B36 fyllir 75 ár í morgin

Felagið skipar fyri móttøku í B36-húsinum í hesum sambandinum. B36 varð stovnað tann 28. mars í 1936. Fyrsti formaður felagsins varð Niels Ejdesgaard.

 

Felagið hevði bert 10 ár á baki, tá tað eydnaðist at vinna FM-heitið á fyrsta sinni í 1946. B36 hevur vunnið Føroyameistaraheiti átta ferðir í bestu mansdeildini,seinast í 2005.

 

B36 hevur havt lið í bestu mansdeildini í fótbólti frá byrjan, undantikið í 1985 og í 1987, tá felagið spældi í næstbestu fótbóltsdeildini.

 

Í 2005 gjørdist B36 fyrsta føroyska felagsliðið, sum spældi seg víðari í einari europeiskari kapping á vøllinum yvir tveir dystir, heima og úti. B36 spældi javnleik 1-1 ímóti ÍBV á Vestmannaoyggjunum í Ìslandi. Òlavsøkuaftan megnaði B36 at vinna 2-1 á ÌBV, og harvið skriva føroyska fótbóltssøgu.

 

Árið eftir spældi liðið seg víðari í Champions League undanspælinum, við at vinna samanlagt 5-2 á Birkirkara.

 

Fyrsta árið skipaður kvinnufótbóltur varð spældur í einari landskapping í Føroyum í 1985, gjørdist B36 fyrsta liðið, sum vann føroyameistaraheitið í kvinnufótbólti.

 

Í samband við 75 ára dagin verður skipað fyri móttøku í B36-húsinum millum klokkan 15 og 18 í morgin, har B36 bjóðar okkurt forkunnugt og leskiligt til matna.

 

Høvið verður at bera fram heilsan til felagið.

 

Tað hevði glett nevndina hjá B36 at heilsa upp á so nógv sum gjørligt føðingardagin.

 

Tað verður nógv at hoyra um B36 í morgunsendingini hjá Rás2 í morgin.