Dagfinn Olsen
Erika Dortea Høgnadóttir Andersen lesur Politikk og umsiting á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya. Hon er nú farin undir seinasta lestrarskeiði í masterlestrinum.
– At lesa í Føroyum og á Setrinum er super. Sjálvandi eru fyrimunir og vansar við einum lítlum universiteti, men nú, eg havi roynt bæði – havi tikið bachelor uttanlands og taki nú masterútbúgvingina her -, síggi eg væl fyrimunirnar. Ein sleppur veruliga framat at ávirka á Setrinum, at blanda seg og gera seg galdandi. Hóast tað ikki ordiliga lá í kortinum, at eg skuldi blanda meg upp í útbúgvingarpolitikk, so havi eg sanniliga gjørt tað, síðani eg kom á Setrið, sigur Erika og sipar til, at hon arbeiðir á Lestrarskrivstovuni, er í Ráði teirra lesandi, situr sum næstforkvinna í Lestrarráðnum á Søgu- og samfelagsdeildini, umframt at hon er umboð teirra lesandi í ovasta stýrinum fyri Setrið.
Erika metir, at føroyska lestrarumhvøvið er í menning.
– Ja, nú eru vit umleið 1000, sum taka hægri útbúgving á Setrinum, sum hevur einar 25 góðar útbúgvingar á matarlepanum. Studentahópurin er fjølbroyttur á tann hátt, at her eru bæði blaðung og sindur búnari fólk við børnum, og vit búleikast eisini kring alt landið.
– Gamaní, er lestrarlívið her ikki sum at búgva á til dømis Oyrasundi, og púra greitt er, at okkum tørvar lestraríbúðir og kampus fyri, at Havnin kann gerast ein rættur lestrarbýur. Tað kann ikki vera rætt, at tað er lættari at vera føroyskur lesandi uttanlands enn føroyskur lesandi í Føroyum, men eg haldi kanska, at fleiri politikarar eru farnir at gera sær greitt, hvat skal til fyri at fáa ung at taka hægri útbúgvingar í Føroyum. Kampus og lestraríbúðir eru av og á á politisku dagsskránni, so politiskt tilvit er kanska vit at kveikjast um, at kampus og lestraríbúðir eru neyðugar og skilagóðar íløgur, so unga ættarliðið ikki verður eggjað til at fara av landinum, sigur Erika.
Fyrimunir við at fáa undirvísing í Føroyum
Erika sigur, at hon er sera væl nøgd við undirvísingina, sum er á Setrinum.
– Tað er gevur so góða meining at fáa undirvísing, sum tekur støði í føroyskari gransking. Hetta er nakað, sum ikki finst nakra aðrastaðni. Og ein kann heldur ikki – uttan víðari - taka ta vitan við sær, sum ein fær uttanlands, og fara til dømis beint á arbeiðsmarknaðin her heima. Á Setrinum fáa vit vitan, sum er úr føroyskum sjónarhorni, men við altjóða útsýni, og tí er tað á fleiri stigum ein fyrimunur við at fáa undirvísing í Føroyum, sigur Erika.
Viðmælir Setrið
Á Setrinum merkir ein beinanvegin, at starvsfólkini hava áhuga fyri, hvat tey lesandi meina og halda.
– Eg var í MFS, tá eg var lesandi í Keypmannahavn. Tó ætlaði eg ikki at vera virkin í útbúgvingarpolitikki, tá eg fór undir framhaldslestur í Føroyum. Men veruleikin bleiv sanniliga ein annar! Nú eri eg í Ráði teirra lesandi, sum arbeðir við til at bøta um viðurskiftini hjá lesandi, og so umboði eg eisini tey lesandi í ovasta stýrinum fyri Setrið, men har eri eg rættiliga nýggj, sigur Erika.
– Eisini forvinni eg eitt sindur av løn á Setrinum. Fólk siga mangan, at ongi lestrarstørv eru í Føroyum. Men hetta er ikki rætt, og tað er eisini munandi lættari at sleppa framat, tá okkurt er. Eg eri studentahjálpari á Lestrarskrivstovuni á Setrinum, og tá tey lýstu starvið leyst, so helt eg tað hóska væl til mín, tí tað hevur við fyrisiting at gera, sigur Erika.
– Eg vil so avgjørt viðmæla fólki at lesa á Setrinum. Til ber bæði at gera sum eg, at fara av landinum at taka bachelor og so taka master her ella øvugt, at byrja her og taka bachelorútbúgvingina á Setrinum og síðani taka kandidatin uttanlands. Og so skulu fólk, sum hava útlongsul, als ikki óttast at lesa á Setrinum, tí til ber at hava skiftislestur á útlendskum universitetum sum part av útbúgvingini á her.
– Eg vil siga fyri meg, at eg eri ovfarin av, hvussu væl mær hevur dámt lestrartíðina her á Setrinum, sigur Erika Dortea Høgnadóttir Andersen.
FAKTA
Erika Dortea Høgnadóttir Andersen, lesandi á SSD, studentahjálpari á Lestrarskrivstovuni, limur í Ráði teirra lesandi og eisini í ovasta stýrinum fyri Setrið, umboðandi tey lesandi.
Um Setrið
Ein lærdur háskúli og við fleiri granskingardeplum
Fróðskaparsetur Føroya er okkara universitet og virkar sum sjálvstøðugur almennur stovnur, óheftur av politisku skipanini, har hetta er ásett í lógini.
Endamálið er í einum at menna gransking og dygd í undirvísingini, umframt at skapa karmar um nýskapandi undirvísing, útbúgving og gransking á Fróðskaparsetrinum.
Aðalmálið hjá Fróðskaparsetrinum er burðardygg menning av føroyska samfelagnum, og grundvøllurin er eitt føroyskt universitet við altjóða útsýni og samstarvi.
Kanning frá 2021 vísir, at 97 prosent av teimum, sum fingu prógv frá Setrinum á vári og sumri árið fyri, annaðhvørt høvdu lestrarviðkomandi starv ella vóru farin undir enn hægri lestur. Trivnaðarkanning um sama mundi vísir, at næstan 85 prosent av teimum lesandi viðmæla øðrum til at taka somu útbúgving sum tey.
Greinin stóð í Lestrarblaðnum, Sosialurin 23. februar 2024