eru – vátasta landið í heiminum – kanska við pollamjørkanum dandandi í dølunum. Tað kenst sum eitt ævintýr. Sjálv havi eg verið uppi á Sornfelli einaferð við einum útlendingi í góðum veðri eitt vakurt [...] Føroyar – eitt eindømi í øllum heiminum – enntá við altjóða søgu aftanfyri. Um vit bera okkum rætt at, kundi hetta staðið saktans blivið heimsgitið við potentiali til at draga fólk úr øllum heraðshornum [...] kundi ikki hugsað sær at farið við sínum børnum til The Misty Fairy Islands with the Magical Mystery Castle in the skies... Ævintýraoyggjarnar langt burturi í tokuni við gandaslottinum uppi millum skýggja
ikki máttu fella í grøvina at taka lætt upp á nakra uppgávu. Tí truplari og týðandi dystir enn hesin verða eisini í kappingini, og tí skal konsentratiónin alla tíðina haldast, vóru boðini. Og við Guin [...] í kappingini, tá lond av hesum slagnum sleppa at spæla við. Tað tykist í øllum førum margháttligt, at lond sum Ísrael og Belgia - sum bæði vóru við fyri tveimum árum síðani - ikki sluppu upp í part hesaferð
vistfrøðiligu góðkenningarnar í Føroyum handaðar. Vistfrøðiligu góðkenningarnar verða latnar í samstarvi við Váttanarstovuna Tún í Íslandi. Hetta tí vit enn ikki hava nakra lóg á vistfrøðiliga økinum her í Føroyum [...] og sum ikki lótu sær stýra. - Og eins og Rousseau á sinni fóru vit nú eisini at tosa um, at vit máttu venda aftur til náttúruna og lata hana á einum vistfrøðiligum grundarlagi stýra sær sjálvum. Loys [...] annað. Hann vísti í hesum sambandi á avtaluna um sjálvberandi Norðurlond, sum Anfinn Kallsberg saman við starvsbrøðrum sínum í Norðurlondum undirskrivaði í 1998 Eisini vísti hann á, at brúkarin í alt størri
Í sambandi við, at Havnarkórið úr Tórshavn komandi sunnudag 1. desember fer at framføra Händels ”Messias” í Langholtskirkju saman við íslendskum sangsolistum og tónleikarum rennur framvið í hugaheiminum [...] førdi við sær endurvitjan í 1971 av Árnesingakórinum í Føroyum, har navnframi bassurin Kristinn Hallsson setti serligan dám á við sínari málmrødd. Tvey ár seinni, í 1974, tá vit í sambandi við vitjan [...] vitjaðu regluliga til Havnar at hava vikuskeið við okkara sangarum, har eisini onnur sanghugað fingu høvi at vera við. Ja, so mikið var komið á leið við tiltakinum, sum vit valdu at kalla ”Sangskúlin í
komin til landið. Man roknar helst við á blaðnum at hava eitt størri undirhaldsvirði við at illtonkja og skapa mystik enn bert at frøast saman við teimum, sum hava verið við til hesa framgongd. Hvaðani skulu [...] tað best við at dyrka tað negativa og tað gølukenda, tá ið tað snýr seg um føroysku vinnuna. Teir leggja lítið í at vera til staðar við tí góða orðinum tá íð tað gongur væl og tá íð framgongd við íløgum [...] yvirskotini hava verið og hvat tey verða nýtt til við tí undirtóna, at hetta helst rennur niður í nakrar reiðara- ella partaeigaralummar. Rækjuflotin við sínum undirskotum fekk toyggið í undanfarnu viku
at heilt nøgdir eru menninir ikki við hetta. Mergjaðar kvinnur Serliga vóru tað kvinnurnar á Jarnbardi, ið hava staðið fyri teim góðu úrslitunum. Kappingin byrjar við, at allir bátarnir rógva. Í ár luttóku [...] teir á mál sum nummar 11 og máttu niðuraftur í B-bólkin, tí bert 10 teir fyrstu halda seg í bólkinum. Ludvík Justinusen, bátsformaður, dylir ikki, at manningin er ikki nøgd við úrslitið. Hann leggur tó dent [...] í ár Eysturoyingar og so eru kvinnurnar eisini komnar við í ár. Tað var Richard Hardman frá Amerada Hess, ið fekk hugskotið at fáa føroyingar við. Hann er síðani á ungum árum komin nógv út á Scillyoyggjarnar
vestan fyri Írland og tí setti MRCC Tórshavn seg í samband við bjargingartøðina í Bretlandi, sum skipa fyri bjargingini. Eitt farmaskip er beint við og hevur sett kós í móti føroyingunum og skuldi verið komin [...] Føroysku rógvararnir, sum høvdu sett sær fyri at rógva úr Miami til Føroya, máttu gevast í morgun. Sjóbjargingarstøðin, MRCC sigur, at tíðliga í morgun fingu tey boð frá rógvarunum, um at báturin hjá teimum
fylgja fótasporum, sum onnur longu hava traðkað, sigur Tór Verland Johansen. Við orðunum »Unspoiled, Unexplored, Unbelievable« og við einum »un« frammanfyri í lyklaorðum í lýsingartekstum, verður markerað, [...] Í kapping við 217 aðrar filmar vann filmurin hjá Sansum, sum varð gjørdur fyri Visit Faroe Islands í fjør, virðisløn í Kekkia Umboð fyri samskiftisfyritøkuna Sansir vóru um vikuskiftið í Kekkia fyri at [...] fjórðu ferð á ár ein altjóða prís. – Tá vit fingu boðini um, at vit høvdu vunnið prísin í kapping við 217 aðrar filmar, vóru vit overfegin, sigur Tór Verland Johansen, kundastjóri á Sansum. – At filmurin
fram á sigurspallin í marathonkappingini Kongesporet, sum var í Roskilde. Frá byrjan slapp ein bólkur við fimm súkklarum undan, og Helgi endaði sum fremsti maður í næsta bólkinum. - Eg misti bólkin, tí ein [...] meg og hinar sterkastu. Tá vit komu á fyrsta tekniska partin av rutuni, var hann ov veikur at sita við, og so kom hol. Tað bar mær ikki til at yvirhála har, og tá ið eg so endiliga slapp framvið, var holið [...] vit næst seinastu ferð eftir tríggjar og ein hálvan tíma komu inn á tekniska sporið, setti eg á. Tá máttu teir síðstu í bólkinum eisini sleppa, greiðir Helgi víðari frá. Í bólkinum frammanfyri var sama skil
ikki maður við stórum orðum um seg sjálvan. Blaðið hevur tó fingið tað burtur úr við at tosa við onnur, ið kenna Gudmund, at hann er sera avhildin fyri dugnaskap og fekk hann eisini saman við øðrum herfyri [...] fleiri ristingar. At byrja við kann tað rista við einum millumbili uppá 5-10 minuttir og næstan líka harðliga sum tann upprunaligi jarðskjálvtin. Hotellið hjá teimum var nær við, og har risti fleiri ferðir [...] Hann er útbúgvin civilverkfrøðingur og hevur seinastu 15 til 20 árini verið við í kanningarð og uppruddingararbeiði í sambandi við jarðskjálvtar í milliónabýum sum San Francisco og Los Angeles. Seinastu árini