? Bløðini hoyra til tann partin av tilfarinum á Internetinum, sum hevur størstan áhuga, og tískil er tað so nátúrligt, at vit eisini eru við har, sigur Jan Müller, blaðstjóri á Sosialinum. Hann sigur eisini, at tað serliga hjá einum føroyskum fjølmiðli er áhugavert at nýta internetið, tí eingin føroyskur fjølmiðil røkkur so víða um heim, sum internetið.
? Hetta kann sjálvandi tykjast kollevltandi við fyrsta eygnabrá, men tá vit hugs aokkum nærri um, so er hetta bert ein heilt nátúrlig gongd.
? Vit liva í eini internationaliseringstíð. Orsakað av teimum stóru broytingunum í kunningartøknini er heimurin vorðin sum ein bygd. Tað er skjótari at senda ein e-mail til Singapore enn eitt telefax til Gásadals, seggði Jan Müller.
? Heimurin er vorðin ein KT-markanaður og kunningin stendur opin fyri øllum, sum hava førleika og ráð at nýta teir óavmarkaðu møguleikar, ið liggja á hesum øki.
Jan Müller segði eisini, at vit Internet Sosialinum fáa eisini lýsarar hjá blaðnum høvi at koma út til eina breiða fjøld av kundum. Møguleikarnir fyri at variera lýsingarnar eru stórir og møguligt er at røkka heilt nýggjum málbólkum. Afturat hesum koma teir nýggju møguleikarnir at kommunikera, at skamskifta og fjarskifta við kundarnar.
? Vit á Sosialin vóna, at lesarar og vinnulív taka væl í móti hesum nýggja tilboð. Eisini myndugleikarnir fáa við hesum heilt nýggjar møguleikar at kunna borgararnar. Kunning er ein fortreytin fyri menning og trivnað.
? Við hesum bjáoð vit øllum vælkomin á Sosilain á internetinum og vóna, at hetta okkara tiltak verður við til at lyfta føroya inn í næsta ártúsund, og at borgarar, vinnulív og samfelag við hesum hava fingið eitt av vónandi nógvum amboðum at taka ímóti teimum ómetaliga mongu og stóru avbjóðingunum, sum nýggja ártúsundin ber í fangi