sjúkrahússtjóri, Poul Geert Hansen, um ógvusligu álopini frá yvirlæknunum á leiðsluna á Landssjúkrahúsinum. Hann vísir víðari á, at Bill Justinussen, landsstýrismaður, eisini langt síðani staðiliga hevur [...] ar, sum hann heldur vera á so lágum etiskum støði, at ein ikki eigur at fara víðari við teimum. Poul Geert Hansen kann ikki vísa á ávísar avleiðingar av framferðarhátti yvirlæknanna, men hann metir tað [...] vit fáa eina hugburðsbroyting í lag við samstarvsvilja uttan áhaldandi fokuseringina á valdsstríð á Landssjúkráhúsinum. Poul Geert Hansen leggur eina við, at um starvsfólk á Landssjúkrahúsinum ikki vilja
vit tosaðu við hann. HB-leikararnir høvdu frí frá venjing hóskvøldið, og tað einasta, sum bar til at staðfesta, var at skaðastøðan er óbroytt. Tað vil siga, at Bárður Johannesen og Hans á Lag framvegis ikki [...] Rúni við á HB liðnum, sum í fjør vitjaði hjá KR í tilsvarandi dystinum ta árið, og tó at íslendsku meistararnir vunnu tann dystin 2-0, so heldur hann ikki, at munurin var tann heilt stóri. Og hann leggur [...] leggur dent á, at hóast talan er um vinardyst, so løgdu báðir partar nógv fyri. - Tað var als ikki soleiðis, at liðini bara hugnaðu sær á vøllinum. Sjálvandi er tað tíðliga upp á árið, men kortini helt eg, at
hana, sigur Jógvan á Lakjuni og leggur afturat, at hann hevur stóra virðing fyri kirkjuni, sum hann metir tíðum virka sum eina savnandi eind í samfelagnum. Jógvan á Lakjuni vísir á, at kirkjan hevur fleiri [...] Karsten Hansen vísir á, at innan Brøðrasamkomuna, sum hann sjálvur er partur av, verður ikki kravt nakað ávíst gjald, men at har er tað upp til hvønn einstakan, hvussu nógv hann ella hon letur til samkomuna. [...] Jógvan á Lakjuni sigur, at hóast tað stendur í samgonguskjalinum, at kirkjan skal gjaldast umvegis fíggjarlógina, so saknar hann eina neyvari viðgerð og eitt orðaskifti um spurningin. Hann vísir á, at tað
Fótbóltur Tað var gott lag á heimaáskoðarunum í skýlinum við vøllin á Skála leygardagin. Tað er longu langt síðani, at liðið slapp undan niðurflytingarvandanum, sum liðið var í inntil eina ferð í summar [...] summar. Leygardagin vann Skála 2-0 á AB, og tað saman við úrslitum aðra staðni, sum vóru Skála til fyrimunar, bar við sær, at Skála flutti av 8. og fram á 6. pláss. Heimaliðið var greitt omaná mest sum alla [...] spæla á Skála í 2008. Eitt nú er tað greitt, at ikki allir útlendingarnir fara at spæla á Skála næsta ár. Milic Curcic hevur seinastu árini verið drúgvur í miðverjuni saman við Rúna Rasmussen. Hann fer ikki
sum hava koyrt ræst kjøt í ovnin, sigur Róðin Biskopstø. Tá ið hann henda dagin fór í land, var hann leysur við skipið. Óvæntað móttøka Hann er bilsin av tí stóru móttøkuni, sum um teir vóru hetjur. - At [...] ferðin, at Skálaberg var á Klaksvík. Stóri trolarin er á veg úr flotanum. Í dag er farið undir at leggja veiðuna upp, og tá ið tað er gjørt, og ymist er riggað av, fer Skálaberg yvir á aðrar hendur. [...] har hann hevði ligið síðan 18. november. Skipið hevði boðað frá, at tað fór at verða í Norðhavnini klokkan hálvgum tólv, og tað helt væl. Skálaberg kom suður gjøgnum Kalsoyarfjørð, og tá ið hann var komin
september í 1974, at fundur varð hildin á á kommunuskrivstovuni á Skála millum umboð fyri kommunurnar, sum tá vóru fýra við fjørðin, og endamálið við fundinum var at fáa í lag eitt samstarv um eitt felags sløkkilið [...] og hóskandi sløkkiliðsamboð og útgerð. Hann vísti á, at tey fyrstu árini var høvuðssætið á Skála, men tað hevur nú í mong ár verið í Runavík, samstundis sum høllin á Skála, sum varð útvegað í seinasta valskeiði [...] sløkkiliðsleiðari, og síðan hevur Sunleiv Højgaard verið leiðari. Hann varð settur á fundi í stýrinum hin 6. juni 2001. Súni í Hjøllum legði dent á, at sløkkiliðsfólkini millum ár og dag hava verið sera trúgv
bygningum og næmingum, sum hoyra til økið. Á hendan hátt fáa vit meira burturúr hvørjum læraratíma, staðfestir Magnus Tausen. Í sama andadrátti leggur hann dent á, at her er alneyðugt at varðveita verandi [...] langt omanfyri hundrað størvini. So hetta kunnu vit undir ongum umstøðum góðtaka, sigur hann. Og samstundis vísir hann á, at í nógvum av smæstu skúlunum arbeiða útbúnir lærarar, sum kundi verið brúktir betri [...] hetta bara verður enn ein sparing á fólkaskúlaøkinum. Tíðirnar eru ringar og leitað verður við ljós og lykt eftir pengum á fíggjarlógini. Men vit noyðast at trúgva upp á, at endamálið er at fáa eitt betri
saltaðir, men á smávegirnir verða ikki røktir. Kavin hevur ligið so leingi, og hann kemur at liggja nakrar dagar afurat. Og undir kavanum er blankur ísur, vísir Mortan Rasmussen á. Hann greiðir frá, at [...] nú eitt tjúkt lag av ísi, sum ikki er til at fáa bilbukt við. Mortan Rasmussen, formaður í Eldraráðnum í Havn, sigur at tey hava heitt á kommununa um at siga frá, hvar fólk kunnu fáa fatur á salti. - Tað [...] um tey gomlu, og tí eru tey komin við áheitanini á kommununa, ásannandi at hon ikki røkkur út allastaðni, um at siga fólki frá, hvar tey kunnu fáa fatur á salti. Bjóða kassar við salti út Í reglugerðini
hetta eisini støðan norðuri í urðini, var lag á manni at seta bæði hornaseyð, miðvingar og tíðindafólk í land. Eitt annað mið í so máta er ein fles nakað norðarlaga á Vestmannalandinum. Breyt um hana, vóru [...] avoyða hana. - Hinvegin so er hon komin á eitt slíkt lágt støði, at sjálvt fuglurin kann liva her. Tað skuldi verið besta tekin um, at vit eru á góðari leið, sigur Kári á Presttrøðni. Vekt í eygsjón Veðrið [...] Saman við 11 øðrum miðvingum er hann ein teirra sum hava til fragd at sleppa veðrum í vøkru urðina norðarlaga á oynni. Teir verða sleptir um várið og tiknir um heystið, og eru tá vónandi nøkur stór pund
Eirikur á Húsamørk. Hann letur at, at hendan royndin við lýsinum kostaði honum væl av pengum. Men kortini hevur hann áræði til at byrja aftur. -Tann seinasti idioturin er ikki føddur enn, heldur hann fyri [...] við at fylla okkurt upp á ein lastbil í niðaru hæddini. Fari oman um. Vænti at hitta stjóran har. Íslendskar royndir Eirikur á Húsamørk situr inni í húsinum á lastbilinum. Hann bakar bilin út um og kemur [...] matstovuna at seta okkum. Eirikur á Húsamørk greiðir frá, at hugskotið til at fara at turka fiskaslógv kom á eini marknaðarferð hann var í Íslandi herfyri. Har hitti hann menn, sum hava turkað høvd og ryggir