Ólavur Hátún
....
Í sambandi við, at Havnarkórið úr Tórshavn komandi sunnudag 1. desember fer at framføra Händels ”Messias” í Langholtskirkju saman við íslendskum sangsolistum og tónleikarum rennur framvið í hugaheiminum eitt næstan 45-ára tíðarskeið við ymiskligum tónlistarligum samskifti millum tjóðirnar.
Tað var á sumri 1969, at Havnarkórið var á sínari fyrstu av seinni so mongum kórferðum í Íslandi. Innivist fingu vit tá á Málaskúla Íslands, har Einar Pállson, sonur gitna tónakaldið Páll Ísólfsson, var skúlastjóri. Systir hansara, tann kenda songkvinnan Þuriður Pálsdóttir, stjórnaði tá Árnesingakórinum, og eftir seinastu konsertina í Reykjavík bjóðaðu tey okkum til búgvið borðhald og hugnaliga samveru.
Íbirta vinalagið førdi við sær endurvitjan í 1971 av Árnesingakórinum í Føroyum, har navnframi bassurin Kristinn Hallsson setti serligan dám á við sínari málmrødd.
Tvey ár seinni, í 1974, tá vit í sambandi við vitjan av sveitsiska kór- og orkesturleiðaranum Willi Gohl skuldu framføra messu eftir Schubert, vantaði okkum bæði solistar og strúkarar. Væl kom tað tá við at kunna ringja til Kristinn í Mentamálaráðnum, sum ikki bert skaffaði okkum tað, sum okkum var tørvur á, men eisini útvegaði ferðarkostnaðin.
Strúkaraliðið mannaði gitni fiólspælarin Bjørn Ólafsson við framkomnum næmingum á Tónlistarháskúlanum, og sangsolistarnir vóru partur av úrvaldum sangarabólki, sum klaverleikarin Jónas Ingimundarson stjórnaði. Við í hesum bólki var tann unga Ólöf Kollbrún Harðardóttir, sum seinni skapti søgu í íslendska songheiminum.
Jónas kom á vitjan aftur og gav føroyingum, sum jú ynda manskór, góða uppliving við Karlakórinum Fóstbræður.
Minniligt var tað eisini, tá Þjóðleikshúskórið miðskeiðis í 70-árunum var á konsertferð við urguleikaranum Ragnari Bjørnssyni sum leiðara. Merkisverdast millum solistar var tá tann gitni barytonsangarin Guðmundur Jónsson. Teir báðar fingu vit hvønn sær at uppliva aftur við seinni høvir í Føroyum.
Ein sersøgulig hending um hetta sama mundið var tað, tá Sinfónihljómsveit Íslands var á sínari fyrstu Føroya-vitjan. Vit máttu tá fáa útbygt Læraraskúlahøllina til størri pallpláss. Men at íløgan var góð, mundu øll sanna, tá Beethovens 5. symfoni undir hondum Páll Pampichler Pállsonar á fyrsta sinni ljómaði í Føroyum.
Almikið kundi framhaldandi verið at trivið í um skiftandi tónleikasamvinnu millum hesi bæði frændalond í vesturhavi. Men merkisvert fyri okkum var árið 1981/82, tá trý nýútbúgvin íslendsk tónlistarfólk vóru við til at leggja støði undir musikkskúlaskipan í Føroyum. Gjøgnum tey trý Bjørn Árnason, fagottistur, Kjartan Óskarsson, klarinettistur og Hrefnu Eggertsdóttir, pianoleikari, styrktist eisini sambandið til íslendska kórheimin, tá Jón Stefánsson eftir teirra tilmæli varð tónlistarligur leiðari á Kórstevnu Føroya í 1982 og fleiri eftir hana. Honum hava vit mangar gevandi kórløtur at takka fyri og ikki minni fyri hjálp og beinasemi, tá føroysk kór hava verið á Íslands-leið.
Størsta felagsupplivingin hjá Havnarkórinum og kóri Jóns Langholtskirkjukórinum saman var uttan iva framførslan av Requiem Verdis á ”Atlantsljómi” 1998, tá ikki minst serafiska solorødd Ólöfs Kollbrúnar hugtók fullsetta Norðurlandahúsið.
Óløf eins og tónlistarligi samstarvari hennara Garðar Cortes kundu væl havt vunnið sær glæsiliga yrkisleið í operuumhvørvum uttanlands. Men tey valdu í staðin at leggja sál og orku í at menna sangliga heimaumhvørvið, og eftir stendur lívsverkið hjá hesum báðum eldsálum Íslendska Óperan sum fastur stovnur og Söngskólinn í Reykjavik sum tryggasta undirstøði undir sangligari menning í landinum.
Eina lívgandi glæmu av hesum teirra felags virksemi fingu eisini vit í Havnarkórinum, tá fyrst Ólöf og seinni eisini Garðar eitt stytri tíðarskeið um aldarskiftið vitjaðu regluliga til Havnar at hava vikuskeið við okkara sangarum, har eisini onnur sanghugað fingu høvi at vera við. Ja, so mikið var komið á leið við tiltakinum, sum vit valdu at kalla ”Sangskúlin í Reykjavík, Føroyadeild”, at ætlan av álvara varð løgd um at framføra ”Gandafloytu” Mozarts í føroyskari týðing. Men brádliga var uppi við almenna fíggjarstuðlinum, og tí fall íslendski-føroyski sangskúlin niðurfyri aftur.
Heimið á Langholtsvegi var tó framvegis opið við hjartarúmi og hjálpsemi mótvegis vitjandi eystanífrá, og íslendskt stórtøkni gav seg rættiliga til kennar, tá hjúnini Ólöf og Jón í einum tøkum tíma eitt skifti tóku gávuríku Eivør Pálsdóttir til sín, og Ólöf soleiðis loftaði hennara dýrabæru rødd og gav henni haldgott grundstøði til at kunna menna seg upp í altjóða hæddir.
Vit kunnu nú venda aftur til føroysku-íslendsku framførsluna av einum tí navnframasta stórverki tónlistarsøgunnar Händels ”Messias” í Langholtskirkju komandi sunnudag kl. 16.00.
Solistar verða bassurin Ágúst Ólafsson, sum hevur verið okkara drúgvasti stuðul í okkara oratorisku royndum. Eisini tenorurin Eyjolfur Eyjolfsson hevur vunnið sær gott endurljóð og vinskap í Føroyum. Hallveig Rúnarsdóttir, sum hugtók við sínari bjørtu sopranrødd í Jólaoratorium Bachs seinasta ár, gleða vit okkum til at aftur at samvirka við, og nýtt og spennandi verður at uppliva enn eina stjørnu av Reykjavíkar ríka sangliga himmalhválvi: altsolistin Sesselju Kristiánsdóttir.
Ein tøkk skal her loksins berast Oliver Kentish og hansara tónleikarum úr Sinfóníuhjómsveit Áhugamanna fyri at vilja samstarva við okkum til hetta høvið.









