Sumba tveitti stigini burtur

Eftir at hava haft tamarhald á fyrrapartin av dystinum, mistu sumbingar alt á gólvið í seinna

 

NSÍ-Sumba 2-1 (0-1)


2. deild


Tá tað í fjør gjørdist greitt, at sumbingar noyddust tungu leiðina í aðru deild, mundu mong rokna við, at hetta var tað seinasta, sum vit sóu til Sumba í fremstu røð.

Fólkagrundarlagið er tunt í syðsta partinum av landinum, men hóast hendan tunga veruleika, so var tó líkt til, at sumbingar høvdu ætlanir um at vinna seg upp aftur. Jugoslavisku leikararnir vórðu verandi í felagnum, og tá flestu hini álitini á liðnum samstundis vórðu eftir, sá framtíðin kanska ikki heilt so døpur út kortini.


Áttu hálvleikin

Eftir eina trilvandi byrjan, sum millum annað hevur borið tvey tap á heimavølli, var tað tí við ætlanum um trý stig, at Sumba fór til Runavíkar leygardagin.

Fyrstu løtuna sá eisini út til, at hetta skuldi fara at hepnast hjá sumbingum. Teir vóru omaná í flestum lutum, og tað eydnaðist teimum eisini at leggja seg á odda. Málið kom, tá Jan Poulsen úr høgru sendi eina langa avlevering tvørtur um vøllin, har Baja gjørdist púra leysur, soleiðis at hann kundi senda bóltin í netið.


NSÍ tók yvir

Eftir trý væl eydnað korter, roknaðu sumbingar tí helst við, at sigurin var í pottinum, men her roknaðu teir so ikki við NSÍ. Runavíkingar settu seg nú fullkomuliga á miðvøllin, har sumbingarnar eisini høvdu gjørt onkrar rokeringar, og úrslitið av yvirvágni hjá heimaliðnum lág heldur ikki eftir.

Fyrst var tað Bergur Djurhuus, sum var hægstur eftir frísparksinnlegg, so hann kundi stúta í kassan, og lítla løtu seinni varð Fróði Jóanesarson leiktur púra leysur, soleiðis at hann einsamallur við málverjanum kundi økja.

Seinastu løtuna royndu sumbingar at trýsta, men rættiliga vandamikið gjørdist tó ikki. Heimaliðið var tó sera vandamikið í mótálopum, og tað hevði einki forgjørt verið í, um teir øktu um leiðsluna, men tað nærmasta teir komu, var eitt skot frá Fróða Jóanesarson, sum small í tvørtræðið og niður á mállinjuna.

Við sigrinum togaði NSÍ seg heilt upp móti oddaliðunum, meðan sumbingar enn ikki hava sannført um, at teir í ár skulu gera seg galdandi í oddinum. Ivaleyst kom tað tó væl við, at flestu liðini í oddinum mistu stig, soleiðis at teir framhaldandi hava møguleika at blanda seg uppí.


NSÍ-Sumba 2-1 (0-1):

0-1: Nebojsa Velkovic

1-1: Bergur Djurhuus

2-1: Fróði Jóanesarson