sanniliga ein vøddateyggja av teimum heilt stóru. Óivað ein tann størsta, ella vakrasta, tí hann vann í 1995 heitið, sum vakrasti kropsbyggjari í alheiminum, Mr. Universe. Hetta er tað hægsta, ið ein kann náa [...] náa innan áhugakropsbygging. Hyggur ein at honum, so er kroppur hansara ikki ein sjón, ið føroyingar vanliga síggja ein sólskinsdag á Leynasandi ella í Sandagerði. Ikki er hann høgur á vøkstri, 166 cm [...] tað, ið skuldi til. Kropsliga gekk væl, men eisini hevði hann rætta hugburðin, ið er umráðandi. Skal ein gera seg galdandi, so er hørð venjing gerandiskostur. Morgunfimleikur Vit hittu Roberto í venjingarhølunum
rin í 1997 er ikki fyrst og fremst farin til øking av nýtsluni. Tølini benda á vøkstur í íløgum, kanska bæði føstum íløgum og goymsluíløgum. (Kunnu frítøkur fyri mvg hava minka so nógv um mvg-ið, at tølini [...] Gjaldsjavnin tykist hinvegin at kunna halda fram í 1998 við einum avlopi, sum er út í móti 1 mia kr. Ein av fortreytunum fyri hesum útrokningunum er ásetingin av íløgunum. Tær privatu føstu íløgurnar eru [...] at klára eftirspurningin. Longu, sum er, er tað helst tørvur á at tátta búskaparpolitikkin, tí at ein realvøkstur uppá 8 % p.a. og navnavøkstur í lønum uppá 9 % p.a. er alt ov nógv, tá tú nærkast kapa
funnið sær ein stíl, sum umfatar vanligan popp og bleytan rocktónleik. Teir eru ikki bangnir fyri at kalla seg ein poppbólk, og tað verður eisini í tí andanum, at fløgan verður gjørd ? kanska við einum [...] Og tað er ein deadline, sum teir ikki kunnu víkja frá, tí aftaná koma aðrir tónleikarar í studio. ? Enn hava vit ongan útgávudag sett á, men fløgan kemur vónandi út einaferð í heyst, kanska í september [...] Studio Pegasus, har umstøður og møguleikar ganga upp í eina hægri eind. Hølini eru innrættað sum ein íbúð við sjónvarpsstovu, køki, kamari og toiletti, umframt at eitt vælútgjørt og rúmligt studio eisini
funnið sær ein stíl, sum umfatar vanligan popp og bleytan rocktónleik. Teir eru ikki bangnir fyri at kalla seg ein poppbólk, og tað verður eisini í tí andanum, at fløgan verður gjørd ? kanska við einum [...] Og tað er ein deadline, sum teir ikki kunnu víkja frá, tí aftaná koma aðrir tónleikarar í studio. ? Enn hava vit ongan útgávudag sett á, men fløgan kemur vónandi út einaferð í heyst, kanska í september [...] Studio Pegasus, har umstøður og møguleikar ganga upp í eina hægri eind. Hølini eru innrættað sum ein íbúð við sjónvarpsstovu, køki, kamari og toiletti, umframt at eitt vælútgjørt og rúmligt studio eisini
at gera í næstu viku. Hetta er eisini ein ótryggleiki, sum vit ikki hoyra so nógv um. FYRI føroyska skúlan, sum kreppan eisini rakti, er nýggjur sáttmáli vónandi ein stórur bati. Bæði hjá leiðslum og lærarum [...] føroyska arbeiðsmarknaðinum. Og kanska eisini einum arbeiðsrætti, men hesum fara onnur fakfeløg heilt vist at venda sær ímóti. Ikki minst tí arbeitt verður við eini ætlan at fáa ein útbygdan gerðarrætt at taka [...] HETTA er sjálvandi ein tryggleiki hjá hesum »vikarunum«, sum ikki hava vitað, um nakað starv stóð teimum í boði næsta skúlaár ella ikki. TEIR vóru í somu støðu, sum so nógvir aðrir føroyskir lønarbeiðarar
Millum annað er ein standmynd av tí »filmkenda« Rob Roy. Filmur var gjørdur um henda mann, sum vist nokk var ein búrkroppur, tá tað til stykkis kom, men síðani filmurin var gjørdur, er ein stór standmynd [...] krevst fiskiloyvi, og tey skal ein sjálvandi útvega sær á røttum stað áðrenn ein fer í ánna at fiska. Balmoral slottið Verður farið longur inn í landið, fram við ánni, so kemur ein til Balmoral slottið. Hetta [...] upp úti í náttúruni. ? Tað einasta ein skal syrgja fyri er, at ataka upp eftir sær, men tað skal ein aðrastaðni eisini, so tað er einki undantak, sigur hann. Tá ein nærkast bygdum øki aftur, eru strangari
hann verður ein glataður. Lívið var her og nú At fara út til tey ónáddu fólkasløgini við gleðiboðskapinum um Jesus, er kortini ikki ein barnadreymur hjá Hera, sum nú er gingin út. Og um ein, tá ið Heri [...] taka sær av heiminum og børnunum. Hetta er als ikki nakað niðursetandi. ? Um ein skal liva seg inn í eina tílíka mentan, má ein eisini liva sum menniskjuni liva í landinum. Tørvur er á henni heima. Heri [...] fór at gera sum vaksin, var trúboðari óivað eitt av tí seinast, ein hevði gitt. Tó so lívið hann livdi, var ikki verri enn hjá øðrum, um ein sær tað í Jesu eygum, sum Heri sigur. Men kortini var tað sera
sløgini smakka av saltvatnið, siga teir - líka veit eg. Ein rimmar inntøkukelda Hóast ikki øllum dámar slagið, so er tað ein sannroynd, at whisky er ein rimmar inntøkukelda fyri skotska búskapin. Tað er nevniliga [...] mátin, sum bryggjarin arbeiðir uppá, siga teir. Tað er ein »kunstur« í sær sjálvum at bryggja og tað vita teir sum framleiða whisky. Og tað er eisini ein kunstur at fáa tað at smakka, sum tað »eigur«. Ymiskt [...] Tá er ein lítil snapsur íroknaður, men skalt tú hava meir, so kostar hann eitt pund. Bells var har sjálvur Fyritøkan vit vitjaðu liggur í Pitlochry og eitur Blair Athol Distillery. Tað sigur kanska føroyingum
mál skulu náast. Men alt hevur sína byrjan, og Terji var ein av teimum, sum tíðliga fekk smakkin fyri tónleiki. ? Tá eg var 9 ára gamal kom ein maður í mítt lív. Hann kom dragsandi við einum stórum ba [...] sum vit høvdu í Norðurlandahúsinum aftaná. Tað var ein dreymur, sum varð realiseraður. Einki skil á í eina tíð Í 1991 fór Terji Rasmussen inn í ein rótutan part av sínum lívi, og næstu árini hendi ikki [...] eg hevði ringa samvitsku, tí vit vandu ongantíð, og eg var illa fyri. Nei, nei tað var ikki ein góð tíð. Kanska var hon góð á tann hátt, at eg gjørdi nógv løg og hevði eitt heimastudio og fekk nógv burtur
Tá ið ein býr í útlegd, er tað altíð ein fragd at koma aftur til Føroya. At síggja hesar vøkru oyggjar summarklæddar, at hoyra fuglarnar syngja og ikki minst hoyra havið anda tungan og aldurnar tutla inni [...] Fyri ein ungan mann sum hann, hevur tað ómetaliga stóran týdning at fáa tónleik sín spældan av dugnaligum tónleikarum, og ikki minst hoyra hvat hesir hava at siga um hvat er gott og hvat kanska kundi [...] inni við land! Tað er eisini hugfarsligt at møta kenningum á gøtuni, eins og at vitja vinir. Fyri mítt viðkomandi verða tvær tær fyrstu vikurnar í Føroyum nýttar til at njóta tað stóra, fjølbroytta úrvalið