Sarajevo: Danska útgávan av Guinnes metbókini inniheldur tíverri ikki so øgiliga nógv hagtøl innan altjóða hondbólt.
Staðfest verður tó í bókini, at donsku jarnkvinnurnar í 1991 vunnu 51-8 á Estlandi, og at hetta er størsti danski sigurin í altjóða hondbóltsdysti. Talan hevur eisini verið um nakrar risa-sigrar í Europa-Cup kappingunum, men tað vit vita um, so hevur munurin ongan tíð verið so stórur, sum hann var tað hósdagin, tá føroyska kvinnulandsliðið spældi.
Brølarin ikki endurtikin
»Jeg har aldrig været så tom af ingenting før en kamp«.
Soleiðis byrjaði Flemming Raben sín part av upplegginum til dystin, tá føroyska liðið hevði taktikfund, og tað vóru sum so ógvuliga sigandi orð.
Hondbólt var talan neyvan um teir 60 minuttirnar, sum dysturin vardi, men føroysku kvinnurnar gjørdu tó sítt arbeiði - og tað ruddiliga. Frá venjarunum vóru boðini fyrst og fremst, at spælararnir ikki máttu fella í grøvina at taka lætt upp á nakra uppgávu. Tí truplari og týðandi dystir enn hesin verða eisini í kappingini, og tí skal konsentratiónin alla tíðina haldast, vóru boðini.
Og við Guinnes-biðlingini á máltalvuni ber væl eisini til at staðfesta, at boðini vórðu tikin í álvara. Men spurningurin er, hvussu stórur álvarin verður í kappingini, tá lond av hesum slagnum sleppa at spæla við. Tað tykist í øllum førum margháttligt, at lond sum Ísrael og Belgia - sum bæði vóru við fyri tveimum árum síðani - ikki sluppu upp í part hesaferð. Hetta tí politiska EHF-ynskið var, at at fleiri av veikaru hondbóltstjóðunum skuldu fáa møguleikan hesaferð. Men sum skilst, so er avgerð longu nú tikin um, at tann brølarin ikki verður endurtikin.
Fakta um dystin
Føroyar-Albania 81-1 (36-0)
Føroyar: Ása á Neystabø 15, Anja Heinadóttir 11, Fríða Marjunardóttir 11, Anna Maria Samuelsen 11, Una Olsen 7 (1), Heidi Maria Akselsen 6, Annika Ljósstein Johansen 6 (1), Unn Kragesteen 5 (1), Annika Thomsen 5, Katrin á Neystabø 4.
Albania: Arjola Kazazi 1.
Brotskøst: Føroyar 3/3, Albania 0/0.
Útvísingar: Føroyar 1, Albania 4.
Reytt kort: Mirela Vorpsi, Albania.
Dómarar úr Bosnia-Hersegovina.










