Eins og vaktarar stóðu á Zions múri,
tú hevur staðið til dagin í dag,
slotað og hugt – og vakt úr dúri
durvandi fólk – og hevur sæð
tey reist seg á føtur í bønaranda
til verju og bøn við Zions múr.
Ikki við menniskjamátti, men anda
tú tey vakti svøvninum úr.
Móðir tín lærdi teg Ísrael elska,
fólkið runnið av Ábrahams ætt,
Ísraels navn í hjarta títt teskað,
lært teg at elska fólkið spjatt
kring um heimsknøttin útlegdartíð,
jagstrað og týnt av hatursmonnum,
kendu til armóð, sorg og stríð,
men elskað av Gudi av sonnum.
Førning tínar móður tú bar fram á leið,
hin førning um landið halga.
Í fótaspor hennara djørv tú steig
í bøn til Gud hin alvalda,
um at føra fólkið til heimlandsins grund
til sítt óðal við Guds arvaskjali,
sum profetarnir ritaðu fornu stund
um heimkomu teirra í túsundtali.
Í tær eiga jødarnir forbønarkvinnu,
land teirra elskar - og fólkið við.
Í tær eiga jødarnir verjuna stinnu,
trúgv stendur tú við teirra lið.
Saman við tínum tú trúgv hevur biðið,
hjálpt jødunum heim til fedranna grund.
Ein dag fer upp hitt “gylta liðið”,
tá vit savnast við jødum til ævigan fund.
---------------
Birgit og Svenning av Lofti