ vann 2?1. Jens Martin Knudsen vardi NSÍ málið ta ferðina. Nú er hann leikbannaður. Trygvi Mortensen var ta ferðina útispælari hjá NSÍ. Hesa ferð skal hann verja málið. Eingin av hinum, sum í ár manna NSÍ liðið, hevur verið við í steypafinalu. Umframt í 1986 hevur NSÍ eina aðru ferðina verið í steypafinaluni. Tað var í 1985, tá teir taptu ímóti GÍ.

Klaksvíkingar hava fleiri ferðir verið í steypafinalum í níti árunum. Teir vunnu finalurnar í 1990, 1994 og í 1999, og tá teir fara til Runavíkar at telvast um finalupláss, men 1994 hálvfinalan standa frammarlaga í huganum. Tað árið vann NSÍ fyrru hálvfinaluna í Klaksvík 2?1. Men KÍ vann 4?1 í Runavík. Tá fyrra hálvfinalan næstsíðsta sunnudag var í Klaksvík, var úrslitið 1?1.