sigur Erika. – Eg vil so avgjørt viðmæla fólki at lesa á Setrinum. Til ber bæði at gera sum eg, at fara av landinum at taka bachelor og so taka master her ella øvugt, at byrja her og taka bachelorútbúgvingina [...] vingina her -, síggi eg væl fyrimunirnar. Ein sleppur veruliga framat at ávirka á Setrinum, at blanda seg og gera seg galdandi. Hóast tað ikki ordiliga lá í kortinum, at eg skuldi blanda meg upp í útb [...] ætlaði eg ikki at vera virkin í útbúgvingarpolitikki, tá eg fór undir framhaldslestur í Føroyum. Men veruleikin bleiv sanniliga ein annar! Nú eri eg í Ráði teirra lesandi, sum arbeðir við til at bøta um
Lindenskov. ? Hetta er ein neyðloysn, sum eg als ikki eru so glað fyri. Hon varð tikin fyri ikki at missa útbyggingina á Flat. Men sjálv trúgvi eg ikki, at tað fer at hjálpa stórvegis uppá akutta tørvin, sigur [...] broytt støðu? ? Eg havi broytt støðu, tí eg sá, at eg fekk ikki málið ígjøgnum um barnagarðin í Sjónleikarhúsinum. Meiriluti er ikki fyri tí og kontantgjaldið var eitt trýst frá Fólkaflokkinum. Eg var bangin [...] ikki um at stuðla svørtum arbeiði, sum tey siga, sigur Elin Lindenskov. Hvussu verður við barnagarðinum í Sjónleikarhúsinum, er ivasamt. Hóast tað hevur ljóðað, at býráðið hevur samtykt at játta at taka av
ikki long tíð eftir, at føroysku umboðini vóru komin heimaftur úr Keypmannahavn, at har kom ein innbjóðing frá stjóranum í Gazprom, Alexander Medvedev um at koma til Moskva at vitja og greiða frá [...] Tað er ilt at meta um enn, men at koma so langt sum at kunna um føroyska økið á høvuðsborgini hjá Gazprom er eitt stórt stig á leiðini. Jarðfeingi verður við á fundinum. Heri Ziska fer at greiða frá føroyskari [...] einfalt at fáa ein fund við henda Medvedev, sum vit hava fingið. Og tí kunnu vit takka DONG, sum hevur eitt gott samstarv við russar og ikki minst Johan Mortensen, sum við sínum áralongu royndum at samstarva
og tað eydnaðist ongan tíð teimum bláu at koma í nær námind av at skapa spenning íaftur. Tað var serliga í verjupartinum og so í skjótálopum, at StÍF vissaði sær sigurin, tá Neistaverjan ferð eftir ferð [...] røðini, eru tær munandi betri førar fyri at seta seg ígjøgnum, og tað er eisini tað, sum tær nú eru í ferð við at gera. Neistin tykist hinvegin muga ásanna, at í løtuni er liðið kanska ikki betri enn til [...] útkøstunum og kviku vongspælarunum hjá StÍF. At gestirnir heldur ikki megnaðu at fáa nakra serliga ferð á spælið gjørdi heldur ikki uppgávuna hjá StÍF alt ov trupla, og við bert einum veruligum skjútta á liðnum
ES-nevndin vil vera við til at samráðast um eina síðuavtalu við okkum, so koma vit ongan veg og vit fáa einki bruturúr, sigur Henning Bang Fuglsang við Rittzau. Danska avgerðin merkir, at Lars Løkke Rasmsussen [...] fyri at kunna knúgva yvirgangshóttanum. – Tí kunnu vit ímynda okkum, at ES hugsar sum so: At hatta má vera tykkara egni trupulleiki, sigur Henning Bang Fuglsang. Umframt Europol stendur Danmark við síni [...] úrslitið fór at verða eitt ja. – Fleiri viðurskifti kunnu vit sjálv seta í verk, men øll tey viðurskifit, har vit fegin vildu havt onnur lond til at binda seg til at fylgja donskum avgerðum, vildi kravt 28
durunum. Bíblian sigur,at hann kemur niður við veldisrópi, við rødd yvireingils og lúðuri Guds og rykkir samkomu sína upp í luftina at møta sær. 1. Tess. 4,16-17. Hann kemur eisini at frelsa Ísrael, føtur [...] hóskiligt, at hetta stendur her við endan av bókini. Tí hann stendur aftan fyri ikki bert hetta, men eisini stendur hann aftanfyri alla bíbliuna, hon er innblást av Gudi, sum eg eisini havi roynt at peika á [...] á aftur og aftur í hesum stubbum, sum eg havi skrivað. Eg havi tikið nakað fram av teimum ræðuligu dómum, sum koma yvir tey, sum ikki vilja venda við. Men her kemur so aftur ein innbjóðing til frelsu:
umboðsnevnd tók við síðsta ár, og kanska núverandi limir eru meira at sær komnir. Sjálvsagt opnar fundir Eg taki fult undir við uppskotinum hjá Suna í Hjøllum um opnar fundir ? eins og eg havi gjørt tað [...] SEV´s hevur sjálvsagt ongan trupulleika av hesum. Hon er glað við, tí so hevur hon fríar teymar. Hon kann stórt sæð gera tað, sum henni lystir, óbundin sum hon er av øðrum samtyktum enn játtanini. Hinvegin [...] Hetta sigi eg uttan at himprast, nú eg í gott 12 ár hava verið limur í umboðsnevndini. Nevndin er máttleys, hóast hon sambært viðtøkunum er hægsta vald felagsins. Ongin orkupolitikkur Í fyrstu atløgu ber
sigur við hann, at júst tí at legan er ein stór maskina, roknað til at niðurgera fangarnar til dýr, skulu tey ikki verða til dýr. Fyri at yvirliva sum menniskja, hevur tað týðning at vaska sær og varveita [...] polsk kvinna segði við meg einaferð: ”Tað fer ikki at gera tær gott at fara. Títt lyndi er alt ov viðbreki at skilja ræðuleikan sum hann veruliga er. Og tú kemur at standa eftir við alt og nógvum spurningum [...] kundu hava nyttu av, antin við at lata teir gera hart kropsligt arbeiði fyri tær stóru týsku fyritøkurnar, ella við at noyða teir at gera tað skitna arbeiði í samband við gassing og líkbrenning av sínum
McBirnie, sum á miðjuni vann næstan alt hon nært við. - Hon er roynd, og tað sæst aftur, sigur Virgar Djurhuus. Tordu ikki at taka ábyrgd Hjá TB var orsøkin tann, at móttøkuspælið gekk av skriðuni. Móttøkurnar [...] - Eg haldi ikki, at tær vístu tann rætta hugburðin til spælið, og tað er ótrúliga keðiligt. Tær vóru seinar og sløvar, og tað eigur ikki at koma fyri, sigur Virgar. Hann leggur kortini afturat, at tað [...] finnur seg til rættis við nýggju leikararnar, og eg haldi, at tað var ein av frágreiðingunum til, at fleiri stig vóru tapt enn gott er, sigur Virgar Djruhuus, sum annar leggur afturat, at hesin dysturin neyvan
teimum frá, at bóndin savnar sær pening til at gera gøtur og aðrar hentleikar, so sum wc, kaffistovur og líknandi, ið fer at koma næstu vitjandi væl við á teirra komandu ferðum higar. Istaðin fyri at brúka Visit [...] hesi gjøld við gleði, so skjótt vit hava greitt teimum frá, hvat og hvønn hesin peningur fer til. Tey duga væl at síggja, at sjálvandi skulu bøndurnir hava okkurt afturfyri, at tey sleppa at njóta frálíku [...] náttúruna og órógvan av djóralívi, ið hesi bera við sær. Tí vil eg heita á landstýrismannin, ráðgevar í aðalráðunum og løgtingsfólk um at taka okkum ferðavinnurekandi við upp á ráð og virða okkara viðmerkingar