skyldur á tey limalond, ið umsita økir, har fólkið ikki hevur finið fult sjálvstýri. Eftir kapitul XI gr. 73 í ST-samtyktini hevur Danmark skyldu til at tryggja framgongd á tí politiska, tí fíggjarliga [...] sjónarmið um danir. Vit kunnu kalla teir imperialistar og siga, at vit ikki kunnu rokna við nakrari hjálp frá teimum. Minnist bara til 1946 og hyggi bara eftir, hvussu er gingist seinastu árini. - Færøgruppen [...] rættindi hjá øðrum og so tey mentaðu, ið duga at síggja, at føroyingar hava rætt til at eiga sítt egna land og rætt til at stýra sjálvi. Tað eru hesi seinnu, vit eiga at samstarva við, og tey hava sjálvsagt
er tann, at allar veitingar til og frá oljuøkinum fara um føroyskan keikant. Má við í lóg skal nakar gera íløgur Tað er ikki nokk, at hetta kemur at standa í treytunum til tey einstøku feløgini, sum fáa [...] -Men hvat heldur tú oljufeløgini siga til, at hetta verður sett í lógina sum ein treyt - kann tað vera við til at, tey halda seg aftur? -Oljufeløgini koma ikki á føroyskt øki fyri okkara skyld. Tey gera [...] verðini. -Men er ikki vandi í tí, at vit við slíkum kravi kunstiga halda lív í føroyskum virkjum, sum tá ikki hava fyri neyðini at gerast kappingarfør, tí tey fáa arbeiðini kortini! -Orsøkin til at vit krevja
at taka havhest í undanfarnu øld, tordu vágbingar ikki at seta hann, men lótu eina deyðkomna gamla konu fáa nakrar bitar fyrst. Teir hugdu dúgliga inn til hennara, tá ið hon var sovnað, »eins og vanligt [...] So hørð vóru korini til fyri hávltannað hundrað árum síðani, skrivar Ólavur Clementsen í BIRTING, sum júst er útkomin. Í yvirlitinum yvir traðarsøguna í Havn skrivar hann eisini um, hvussu ónæriligir einstakir [...] einstakir bøndur kundu vera móti traðarmonnum. Ósemja elvdi eisini til, at bóndin í Bø í Vík flutti suður á Langasand og bygdi har í 1839. Sverri Egholm skrivar um hesi niðursetufólk og eftirkomarar teirra
Meginfelag Útróðrarmanna hevur einki ímóti at vera við til at finna loysnir, og vit halda at okkara landsstýrismenn máttu havt okkurt annað at tikið sær til enn at gjørt jólini ótrygg við hóttanum í útvarpi [...] hetta evni sum møguliga kann misskiljast, men lesur tú hana alla er boðskapurin týðuligur. Tað ber til at gera skipanina bíligari uttan at fara við spariknívinum. Ein máti er at skapa fyritreytir fyri einum [...] rámandi segði tað í Degi og Viku týskvøldið: Vit eru skerdir bæði ein og annan veg. Eitt annað, sum ikki hevur verið nógv frammi er tali av arbeiðsplássum sum útróðurin skapar. Vit vita at útróðrarflotin
somul. Tað eru ikki smávegis broytingar sum henda innan tað tøkniliga í hesum døgum. Tað er nærum ikki dagur, hvar vit ikki vera kunnaði um eitthvørt, sum nú er gjørligt. Mær rennur til hugs tá eg sjálvur [...] postinum, til nýggjastu tíðindini koma innum gáttina. Eg eri heldur ikki í iva um, at bløð okkara kunnu víðka um tænasturnar, sum givnar verða av bløðunum. Vit, sum av og til føla trongd til at skriva [...] mál og norðurlendska mentan. Um ein vil ella ikki, so má ein fyrihalda seg til tey tilboð, sum tøknifrøðin hevur at geva, um ein ikki skal gerast eftirbátur. Tað er tó einki sum tíðir uppá, at norðurlond
senda ein e-mail til Singapore enn eitt telefax til Gásadals, seggði Jan Müller. ? Heimurin er vorðin ein KT-markanaður og kunningin stendur opin fyri øllum, sum hava førleika og ráð at nýta teir óavmarkaðu [...] ? Bløðini hoyra til tann partin av tilfarinum á Internetinum, sum hevur størstan áhuga, og tískil er tað so nátúrligt, at vit eisini eru við har, sigur Jan Müller, blaðstjóri á Sosialinum. Hann sigur eisini [...] Jan Müller segði eisini, at vit Internet Sosialinum fáa eisini lýsarar hjá blaðnum høvi at koma út til eina breiða fjøld av kundum. Møguleikarnir fyri at variera lýsingarnar eru stórir og møguligt er at
hentlendingar hava eina oljuvinnu, sum vit ikki hava enn. Eitt nú fer sambandið inn á meginlandið um radiobylgjur, sum hava avmarkaða orku, og er veðrið ikki til vildar, kunnu tey missa sambandið í tímar [...] men hon hevur bygt upp sína egnu skipan, sum restin av Hetlendska samfelagnum ikki far atgong til. Hvussu ber tað so til, at so stórur munur er á fjarskiftinum í Hetlandi og í Føroyum? Tann stóri munurin [...] num á Internetinum. Hetta er avgjørt eitt tiltak, sum er við til at seta Føroyar á heimskortið, økja virðið á Internetinum, og gera tað til ein seriøsan miðil og arbeiðsamboð hjá einstaklingum og virkjum
rættiliga stirvið. Áki Olsen fekk ikki so nógv burtur úr, sum hann plagar, og tað var í roynd og veru Sámal Joensen á høgra bakki helt VÍF inni í dystinum nógva av tíðini. Løgdu til brots aftur VÍF var aftanfyri [...] og fóru at halda fram í seinna hálvleiki. Men tað skuldi ikki verða. Sjálvt eftir ein vánaligan enda av fyrra hálvleiki góvu Kyndlaspælararnir ikki upp, og í hálvleikinum fekk Kyndil rætta somikið uppá mistøkini [...] Olsen, og at yngsti Olsen-bróðurin ikki gjørdi fleiri enn 5 mál hendan dystin, komst fyrst og fremst av málmanspælinum hjá Hans á Lag. Leiðslan var nóg stór Tað gjørdist ikki rættiligur spenningur í dystinum
hesar grundgevingar, men hon skilir ikki rættuliga, at landsstýrið ikki bað um undantaksloyvi, sum tað hevur rætt til, og hon góðtekur heldur ikki, at brotini ikki verða rættað. Marita Petersen vil eisin [...] Petersen vil eisini hava at vita, hvørjar nevndir, ráð v. m. landsstýrð og stovnar undir landsstýrinum hevur sett, síðani Javnstøðunevndin klagaði landsstýrið til landsstýrismálanevndina 7. februar 1996, og hvør [...] nevndir, ráð, umboð og líknandi, sum fyrisitingarvaldið útnevndir, skulu vera sett saman soleiðis, at umleið eins nógvi rlimir av báðum kynum eru umboðaðir. Sama er galdandi fyri tær nevndir, ráð, umboð
landsskúlaráðið, sum er ein av teimum átta nevndunum, ið eru fevndar av niðurstøðu kanningarstjórans, ikki er til longur. Menningargrunnur Ídnaðarins hevur fingið nýggja nevnd og lýkur nú treytirnar í javnstøðulógini [...] tá ið sitandi samgonga varð umskipað, valdi landsstýrið hesar nevndir: Nevnd at gera uppskot til stuðul til menning av fiskivinnu á landi og heildarætlan fyri innfluttan fisk Nevnd: Fimm menn og ein kvinna [...] Nevnd: Seks menn og tvær kvinnur Val av nevnd at gera uppskot til nýggja læraraútbúgvingarlog Nevnd Fimm menn og ein kvinna Í skrivi til løgmann dagfest tann 6. november 1997 hevur landsstýrismaðurin