Føroyskur ferðafilmur vunnið altjóða virðisløn

Í kapping við 217 aðrar filmar vann filmurin hjá Sansum, sum varð gjørdur fyri Visit Faroe Islands í fjør, virðisløn í Kekkia

Í kapping við 217 aðrar filmar vann filmurin hjá Sansum, sum varð gjørdur fyri Visit Faroe Islands í fjør, virðisløn í Kekkia

 

 

Umboð fyri samskiftisfyritøkuna Sansir vóru um vikuskiftið í Kekkia fyri at taka móti altjóða filmsprísi á Karlovy Vary International Tourism Film Festival.

 

Nýggja ferðavinnubrandið og filmurin, sum varð gjørdur fyri Visit Faroe Islands í 2013, fekk fyri fjórðu ferð á ár ein altjóða prís.

 

– Tá vit fingu boðini um, at vit høvdu vunnið prísin í kapping við 217 aðrar filmar, vóru vit overfegin, sigur Tór Verland Johansen, kundastjóri á Sansum.

 

– At filmurin og konseptið fýra ferðir hevur vunnið heiður á altjóða filmsfestivalum, eru vit sjálvandi ógvuliga errin av. At fáa tílík herðaklapp er avgjørt nakað, sum hevur týdning. Tað vísir millum annað, at vit hava gjørt eitt gott arbeiði og at filmurin skarar framúr.

 

Filmurin hevur fyrr vunnið prísir innan katagoriirnar editing, eco-tourism og outdoor tourism. Nýggjasti heiðurin, sum føroyskt framleiddi filmurin hevur vunnið, er aðru virðisløn í katagori’ini filmar yvir tríggjar minuttir, sum millum annað marknaðarføra lond, økir og býir.

 

– Vit fingu nógv rós fyri bæði stórslidnu myndirnar og tónleikin, men tað var tað serliga Un-koncept og hátturin, sum tað verður brúkt uppá, sum hugtók dómsnevndina, greiðir Tór Verland Johansen frá og heldur á fram:

 

– Tá vit fóru inn í kappingina um at branda Føroyar, vistu vit, at vit máttu skapa eitt sterkt og serstakt konsept – okkurt óvanligt. Uppgávan var – og er framhaldandi – at Føroyar skulu flytast úr bólkinum av londum, sum ikki hava nakran greiðan profil, til at standa sum eitt unikt og spennandi ferðamál í tilvitskuni hjá málbólkinum, sigur Tór Verland.

 

Sansir gjørdi millum annað eina stóra kanning í januar 2013, har fleiri enn 5.000 fólk vóru spurd um teirra uppliving av Føroyum. Sambært Tór Verland Johansen avdúkaði kanningin nógv áhugavert. Eitt nú sást eitt mynstur, har fleiri av orðunum, sum fólk brúktu fyri at lýsa Føroyar, vóru sokallað un-orð.

 

– Júst hetta, at Føroyar eru órørdar og óuppdagaðar, er nakað av tí mest áhugaverda, tá umræður ferðamál. Tað talar til nútíðar ferðafólkið, sum vil ganga egnar leiðir, heldur enn at fylgja fótasporum, sum onnur longu hava traðkað, sigur Tór Verland Johansen.

 

Við orðunum »Unspoiled, Unexplored, Unbelievable« og við einum »un« frammanfyri í lyklaorðum í lýsingartekstum, verður markerað, at Føroyar er nakað, sum tú ikki hevur upplivað fyrr.

 

– Harvið skilur ferðamálið Føroyar seg frá teimum »størri og betri«. Føroyar eru unikkar í sjálvum sær og øðrvísi enn øll onnur, sigur Tór Verland Johansen.

 

Konseptið vann ársins marknaðarátak í Føroyum í fjør. Tað eru føroysku Sansir og Kovboyfilm, sum saman við donsku Liquidminds hava staðið fyri framleiðsluni av prísvinnandi summarfilminum.

 

Umframt hesar fýra virðislønirnar, so vita tey á Sansum longu nú, at tey hava vunnið enn ein prís, sum tey skulu taka ímóti vikuskifti 24. og 25. august.