Fólk kunnu nú sjálvi meta, um spurnablaðið, sum øll hava skyldu at svara í heyst, er ov nærgangandi.
Við 16 atkvøðum fyri og 15 ímóti samtykti løgtingið seinnapartin at beina uppskotið um manntal aftur í nevnd.
Orsøkin er, at ov nógvir ivaspurningar eru í uppskotinum, sum skal slóða fyri umfatandi fólkateljingini í heyst.
Minnilutin í fíggjarnevndin og løgfrøðiligi serfrøðingurin hjá løgtingsumsitingini halda tað m.a. vera skeivt, at øll hava skyldu at svara einum spurnablaði við spurningum, ið eru ov persónligir.
Fólk kunnu nú sjálvi meta.
Spurnablaðið frá royndarteljingini í heyst liggur á heimasíðuni hjá løgtinginum.
Har standa m.a. hesir spurningarnir:
Hvør er húsaleigan?
Hvussu nógvir fermetrar av býlinum eru óinnrættaðir?
Hevur býlið vesi?
Hevur tú systkin ella hálvsystkin í útlondum?
Hvat var fyrsta málið, tú lærdi heima?
Vart tú heima við hús náttina til 11. november?
Hvussu er heilsan hjá tær í mun til aldurin?
Bert tú nakað varandi brek?
Hvørja kristna kirkju/fríkirkju ella samkomubólkar hevur tú tilknýti til?
Hvørja trúgv hevur tú?
Hvussu væl dugir tú føroyskt?
Hvussu lýsir tú tín tjóðskap?
Gjørdi tú nakað húsligt arbeiði heima seinastu 7 dagarnar?
Ert tú limur í nøkrum fakfelagi?