So hørð vóru korini til fyri hávltannað hundrað árum síðani, skrivar Ólavur Clementsen í BIRTING, sum júst er útkomin. Í yvirlitinum yvir traðarsøguna í Havn skrivar hann eisini um, hvussu ónæriligir einstakir bøndur kundu vera móti traðarmonnum.
Ósemja elvdi eisini til, at bóndin í Bø í Vík flutti suður á Langasand og bygdi har í 1839. Sverri Egholm skrivar um hesi niðursetufólk og eftirkomarar teirra. Sagt verður eisini frá tí tiltikna Jógvani á Langasandi, ið sum tann einasti kom livandi frá bátsvanlukku á Norðhavinum í 1905.
»Til Havnar við lummalykt« eftir Johs. Andr. Næs er eisini um søgulig minni. M.a. verður sagt frá tí sera hættisligu ferðini, tá ið hvalbingar settu upp í Dímun við Rønne presti.
Nú 60 ár eftir at forboð varð sett fyri at taka havhestaungar, hevur Erling Poulsen skrivað um hesa veiðu. Tá ið teir byrjaðu at taka havhest í undanfarnu øld, tordu vágbingar ikki at seta hann, men lótu eina deyðkomna gamla konu fáa nakrar bitar fyrst. Teir hugdu dúgliga inn til hennara, tá ið hon var sovnað, »eins og vanligt var at gera, tá ið lík stóð undir børu. Men tá ið hon morgunin eftir vaknaði og var væl fyri, vóru menn á einum máli um, at hesin fuglur kundi væl etast«.
»Ísmál« eitur merkisverd søga eftir Marionnu Debes Dahl. Heine Hestoy hevur skrivað krimisøguna »Óboðin ferðamaður«. »Slánurin« eftir Sverra Egholm er um smádrong á bygd í 1930-árunum. Unga skaldið Sámal K. Jacobsen hevur skrivað søguna »Gleðisdagur« - um kærleika sjálvandi. Javnaldur hansara, Høgni Magnussen, yrkir somuleiðis um erotikk. Tønnes Mikkelsen og Heri Kragesteen hava hvør sín sang, sum teir eisini hava gjørt lag til.
Umframt striku- og fotomyndir eru tekningar eftir: Tove Askham, Edward Fuglø, Billu Sondum, Hjalmar D. Apol og Flemming Samuelsen.
Permuna hevur Rasmus Rasmussen skrýtt við litføgrum klippi úr Bø og ímóti Tindhólmi.
Hetta er 9. árið, at teir báðir Sverri Egholm og Niels Nattestad geva út BIRTING. Prentarbeiðinum hava Hestprent og Estra tikið sær av.
BIRTING er 48 síður og kostar 70 kr. eintakið.