Drelnes verður nú oljuútgerðarhavn

Ætlanin er at stovna eitt føroyskt-danskt felag, sum skal byggja út og reka eina oljuútgerðarhavn á Drelnesi í Suðuroynni. Páll Vang, býráðsformaður sigur, at verður oljulógin samtykt í ár og tað kemur við í lógina, at allar veitingar í sambandi við oljuleiting skulu um føroyskan keikant, so verður farið undir at gera verkætlanina til veruleika longu í januar mánað. Og miðjað verður móti at vera klárur til at taka ímóti oljuvinnuni um gott eitt ár, tá leitingin fer í gongd.

Nógv bendir á, at Drelnes verður fyrsta føroyska oljuútgerðarhavnin. Ein áhugabólkur umboðandi vinnulív á Tvøroyri og aðrastaðni í landinum hevur síðani apríl mánað í 1996 samráðst við eitt danskt felag um at gera eitt føroyskt-danskt frálandavinnufelag, ið skal byggja og reka eina útgerðarstøð á Drelnesi.

Nógvar fyrireikingar eru gjørdar, og málið er komið so mikið langt, at endalig avgerð verður tikin, tá oljulógin, sum nú liggur í løgtinginum, verður samtykt.

Tvøroyrar Kommuna hevur havt ein virknan leiklut sum kveikjari og sum tann, ið vil skapa fyritreytir fyri hesum. Ein av teimum, sum hevur verið við í fyrireikingunum er Páll Vang, býráðsformaður á Tvøroyri. Hann sigur, at ein avgerandi fortreyt fyri at kunna seta á stovn eina útgerðarstøð í Føroyum er tann, at allar veitingar til og frá oljuøkinum fara um føroyskan keikant.


Má við í lóg skal nakar gera íløgur

Tað er ikki nokk, at hetta kemur at standa í treytunum til tey einstøku feløgini, sum fáa loyvi at bora á føroyskum øki heldur Páll Vang. -Um eitt felag skal gera stórar íleggingar, so má hetta kravið vera við í lógini. Tú kanst nevniliga ikki gera stórar íløgur, sum eru grundaður á, hvat ein tilvildarligur oljumálaráðharri kann finna uppá. At hann dag sigur, at nú skal alt um føroyskan keikant og tann næsta dagin sigur tað øvugta, ella at eitt felag skal og eitt annað ikki.

Páll Vang sigur, at eingin kann gera milliónaíløgur við so stórari óvissu. -Tú kanst hvørki gera íløgur í eina supplyhavn út frá hesum manglandi fyritreytunum, og tú kanst heldur ikki seta virki á stovn, um tað ikki stendur krystallklárt í lógini, at alt skal um føroyskan keikant.

-Men hví heldur tú hetta ikki er tikið við í lógaruppskotinum sum eitt krav!

-Tað mugu tit spyrja teir, sum hava lagt uppskotið fyri tingið um. Men tað skuldi verið óneyðugt at gjørt hetta til nakran stríðsspurning. Tá danir t.d. byrjaðu við oljuni settu teir júst hetta sum treyt, at alt skuldi um danskan keikant, og ta treytina hava teir havt til ES-direktivið um javnbjóðis kapping kom í gildi. Tá fekk einki ES-land loyvi til at geva sær sjálvum fyrimunir, og tí varð hetta tikið úr lógini.

Páll Vang vísir á, at tá hevði hetta ongan týdning, tí tá varð alt longu stovnsett í Esbjerg.


Oljufeløgini

-Men hvat heldur tú oljufeløgini siga til, at hetta verður sett í lógina sum ein treyt - kann tað vera við til at, tey halda seg aftur?

-Oljufeløgini koma ikki á føroyskt øki fyri okkara skyld. Tey gera tað fyri at vinna pengar. Sjálvandi vilja tey brúka øll møgulig sjónarmið fyri at sleppa bíligast. Men tey oljufeløg, sum vit hava tosað við, siga, at tað er einki órímuligt í tí at seta eitt slíkt krav, tí slíkt krav møta teir nógva ymsa staðni í verðini.

-Men er ikki vandi í tí, at vit við slíkum kravi kunstiga halda lív í føroyskum virkjum, sum tá ikki hava fyri neyðini at gerast kappingarfør, tí tey fáa arbeiðini kortini!

-Orsøkin til at vit krevja, at hetta skal yvir føroyskan keikant er m.a. tann, at vit kunnu halda eyga við trygdini og umhvørvinum. Vit vilja gjarna síggja, hvat fer út á boripallarnar. Og vit vilja eisini síggja, hvat kemur í land aftur. Tí fer so og so nógv av kemikalium út , so er tað so og so nógv burturkast, sum skal inn aftur, so eg haldi vit eiga at brúka bæði trygdar- og umhvørviskrøv sum eina týðandi grundgeving fyri, at alt skal um føroyskan keikant.

 

Hvat viðvíkur kappingarførinum so heldur Páll Vang, at tað ber til hjá útlendskum feløgum at etablera seg í Føroyum. Hann heldur annars, at tað stendur eitt sindur skeivt í lógaruppskotinum, tá tað verður sagt, at brúk skal gerast av føroyskum tænastuveitingum. -Tað skal bara standa, at alt skal um føroyska keikant. Hvør eigur virkini á landi í Føroyum kann møguliga verða líkamikið, men tað skal bara skapa arbeiðspláss í Føroyum.


Alt til Aberdeen og Stavanger

Páll Vang er annars sannførdur um, at skulu føroysku virkini vera við í gongdini, so mugu tey so sanniliga eisini vera kappingarfør. -Kemur hetta kravið ikki við í lógina, so koma allar veitingar at fara fram úr Aberdeen og úr Stavanger. Tað fer eingin veiting at fara fram úr Føroyum.

Páll Vang heldur, at treytirnar mugu í nú, tí so mugu vit heldur slaka um eini 15 ár td., tá frálandavinnan á landi í Føroyum er útbygd.


Drelnes vælegnað

Páll Vang heldur annars, at Drelnes er vælegnað sum oljuhavn. Trongisvágsfjørður er góðkendur sum vetrarhavn, og har er siglandi í øllum veðri. Tað er stytsta farleið, um ein gongur út frá, at tað verður leitað í ein landssynning úr Føroyum.

Ætlanin er at fremja eina ávísa útbygging á Drelnesi, sum skal vera í trimum stigum. Tað verður eitt privat felag, sum fer at standa fyri hesum. Kommunan verður ikki við annað enn tað, at hon hevur viðtikið at leggja økið av til oljuvinnu.

Uppá fyrispurning um pláss er fyri fleiri útgerðarstøðum í Føroyum sigur Páll Vang, at hetta má vera upp til vinnulívið at meta um.


Løgtingið má ikki

blanda seg

-Men hvat nú um tað verður arbeitt við at leggja eina útgerðastøð á Sundi og á Skálafjørðinum!

-Tað skal standa øðrum frítt at gera, sum teir vilja Oljuvinna, havi eg skilt, er ein liberal og frí vinna, og tað verður so helst í fríari kapping, hvat besta plássið ella plássini eru til eina útgerðarhavn.

Páll Vang vónar bara ikki, at løgtingið leggur seg út í hetta og sigur hvat skal og hvat ikki skal.

-Eg haldi, at henda ætlanin eigur at fáa vælvild frá øllum Føroyum, havandi í huga, at fólkatalið í Suðuroynni er minkað við 20% seinastu 10 árini. So ætlar ein at reka ein landspolitikk ístaðin fyri ein sentrumspolitikk, so eiga ikki forðingar at verða lagdar í vegin.

Páll Vang sigur, at verður oljulógin samtykt í næstum, so verður farið í gongd á Drelnesi beinanvegin, soleiðis, at útgerðarhavnin har kann verða klár til at taka í brúk, tá leitingin fer í gongd seinast í 98 ella fyrst í 99.

-Drelnesbasin kann verða klárur, tá leitingin byrjar, soleiðis at tað ikki verður neyðugt heldur hjá landsstýrinum at geva undantøk í leitingarfasuni.