Havn: Telefonin ringir heima hjá hjúnunum Marthu og Dánjal Larsen.
Hon er skjót at taka telefonina, og er líka so skjót at geva manninum hornið, tá maðurin í hinum endanum sigur seg vera frá Sosialinum. So má tað vera til Dánjal.
Men tað er tað ikki hesaferð, í øllum førum. Telefonin er nevniliga ætlað Marthu.
– Ætla tit at tosa við meg? Um Grønland? Tja, eg veit ikki, er Martha skjót at svara. Eftir eina løtu veðrur svarið meiri játtandi: - OK, tað man vera í lagi. Nær koma tit?
Røddin á manninum, tí 79 ára gamla Dánjali hoyrist í bakgrundini. Tey bæði hava livað eitt langt lív saman, og nú í ellini njóta tey samveruna hvørt við annað í hugnaligu og vælsnikkaðu íbúðini á Landavegnum.
- Eg kom her sum ung genta, og havi trivist her frá fyrsta degi. Tá eg havi ferðast aftur í heimlandi mínum, Grønlandi, so havi eg altíð longst aftur til Føroyar, her eg havi bæði børn og ommubørn.
- Eg má bara viðganga tað, at mær dámar betri í Føroyum enn í Grønlandi, sigur Martha sum verður 73 ár í september mánaði í ár.
Sosialurin hevur sett teimum stevnu ein vindharðan dag í farnu viku. Ein stevna, ið eisini førdi hana oman á fyrrverandi arbeiðspláss sítt, Bacalao á vestaru bryggju.
Tosaðu um føroyingar
Tað eru helst ikki mong ið kennast við lítlu grønlendsku bygdina Atangmik – ella Atammik, sum hon eitur í dag – ið liggur nakað norðanfyri grønlendska høvuðsstaðin, Nuuk.
Tá Martha vaks upp her í 40'unum og 50'unum livdi fólkið av tí ið sjógvurin gav. Fólkatalið lá um tey 300, teirra millum tey í húsinum hjá teirri ungu Marthu Josefsen.
Hóast bygdin var lítil, var kortini skúli í bygdini, og her gekk hon til hon var 14 ára gomul. Hetta var í tíðini, tá børnini bert lærdu grønlendskt mál í skúlanum, og tí hevur Martha ongatíð lært seg at tosa danskt.
Atammik er framvegis í dag ein fiskivinnubygd, men tað vóru eisini onnur størv og tænastur her. Mamma Marthu starvaðist sum jarðarmóðir, og vóru møðgurnar báðar ofta úti og hjálptu børnum til verðina.
Hetta helt á eina tíð, men Martha hevði kortini eitt ynski og ein longsul um at sleppa út í verðina, og síggja okkurt annað enn fólkið í heimbygdini. Sum sagt, so gjørt, og soleiðis bleiv tað til tað, at hon fyrst fekk arbeiði í Nuuk og seinni í eini aðrari kendari fiskivinnubygd Toqqusap – í dagligari talu Tokusak - ið liggur ikki so langt norðanfyri heimbygd hennara.
- Eg hevði hoyrt fólk tosa um allar hesar føroyingarnar, sum fiskaðu her og sum arbeiddu her. Og tá eg so sjálv kom til Tokusak hitti eg eisini á fyrsta sinni føroyingarnar, sum róðu út her, greiðir hon frá.
Millum teir mongu føroyingarnar sum arbeiddu á landi hetta árið (1959), var ein ungur og raskur arbeiðsmaður og hentur flekjari úr Porkeri – Dánjal Larsen, sum síðani skuldi koma at broyta restina av hennara lívi.
- Hann arbeiddi sum flekjari á sama virki sum eg. Arbeiðið var soleiðis skipað, at vit vóru nakrar sum rivu fiskin um, meðan Dánjal og aðrir mans trillaðu fiskin út úr skúrinum. og yvir í ein annan skúr, sigur Martha við einum brosi.
Og hon leggur aftrat: - Jú, eg fekk gott eyga á henda føroyingin har. Tað var okkurt serstakt við Dánjali, sum var nøkur ár eldri enn eg.
- Martha, kom aftur!
Tey høvdu ikki verið saman í meiri enn slakar tríggjar mánaðir, tá teimum beyðst møguleiki at sleppa heim til Føroyar við skipi.
Ein av føroysku útróðrarbátunum í Tokusak gjørdist vrak orsakað av einum eldsbruna, og manningin var tí noydd at fara heim aftur. Hetta varð gjørt við trolaranum Fiskanes.
Tað unga og forelskaða parið spurdi seg fyri, um tey kundu sleppa heim við teimum, og soleiðis bleiv tað til tað at Martha á fyrsta sinni kom til Føroyar, eftir ein átta daga langan siglitúr í góðum líkindum.
- Eg hevði hug at vita, hvussu tað sá út í heimlandinum hjá Dánjali. Og tá eg so kom her til landið, dámdi mær beinanvegin bæði landið og fólkið.
- Tað var sera spennandi at síggja, hvussu onnur fólk livdu. Og Havnin hon var nógvar ferðir minni, enn hvat hon er í dag, og tí var tað nógv lættari at finna runt í býnum, greiðir Martha frá.
Hon var heppin og fekk arbeiði, og næstu fýra árini arbeiddi tann ídna Martha, og kom tá eisini at kenna aðrar kvinnur úr Grønlandi sum arbeiddu her. Tað var kortini eitt sum so líðandi kom at merkja hana: Longsulin eftir heimlandinum. Hetta nevndi hon somuleiðis fyri Dánjali.
- So sigur hann við meg ein dagin: - Altso, Martha, góða. Um tær leingist aftur til Grønland, so haldi eg at tú skalt fara heim aftur, greiðir hon frá.
– Men so legði hann aftrat: Kom aftur um tvey ár.
Dugdi ikki føroyskt
Martha fór so aftur til Atammik, men tá hon hevði verið har eitt pláss gekk veruleikin upp fyri henni: Satt at siga vóru bæði hon og heimbygdin broytt so mikið nógv, at hon ikki rættiliga treivst her.
- Ja, eg dugdi faktist ikki at vera her, sigur hon álvarsom.
Í Nuuk vóru øðrvísi umstøður, og her fekk hon aftur arbeiði tey næstu tvey árini. Henda tíðin gekk skjótt, her hon millum annað arbeiddi á flakavirki og á eini matstovu, meðan hon visti, at Dánjal sigldi úti í verðini.
Tey bæði royndu samstundis at halda sambandið viðlíka, men tað var sjálvandi ikki so lætt fyri 50-60 árum síðani. So mikið glaðari gjørdist hon, tá hon ein dagin fekk eina hjartaliga uppringing frá Dánjal: - Martha, eg komi til Grønlands eftir tær. Og so fara vit aftur til Føroyar.
- Eg kom so til Føroyar, men segði so við Dánjal: Jamen, eg dugi ikki føroyskt og illa danskt. Hvat skal eg kunna gera, um eg ikki dugi málið?
- Eg veit ikki rættiliga, men stutt eftir ringdi ein sum vit kendu, og segði seg hava brúk fyri míni hjálp í matstovuni hjá Magnusi Bærentsen, - tað er har sum Keypsamtøkan í býnum er í dag.
Mátti velja
Tað lá væl fyri hjá teirri arbeiðssomu Marthu at arbeiða og finna sær arbeiði. Tí áðrenn hon visti av, hevði hon eisini fingið arbeiði í matstovuni Perluni:
Her arbeiddi hon um dagin, meðan hon um kvøldið arbeiddi á Bacalao, har teir turkaðu fisk.
- Mær dámdi sera væl at arbeiða í fiski, og uppá eitt tíðspunkt mátti eg velja annað teirra. Eg kundi ikki arbeiða longur á báðum støðum samstundis. Eg valdi Bacalao, tí vit tjentu so væl, ikki minst tí at vit arbeiddu nógv yvir, um kvøldið og um náttina.
- Seinni byrjaði eg at kílaskera, og frá 1. juni 1966 fekk eg fast á Bacalao.
Martha var hepnari enn sum so, tí seinni vóru eisini boð eftir Dánjali, sum gjørdist formaður í saltfiskahúsinum.
- Tað var nokkso skeg, tí vit vórðu eisini gift tá – og tá eg hevði arbeitt á virkinum í 25 ár, hildu vit bæði silvurbrúdleyp og 25 ára starvsdag mín ísenn.
- Tað stuttliga var eisini, at tá bleiv flaggað á Bacalao.
Hvussu man stjórin eita?
Tað er nærum ikki til at trúgva, at Martha Larsen fer um tey 73 árini, næstu ferð hon hevur føðingardag.
Hon er frísk og ferðug, og hevur framvegis onkur smærri arbeiði at gera.
- Ja, klokkan eitt í dag skal eg faktist út at hjálpa eini konu við at vaska, sigur hon.
Tað sá annars ikki so gott út fyri nøkrum árum síðani. Hon var til arbeiðis á Bacalao, tá hon brádliga byrjaði at merkja til pínu í síðuni – tað sum seinni skuldi vísa seg at vera eina nýrasteinur.
- Har var bara eitt at gera: Eg mátti frá arbeiðinum og beinleiðis til hospitalið henda seinnapartin. Og har bíðaði eg í næstan seks tímar, áðrenn eg slapp framat einum lækna, sum síðani fekk staðfest nýrasteinin.
- Hann gav mær boð um at eg mátti drekka nógv vatn, og vísti mær síðani til hvíldarheimið Naina, har eg var ta næstu vikuna, greiðir Martha frá.
Hon kom seg so mikið aftur, at hon sá seg føra fyri – og var avgjørt sinnað fyri tí - at fara aftur til arbeiðis. Men tá spurdi bæði maðurin og dótturin um tað mundi vera neyðugt.
- Ja, tey spurdu meg, um tað var neyðugt. Um eg ikki skuldi taka tað eitt sindur róligt eina tíð.
- Men eg veit ikki, eg dugi ikki annað enn at arbeiða, svaraði eg. - Eg má bara fara aftur til arbeiðis á Bacalao.
So langt kom hon ikki, tí ein dagin var hon farin sær ein gongutúr í býin, og gekk fram við sjómansheiminum, tí sum nú eitur Hotel Tórshavn. So kom tankin til hana – man nakað arbeiði vera til mín her? Hvussu man stjórin eita? Skal eg tora at fara inn at biðja um arbeiði?
- Eg fór so inn har, og møtti har stjóranum, Jeffri Johannesen. Hann bað meg skriva navn og bústað á eitt pappír, og so skuldi hann fáa at síggja, greiðir hon frá.
Tríggjar dagar seinni ringdi stjórin og bjóðaði henni vælkomna til arbeiðis. Her var hon í mong ár, og hevur síðani havt fleiri vaskiarbeiði ymsastaðni í býnum.
- Eg veit ikki, - heilsan er framvegis góð, hóast eg verði 73 í september. Men eg tími framvegis væl at arbeiða, sigur Martha Larsen við einum brosi.