Danska stjórnin hevur fingið eina stóra diplomatiska uppgávu. Tað heldur ein ES-serfrøðingur, sum danska tíðindastovan Ritzau hevur tosað við, eftir at Danmark í gjár segði rungandi nei til at taka burtur fyrivarnini um løgreglusamstarv.
Tað standa stórar avbjóðingar frammman hjá donsku stjórnini, heldur Henning Bang Fuglsang, sum er løgfrøðingur og ES-serfrøðingur á Syddansk Universitet.
– Nú mugu vit finna nakrar góðar vinir í ES, tí um ikki ES-nevndin vil vera við til at samráðast um eina síðuavtalu við okkum, so koma vit ongan veg og vit fáa einki bruturúr, sigur Henning Bang Fuglsang við Rittzau.
Danska avgerðin merkir, at Lars Løkke Rasmsussen, forsætisráðharri, skal hava eina samráðingarheimild frá Fólkatinginum. Samstundis skal ES-nevndin hava eitt samráðingarmandat frá løgmálaráðharrunum í ES-londunum.
– Tað er tí ein stór uppgáva hjá okkum at fáa hini ES-londini at stuðla okkara ætlan. Tað er ein stór diplomatisk avbjóðing, sum nú fer í gongd. Vit hava sjálvandi vinir í ES, men spurninguriner, um vinarløg okkara eru nóg góð, sigur Henning Bang Fuglsang.
Serliga avbjóðandi er tað júst nú, tá so stórt trýst er á ytru mørkini hjá ES, Schengen-samstarvið er udir trýsti, og Europol sjálvt er undir broytingum fyri at kunna knúgva yvirgangshóttanum.
– Tí kunnu vit ímynda okkum, at ES hugsar sum so: At hatta má vera tykkara egni trupulleiki, sigur Henning Bang Fuglsang.
Umframt Europol stendur Danmark við síni avgerð uttan fyri fleiri onnur tiltøk, eisini fleiri enn tey, sum vóru fevnd av teimum 22 málunu, sum Fólkatingið hevði undangóðkent, um úrslitið fór at verða eitt ja.
– Fleiri viðurskifti kunnu vit sjálv seta í verk, men øll tey viðurskifit, har vit fegin vildu havt onnur lond til at binda seg til at fylgja donskum avgerðum, vildi kravt 28 bilateralar avtalur ella eina síðuavtalu, sigur Henning Bank Fuglsang og sigutr:
– Tað er mín meting, at okkum tørvar millum 15 og 20 avtalur, og tað er púra ósannlíkt.
– So eg haldi, at vit skulu aftur á val innan eitt ár.










