HETTA er sjálvandi ein tryggleiki hjá hesum »vikarunum«, sum ikki hava vitað, um nakað starv stóð teimum í boði næsta skúlaár ella ikki.
TEIR vóru í somu støðu, sum so nógvir aðrir føroyskir lønarbeiðarar. Hvørki fólk í fiskiídnaðinum ella handverkarar til dømis vita, um fiskur er í næstu viku, ella um smiðjan hevur nakað at gera í næstu viku. Hetta er eisini ein ótryggleiki, sum vit ikki hoyra so nógv um.
FYRI føroyska skúlan, sum kreppan eisini rakti, er nýggjur sáttmáli vónandi ein stórur bati. Bæði hjá leiðslum og lærarum. Enn er ikki so nógv alment komið fram um nýggja sáttmálan, men tað skilst, at í framtíðini eru lærarar ikki tænastumenn og hetta er púra beint.
SUM tænastumenn hava lærarar eisini havt eina fyrimunarliga eftirlønarskipan, sum aðrir lønarbeiðarabólkar hava misunt lærarastættini. Hvussu nýggja eftirlønarskipanin virkar er ikki greitt, men politiski setningurin á hesum øki má vera, at allir bólkar fáa javnbjóðis eftirlønarviðurskifti.
ÚR einum javnaðarsjónarhorni kann tað ikki vera rætt, at summir bólkar nærum hava líka høga eftirløn sum løn í arbeiðsárum, samstundis sum tímalønt, skrivstovufólk, krambafólk nærum bara hava fólkapensiónina á at líta. Her liggur næsta takið hjá fakfeløgunum og teimum politisku flokkunum, sum liggja á solidariska bógnum.
Á ANNAN hátt er lærarasáttmálin eisini søguligur, tí við honum verður lagt upp til eina høvuðsavtalu á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Og kanska eisini einum arbeiðsrætti, men hesum fara onnur fakfeløg heilt vist at venda sær ímóti. Ikki minst tí arbeitt verður við eini ætlan at fáa ein útbygdan gerðarrætt at taka sær av trætum á arbeiðsmarknaðinum ístaðin fyri at fremja ynskið hjá Arbeiðsgevarafelagnum um arbeiðsrætt.
LIVST so spyrst! Tillukku við sáttmálanum!
Sosialurin