StÍF bjóðar av

Kvinnurnar av Strondum hava við tveimum sigrum á rað nú veruliga staðfest seg sum avbjóðarar í heiðursmerkjastríðnum

Kvinnuhondbóltur

Tað fór mest sum ein ylur gjøgnum føroyska hondbóltsheimin, tá StÍF fyri góðari viku síðani vann á StÍF. Mest av øllum líktist hetta eini sensatión, men mikukvøldið prógvaði StÍF, at tann sigurin als ikki kom av tilvild.

Neistin fekk nevnliga ikki eitt bein at jørðini, tá tær vitjaðu á Skála. Eftir einum lítilum korterið var munurin longu seks mál, og tað eydnaðist ongan tíð teimum bláu at koma í nær námind av at skapa spenning íaftur.
Tað var serliga í verjupartinum og so í skjótálopum, at StÍF vissaði sær sigurin, tá Neistaverjan ferð eftir ferð var um ein háls av longu útkøstunum og kviku vongspælarunum hjá StÍF. At gestirnir heldur ikki megnaðu at fáa nakra serliga ferð á spælið gjørdi heldur ikki uppgávuna hjá StÍF alt ov trupla, og við bert einum veruligum skjútta á liðnum var hóttanin útifrá eisini ov lítil til veruliga at ræða StÍF, sum stútt og støðugt koyrdi sigurin heim seinastu trý korterini eftir ógvusligu byrjanina.

Toppdystur í Vági
Soleiðis er nú lagt upp til oddadyst, tá StÍF um vikuskiftið vitjar í Vági. Ein støða, sum fáur mundi ímynda sær, tá kappingarárið byrjaði, men tað er kortini ein støða, sum nú er veruleiki.
Og sum StÍF hevur spælt seinnu dystirnar, so eru tær eisini helst tað liðið, sum kann geva VB harðastu mótstøðuna. Eitt er, at liðið hevur tríggjar góðar útlendskar leikarar, men við góðu úrslitunum kemur sjálvsálitið av sær sjálvum yvir á lokalu leikararnar, og nú hesar eisini hava eitt ára royndir í bestu røðini, eru tær munandi betri førar fyri at seta seg ígjøgnum, og tað er eisini tað, sum tær nú eru í ferð við at gera.
Neistin tykist hinvegin muga ásanna, at í løtuni er liðið kanska ikki betri enn til eitt pláss miðskeiðis í røðini. Breiddin í hópinum er ikki hin sama, sum hon onkun tíð hevur verið, og eitt nú merktist tað væl hesaferð, at Súna Mørk er burturstødd. Tað er hon eisini til komandi dystin, tá Neistin vitjar Tjaldur, og hetta líkist í løtuni vera ein lykladystur fyri bæði liðini. Ein dystur, sum í stóran mun fer at gera av, hvørt liðini skulu vera við í heiðursmerkjapuljuni, tá farið verður undir endaspælið.

Dysturin í tølum
StÍF-Neistin 25-17 (15-9)
Málskjúttar:
StÍF: Asta Petrauskiene 10(3), Alina Olaru 6, Poula D. Olsen 4, Anna B. Danielsen 4, Anna Maria Berthelsen 1
Neistin: Simona Dziugyte 8(3), Rakul Augustinussen 4, Susan Brockie 2, Lív Sørensen 2(1), Mildrið Jacobsen 1
Brotskøst: StÍF 4, Neistin 5
Útvísingar: StÍF 2
Dómarar úr Tjaldri: Trygvi Mortensen & Kári Hansen.