Landsstýrið ger okkum jólini ótrygg

Fýra útróðrarmenn kunnu liva av somu fiskanøgd, sum ein maður við hvørjum partrolara skal hava, sigur Chris Jan Michelsen, formaður í Meginfelag Útróðrarmanna

Meginfelag Útróðrarmanna kann undir ongum umstøðum siga frá sær vunnin rættindi. Har ímillum er núverandi inntøkutrygd, ið varð skipað sum mánaðarligur minstiforvinningur tá fiskidagaskipanin varð sett í gildi. Í týsdasblaðnum var ein grein um hetta evni sum møguliga kann misskiljast, men lesur tú hana alla er boðskapurin týðuligur. Tað ber til at gera skipanina bíligari uttan at fara við spariknívinum. Ein máti er at skapa fyritreytir fyri einum hægri prísi, ein annar er at skapa øktir veiðumøguleikar, tí sum útróðrarmaðurin so rámandi segði tað í Degi og Viku týskvøldið: Vit eru skerdir bæði ein og annan veg.

Eitt annað, sum ikki hevur verið nógv frammi er tali av arbeiðsplássum sum útróðurin skapar. Vit vita at útróðrarflotin í 1996 veiddi 26000 tons undir Føroyum. Tað er nakað tað sama sum 33 partrolarar veiddu. 5 mans við hvørjum gevur 165 mans. Eg veit ikki nágreiniliga hvussu nógvir útróðrarmenn eru, men í skipanini við mánaðarligum minstaforvinningi eru 450 og taka vit so 200 afturat (tað er lágt sett), so hava vit 650 arbeiðspláss.

Taka vit so og siga, at nakrir útróðrarmenn skulu yvir í hin partin av flotanum, sæst, at hvør maður, ið flytir yvir í t.d. partrolaraflotan skal hava fýra ferðir so nógv av fiski fyri at tryggja sítt nýggja arbeiðspláss. Ella er tað meiningin at útróðrarmenn bert skulu hava tað seinasta trygdarnetið hjá landinum at velja í?

Meginfelag Útróðrarmanna hevur einki ímóti at vera við til at finna loysnir, og vit halda at okkara landsstýrismenn máttu havt okkurt annað at tikið sær til enn at gjørt jólini ótrygg við hóttanum í útvarpi og bløðum. Tað eru aðrir mátar at arbeiða uppá enn at blaka mál í nevnd við so trongum arbeiðssetningi at ein illa fær vent sær.


Chris Jan Michelsen