Eins og vaktarar stóðu á Zions múri, tú hevur staðið til dagin í dag, slotað og hugt – og vakt úr dúri durvandi fólk – og hevur sæð tey reist seg á føtur í bønaranda til verju og bøn við Zions múr. Ikki [...] hatursmonnum, kendu til armóð, sorg og stríð, men elskað av Gudi av sonnum. Førning tínar móður tú bar fram á leið, hin førning um landið halga. Í fótaspor hennara djørv tú steig í bøn til Gud hin alvalda, um at
ið eru ov persónligir. Fólk kunnu nú sjálvi meta. Spurnablaðið frá royndarteljingini í heyst liggur á heimasíðuni hjá løgtinginum. TRÝST HER . Har standa m.a. hesir spurningarnir: Hvør er húsaleigan? Hvussu [...] Hvat var fyrsta málið, tú lærdi heima? Vart tú heima við hús náttina til 11. november? Hvussu er heilsan hjá tær í mun til aldurin? Bert tú nakað varandi brek? Hvørja kristna kirkju/fríkirkju ella samkomubólkar
hjá Dátueftirlitinum er at læra føroyingar góðan fólkaskikk á netinum. Vindur upp á seg Trupulleikin, at føroyskar gentur verða misnýttar á alnetinum, veksur støðugt í Føroyum. Tað eru fleiri dømi um [...] Gullmappurnar, ella ‘Golden Maps’, er heitið á myndamappum, sum ferðast runt umvegis teldupostar á internetinum júst nú. Myndir av naknum ella lættkløddum føroyskum konufólkum í aldursbólkinum frá 16 til [...] myndirnar eru ymiskar. Summar hava helst sent privatar myndir sum eina fitta heilsan til sín unnasta, og aðrar myndir eru á internetinum frammanundan. Summar gentur eru fullkomiliga naknar, aðrar eru í
Fepurin kom upp á 40 stig og hevði annars verið uppi á 40.8. Hetta var ringt tekin. Mamma og pápi skrivaðu eisini til Johan, hvørja ferð fartur var. Mamma fekk so hildið í hondina á Johan, tá ið hann [...] kuldastig. Eg var hetta kvøldið á skrivstovuni, og tá ið eg um 10 tíðina kom heim, kundi mamma fortelja mær, at eg var blivin pápi til ein deiligan drong. Eg skundaði mær upp á kamarið og ynskti Margrethu [...] um hesa tíðina innlagdur á Oyrasundshospitalinum í Keypmannahavn. Hetta var eitt serligt sjúkrahús fyri smittandi sjúklingar. Navnið kom av, at tað lá oman móti Oyrasundi. Á jólum var hann sloppin úr
bond eru sera sterk, og at kærleikin ber av øllum. Góðu mamma og pápi, hjartaliga tillukku á gullbrúdleypsdegnum, og vónandi fáa tit ein góðan og hugnaligan dag saman við familjuni. ------- Kærar heilsur [...] gullbrúdleyp. Tey møttust sum ung, eitt vakurt summarkvøld, í dansistovuni Gleimi í Miðvági. Pápi gekk á maskinmeistaraskúla í Danmark, og hann var komin upp í summarferiu. Tey gjørdust góð, blivu trúlovað [...] vælkomin. Brúdleypið var sera gott og væleydnað. Gott veður, góður matur og nógv fólk. Døgurðin var á loftinum í gamla elverkinum, og aftaná var boðið til kaffi heima hjá foreldrunum hjá pápa, og seinni
Í teoriini er fosturtøka bara loyvd undir ekstremum umstøðum, so sum neyðtøku, og um lívið ella heilsan á kvinnuni er í vága, vegna likamliga ella sálarliga sjúku. Vit vita tó øll, at hesar reglur ikki [...] har nógvar av upplýsingunum ikki eru vísindaliga eftirfarandi, undir liðini á eftirfarandi tilfari um heilsu, medisin og sjúku, á apotekum og inni í bíðirúmum hjá læknum. Slíkir faldarar eru átrúnarliga/ [...] fær ta viðgerð, sum hon vil hava. Harafturat verða kvinnur, sum av neyð royna at fremja fosturtøku á seg sjálvar, hildnar at vera brotskvinnur, ið kunnu revsast, sambært føroysku lógini um fosturtøku.
einari europeiskari kapping á vøllinum yvir tveir dystir, heima og úti. B36 spældi javnleik 1-1 ímóti ÍBV á Vestmannaoyggjunum í Ìslandi. Òlavsøkuaftan megnaði B36 at vinna 2-1 á ÌBV, og harvið skriva føroyska [...] 1936. Fyrsti formaður felagsins varð Niels Ejdesgaard. Felagið hevði bert 10 ár á baki, tá tað eydnaðist at vinna FM-heitið á fyrsta sinni í 1946. B36 hevur vunnið Føroyameistaraheiti átta ferðir í bestu [...] okkurt forkunnugt og leskiligt til matna. Høvið verður at bera fram heilsan til felagið. Tað hevði glett nevndina hjá B36 at heilsa upp á so nógv sum gjørligt føðingardagin. Tað verður nógv at hoyra um B36
hvat var á vási, men tað gekk upp fyri mær, at heilsan ikki helt til vektina longur, greiður Jan Vestergaard frá. Ógvusligt óhapp viðførdi 50 kilo Tá ið Jan Vestergaard lítur afturá, undrast hann á, hví hann [...] noyddur at gera okkurt við støðuna, tí heilsan var farin at bila. - Eg vaknaði ein morgun eftir ein býtúr í Havnini. Um tað mundið vigaði eg 170 kilo. Tá eg fór á vesið, fekk eg álvarsliga ilt fyri bringuna [...] megnaði at tapa seg 40 kilo. - Eg var á Tórsbreyt hvørt kvøld, óansæð veður og vind. Og eftir eina tíð byrjaðu kiloini at fara av mær, greiður Jan frá. Men venjingin á Tórsbreyt varð ikki nóg mikið. Kosturin
hvat var á vási, men tað gekk upp fyri mær, at heilsan ikki helt til vektina longur, greiður Jan Vestergaard frá. Ógvusligt óhapp viðførdi 50 kilo Tá ið Jan Vestergaard lítur afturá, undrast hann á, hví hann [...] noyddur at gera okkurt við støðuna, tí heilsan var farin at bila. – Eg vaknaði ein morgun eftir ein býtúr í Havnini. Um tað mundið vigaði eg 170 kilo. Tá eg fór á vesið, fekk eg álvarsliga ilt fyri bringuna [...] megnaði at tapa seg 40 kilo. – Eg var á Tórsbreyt hvørt kvøld, óansæð veður og vind. Og eftir eina tíð byrjaðu kiloini at fara av mær, greiður Jan frá. Men venjingin á Tórsbreyt varð ikki nóg mikið. Kosturin
Røddin á manninum, tí 79 ára gamla Dánjali hoyrist í bakgrundini. Tey bæði hava livað eitt langt lív saman, og nú í ellini njóta tey samveruna hvørt við annað í hugnaligu og vælsnikkaðu íbúðini á Landavegnum [...] teimum stevnu ein vindharðan dag í farnu viku. Ein stevna, ið eisini førdi hana oman á fyrrverandi arbeiðspláss sítt, Bacalao á vestaru bryggju. Tosaðu um føroyingar Tað eru helst ikki mong ið kennast við lítlu [...] tá eg so sjálv kom til Tokusak hitti eg eisini á fyrsta sinni føroyingarnar, sum róðu út her, greiðir hon frá. Millum teir mongu føroyingarnar sum arbeiddu á landi hetta árið (1959), var ein ungur og raskur