? Eg havi fylt Internet Sosialinum við spenningi

Segði Sámal Petur í Grund, samskiftisráðharri m. a. tá hann legði fyrsta almenna Internet Sosialin út á Internetið. Niðanfyri prenta vit røðuna, hann helt:

Góðan dag øll somul.


Tað eru ikki smávegis broytingar sum henda innan tað tøkniliga í hesum døgum.

Tað er nærum ikki dagur, hvar vit ikki vera kunnaði um eitthvørt, sum nú er gjørligt.

Mær rennur til hugs tá eg sjálvur stóð í læru sum elektronikmekanikari, seinast í sjeytiárunum, hvar vit fingu loyvi til at hoyra um eitt sum kallaðist microprosessor. Tað var ikki smávegis man væntaði sær av hesum geniala uppfinnilsi.

Í dag mugu vit ásanna, at tøknin alla tíðina yvirhálar seg sjálva. Útbúgving á hesum økjunum er nærum avoldað, tá ein er avlærdur.

Tól sum verða útskift við nýggjastu tøknina, tí at tey eru ótíðarhóskandi, vísa seg mangan at hava menglar, áðrenn tey eru liðugt installeraði.

Ein av teimum møguleikum, sum tøknifrøðiliga hevur vakt ans, er internetið.

Hesin miðil hevur gjørt útboðið sum stendur okkum í boði, so óendaliga nógv størri, enn ein kundi ímynda sær, bert fyri stuttari tíð síðani.

Møguleikarnir fyri upplýsingum, sum ein slettis ikki hevði givið gætur, eru at finna á netinum.

Eisini frá politiskari síðu er áhugin fyri hesum samskiftismøguleika stórur og verður nógv troyttur.

Sjálvur skal eg á fund við hinar norðurlendsku KT-ministararnar í næstu viku, har millum annað ein ætlan um satsing á hesum øki skal fevna um:

? Hvussu kunningartøkni kann brúkast til at styrkja demokratiið (fólkaræði).

? Hvussu øllum kann tryggjast somu møguleikar í kunningartænastuni.

? Hvussu ein kann nýta hendan miðil til at styrkja norðurlendskt mál og norðurlendska mentan.


Um ein vil ella ikki, so má ein fyrihalda seg til tey tilboð, sum tøknifrøðin hevur at geva, um ein ikki skal gerast eftirbátur.

Tað er tó einki sum tíðir uppá, at norðurlond liggja aftanfyri onnur.

Ífylgi hagtøl frá »European Information Technology Observatory 97«, so standa norðurlond sterkt sum KT-øki.

Tað hevur í eina tíð verið møguligt at lesa útlendsk bløð og tíðarrit á internetinum.

Eisini frá føroyskari síðu hava vit sæð initiativ á hesum øki. Sosialurin hevur royndarkoyrt blað sítt á netinum, og hava vit, sum hava fylgt við á hesum øki, við spenningi sæð fram til, hvønn leist ein fór at leggja seg á.

Tað er helst eingin av okkum sum kann ímynda sær, hvussu langt kann náast við einum miðli á internetinum, men longu í dag kunnu vit síggja, at lesaraflatan er økt munandi við tað, at føroyingar allastaðni um í heiminum nú kunnu lesa dagførdan Sosial.

Nú nýtist ongum meira at bíða eftir postinum, til nýggjastu tíðindini koma innum gáttina.

Eg eri heldur ikki í iva um, at bløð okkara kunnu víðka um tænasturnar, sum givnar verða av bløðunum.

Vit, sum av og til føla trongd til at skriva eitthvørt, hava longu merkt henda munin, við tað at greinarnar nú kunnu sendast beinleiðis av telduni yvir internetið.

Eg vil fegin takka Sosialinum fyri heiðurin at fáa loyvi at senda tað fyrsta blaðið, eftir royndartíðina, út á netið.

Til seinast fari eg at ynskja Sosialinum og tykkum sum hava tykkara dagliga yrki her, hjartaliga tillukku og góða eydnu við hesum tiltaki.

Takk fyri

Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður