Sleptir í urðina

Mikudagin í farnu viku bíðaðu 12 mans í Miðvági eftir veðurlíkindunum, nú tíðin var komin at sleppa veðrum í urðina norðarlaga á oynni.

- Jú, eg haldi at hetta verður í fínasta lagi. Aldan er ikki meiri enn 70 sentimetrar høg, so hetta klára vit!, sigur Kári á Presttrøðni.

Saman við 11 øðrum miðvingum er hann ein teirra sum hava til fragd at sleppa veðrum í vøkru urðina norðarlaga á oynni.

Teir verða sleptir um várið og tiknir um heystið, og eru tá vónandi nøkur stór pund tyngri.

Hesin gamli siðurin hjá monnum er enn í hevd, og mikudagin í farnu viku upprann so dagurin aftur, tá hesin hornaseyðurin skuldi sleppast í urðina.

Menn hava sæð fram til henda dagin. Fyri teir er tað er serstøk løta at fara norður í Miðvágsurðina við teimum, og eftir teimum aftur í september mánaði.

Teir viðganga tó, at hetta kanska ikki er tað ódýrasta ítrivið. Hinvegin, - hvat offrar ein ikki fyri eini søk, sum ein hevur áhuga í?! Afturfyri stríð og útreiðslur, fáa teir kjøt til heystar av allarbesta slagi.

Teir hava ófrið á sær, og bíða spentir eftir boðunum: - Nú fara vit!

Hesi boðini komu um morgunin. Nú er bert at bíða eftir klokkuni!


Vekt og heilivágur

Hann hevði ligið við lágætt nakrar dagar frammanundan. Veðrið var gott og boðað varð somuleiðis frá góðum líkindum henda seinnapartin.

Tær seinastu aldumátingarnar vístu, at hæddin er hóskandi. Var hetta eisini støðan norðuri í urðini, var lag á manni at seta bæði hornaseyð, miðvingar og tíðindafólk í land.

Eitt annað mið í so máta er ein fles nakað norðarlaga á Vestmannalandinum. Breyt um hana, vóru heldur eingi serlig líkindi í Miðvágsurðini. Men tíbetur var ikki líkt til, at hetta skuldi forða miðvingum í ætlanum teirra.

Klokkan er farin nakað av fýra, og enn er einki sum bendir á nakað virksemi á Oyrargjógv. Nú sæst ein bátur koma stimandi sunnaneftir móti gomlu ferjuleguni, og áðrenn ein veruliga fær umrátt seg, eru bæði menn og bátur við Oyrargjógv.

Um eina løtu kemur bilurin við tí dýrabara farminum: Eitt flutningsfar til hesar kann saktans hýsa 12 veðrum ta stuttu leiðina til bátin, sum skal flyta mann og farm til urðina – til hesa urðina, sum hevur so stóran týdning og tilsvarandi áhuga fyri hesar 12 menninar.

Men skil skal vera á øllum, áðrenn lagt verður frá landi: Fyrst skal hvør einstakur verður fáa heilivág og síðani vigast. Hetta er ein spennandi løta, tí alt verður skrivað niður, soleiðis at metast kann um gongdina til í heyst, tá farið verður aftur eftir heystlombum og veðragjólingum.

- Ja, tað verður spennandi at vita, letur í einum teirra. – Tað hevði verið stuttligt um vektin varð eins góð sum í fjør!

Seinast royndist vektin nevniliga avbera góð: Tann besti veðrurin vá væl omanfyri 90 pund. Men, sum skilst var hetta ein sera, sera góður veðrur.


Urðin hækkar

Klokkan er nú vorðin eitt kort yvir fýra, og nú fer leggur útróðrarbáturin Havfrúgvin frá landi. Ein slíkur siglitúrur í góðum líkindum fram við Vágalandinum, Slættanestanga og norðurum er ikki at forsmáa.

- Vit fara fyrst norður og so síggja vit, hvussu líkindini eru í urðini. Men eg rokni kortini ikki við, at tað verður nakar trupulleiki.

- Hetta fer at ganga sum tað skal, sigur Kári á Presttrøðni, meðan hann íðin hjálpir til við fyrireikingunum til ferðina.

Prátið gongur aftur og fram millum menninar í bátinum, - ikki bert um veður og seyð, men eisini um ymisk álvarsom og skemtilig lokal viðurskifti sum teir eru upptiknir av.

Nú dagar urðin undan, og menn kunnu við tað sama staðfesta at hon er nógv broytt síðani teir seinast vóru her á heysti í fjør.

- Píkasjey, sum urðin er blivin stór. Hon er nærum ikki til at kenna aftur, letur í einum teirra.

Líkt er til, at herviligi veturin hevur gjørt sítt til at grót í hópatali er komin niðan í urðina og hevur hækkað hana rættiliga nógv.

Ætlanin er nú at leggja seg út fyri urðina, og síðani rigga til at fáa tveir mans í land við teirri lítlu og reyðu jolluni. Teir skulu so stjóra teir næstu menninar og veðrarnar í land.

Urðin er soleiðis háttað, at har er nógv malargrót, og tí eru menn bundnir at sjóvarfalli fyri at sleppa í land. Besta sjóvarfallið er kl. 7 og tá er eisini hálvfjarað, men ætlanin er kortini at royna áðrenn, nú veðurlíkindini eru av teimum bestu.

Hóast hesi viðurskifti eru nøkur størri brot í urðini, men ikki størri enn so, at bæði seyður og teir, ið skulu í land, koma í land – meiri og minni turrskøddir.

Halda rottuni niðri

Ein týðandi partur av eini slíkari vitjan í urðini er giftin – rottugiftin, ið teir hava lagt út tey seinastu mongu árini, til tess at halda hesum skaðadjórinum niðri.

- Tey seinastu 15-20 árini hava vit lagt millum 300 og 400 pakkar av rottugift út, bæði um veturin og um summarið. Hetta er nóg mikið til at halda rottuni niðri, men tíverri ikki til at avoyða hana.

- Hinvegin so er hon komin á eitt slíkt lágt støði, at sjálvt fuglurin kann liva her. Tað skuldi verið besta tekin um, at vit eru á góðari leið, sigur Kári á Presttrøðni.


Vekt í eygsjón

Veðrið er av tí besta, og menn setast at rinda møðina eina løtu. Ikki ov leingi, tí teir vilja sleppa aftur at landi, áðrenn tað verður ovseint.

Hinvegin eru bæði veður og líkindi soleiðis, at siglt verður longur vestur – til avtoftaðu bygdina í Víkum. Menn eru staðkendir og kunnu navngeva bæði skorar, gjáir og drangar framvið landi.

Tað er týðiligt og greitt, at hetta er nakað sum teir eldru og teir ungu menninir ganga høgt uppí, bæði at varðveita ein part av mentan okkara at sleppa veðrar í urðina og at geva førningin víðari til eftirkomarar teirra.

Nú eru veðrarnir so sleptir í urðina, Oyrargjógv í eygsjón og kalt í veðrinum. Menn kunnu nú gleða seg til at fara eftir teimum aftur í heyst – einaferð eftir hálvan september.

Spennandi verður tá at vita, hvussu væl fyri veðrarnir eru tá. Vónandi koma teir allir afturíaftur – men ikki minst: Hvør vektin verður!