Skuldsetingar læknanna staðiliga afturvístar

Sjúkrahússtjórin, Poul Geert Hansen, tekur harðliga frástøðu frá óetisku og ósonnu skuldsetingunum frá yvirlæknunum á skurðdeplinum, og eftirlýsir hann heldur eina hugburðsbroyting í afturúrsiglda Landssjúkrahúsinum. Framvegis ynskir hann ikki at gera stórvegis viðmerkingar til endurskoðanir landsstýrismansins og møguligu bygnaðarbroytingarnar

- Um ósakligu skuldsetingarnar frá yvirlæknunum eru sannar, skuldi øll leiðslan á Landssjúkrahúsinum sitið í bolt og jarn, og er hetta so óetiskt og ómenniskjaligt, at eingin eigur at fara víðari í smálutir, sigur ein greiður sjúkrahússtjóri, Poul Geert Hansen, um ógvusligu álopini frá yvirlæknunum á leiðsluna á Landssjúkrahúsinum.
Hann vísir víðari á, at Bill Justinussen, landsstýrismaður, eisini langt síðani staðiliga hevur tikið frástøðu frá framferðarhátti læknanna í skrivi 29. august, har hann afturvísir, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum er sek í grovu ákærunum frá yvirlæknunum.
- Um landsstýrismaðurin hevði tikið undir við læknunum, hevði øll leiðsla okkara langt síðani verið horvin, tí somikið álvarsamar eru ábreiðslurnar, sigur sjúkrahússtjórin um skuldsetingarnar, sum hann heldur vera á so lágum etiskum støði, at ein ikki eigur at fara víðari við teimum.
Poul Geert Hansen kann ikki vísa á ávísar avleiðingar av framferðarhátti yvirlæknanna, men hann metir tað hava týdning at leggja merki til, hvørjar umstøðurnar vóru kring kæruna til landsstýrismannin.
- Tað er skrivað í einum sarkastiskum tóna upprunaliga sum munnligt skjal, har ætlanin als ikki hevur verið at viðgera tað sum skriv. Ikki fyrrenn seinni var tað latið út sum skriv, tí tað ikki var nóg væl gjøgnumarbeitt, og samanumtikið er álopið totalt langt úti, sigur ein avgjørdur Poul Geert Hansen.

Hugburðsbroyting
Sum Poul Geert Hansen gjørdi greitt í loftmiðlunum hóskvøldið, ynskir hann ikki at gera stórvegis viðmerkingar til tær hugsanir, Bill Justinussen bar fram um endurskoðan og møguligar broytingar í bygnaðinum á økinum, og í hesum sambandi var forkvinnan í Sjúkrarøktafrøðingafelagnum heldur ikki at hitta.
- Tað er hansara borð, sum eg ikki fari at leggja meg út í nú. Eftir skrivið frá læknunum eru vit í ferð við at byggja upp aftur eitt konstruktivt samarbeiði og samskifti, og tað ræður nú um hjá okkum at hyggja frameftir, vísir Poul Geert Hansen á.
Sjúkrahússtjórin eftirlýsir eitt samskifti tvørtur um fakøki, tí tað eru 30 yvirlæknar og 570 onnur arbeiðsfólk á Landssjúkrahúsinum, og tískil mugu øll vera við í gongdini og ikki bert ein minnilutabólkur, hóast hesin bólkur ikki kann verast fyri uttan.
- Um nakað mennandi samstarv skal fáast, mugu vit fáa eina hugburðsbroyting í lag við samstarvsvilja uttan áhaldandi fokuseringina á valdsstríð á Landssjúkráhúsinum.
Poul Geert Hansen leggur eina við, at um starvsfólk á Landssjúkrahúsinum ikki vilja vera við í hugburðsbroytandi samstarvinum, verður ikki pláss fyri teimum á starvsplássinum í framtíðini.

Afturúrsigld
Sjúkrahússtjórin vísir á, at stríðið millum yvirlæknar og sjúkrarøktarfrøðingar er eitt klassiskt afturvendandi stríð, sum grannalond okkara í stóran mun hava lagt aftur um seg, men sum enn ger seg galdandi í Føroyum.
- Á henda hátt eru vit afturúrsigld í Føroyum við áhaldandi at hava hetta maktstríð undir sjóneyku, og tískil er tíðin av álvara komin til, at vit koma víðari til frama fyri øll, slær sjúkrahússtjórin at enda fast.